Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020 SOSIALURIN 44 14 verður einki gjørt við tað. Lom­ vigin er friðaður, og vit hava ikki verið eftir lomvigareggum síðani 1987. Nú eru eisini tvey ár, síðani vit seinast vóru eftir hav­hesta­ eggum, sigur Tummas Frank. Hann er tó ikki bangin fyri at síga. – Sjálvt um eg eri 70, so hevði eg ikki sagt nei at farið aftur at sigið. Um eg segði, at eg ikki var bangin at fara at síga, so lúgvi eg. Eg roykti nógvar sigarettir og drakk svart kaffi, áðrenn eg fór niður. Men eg legði av at roykja í 1975, og konan legði eisini av nakað seinni, sigur hann. Tað er sjáldan at bátur verður flotaður í Skúvoy at fáa sær eitt kók. Tá ið seyðarakstur er á skrán­ni, má hjálp ofta fáast frá fólki aðrastaðni í landinum. – Tað eru nakrir góðir seyða­ hundar, men vit fáa ofta hjálp frá fólki, sum hava tilknýti til oynna, tá ið rakstur og fletting er á skrán­ ni, sigur Tummas Frank Joensen. Hann er røktingarmaður og røktar hagapartin Miðjuna, har tað ganga 160 seyðir. Sjálvur eig­ ur hann 33 ær. – Hetta er til privat brúk. Eg selji ikki, sigur hann. Suðuroyartunnil upp í Skúvoy Nú nógv verður tosað um at gera undirsjóvartunnil til Suð­ur­ oynna, eru fleiri røddir frammi, sum vilja hava tunnilin at koma upp í Skúvoy. – Ja, sjálvandi skal tunnilin upp í Skúvoy. Tá ið vit skulu byggja landið út, so mugu vit hugsa um øll. Allir føroyingar skulu hava líka rætt til sam­ ferðsluna, eisini tey sum búgva á útoyggj. Eg haldi tað var stórt mis­tak ikki at gera tunnilin til Sandoynna umvegis Hest. Somuleiðis Norðoyatunnilin. Hann skuldi verið umvegis Kals­ oynna. So fingu tey eisini fast samband, sigur Tummas Frank Joensen. Hann væntar tó ikki, at tað fer at hjálpa so nógv upp á fólka­ talið í oynni, um tunnilin kem­ur upp í Skúvoynni. – Tað verður lættari at koma til og frá oynni. Kanska fleiri ferða­fólk eisini høvdu komið, sigur hann. Hann vísir tó á, at tað eru eisini vansar við einum tunli. – Um tunnilin kemur upp her, so fer bøurin, og tað verður eitt ljótt sár, sigur hann. Fáa bara molar Hann vísir á, at tað at búgva á út­ oyggj er nakað heilt annað enn at búgva, har vegasamband er. – Vit á útoyggj fáa bara molar­ nar. Tað er tørvur á arbeiðs­pláss­ um, um fólk skulu vera her, sigur hann. Tummas Frank Joensen hevur verið eitt av undan­gongu­ fólk­unum, tá ið útoyggjadagar hava verið í Skúvoy. – Tað var stuttligt at fáa so nógv fólk til oynna, men tað kravdi eisini sera nógvar fyri­ reikingar. Tað krevur so nógv, at fólk orka tað ikki. Kanska út­oyggjadagar bara vera annað ella triðjahvørt ár í framtíðini, sigur hann Politiskt frælsur fuglur Tummas Frank Joensen hevur eisini verið virkin í politikki. Men tað fekk alt ein bráðan enda, tá ið Gerhard Lognberg í 2014 varð tveitt­ur úr Javnaðarflokkinum. – Eg segði sannleikan, og eg havi helst dugað at brúkt meg. Eg haldi so avgjørt, at ein kundi havt tosað seg til rættis, soleiðis at Gerhard Lognberg kundi verðið verandi í flokkinum. Úrs­litið varð, at eg var eisini tveitt­ur úr flokkinum, sigur Tummas Frank Joensen, sum var næstformaður í lokala javn­ aðar­felagnum á Sandoynni. Hvar hann er nú er politiskt, vil hann ikki siga. – Nú eri eg frælsur fuglur, sigur Tummas Frank Joensen. FRANTS@SOSIALURIN.FO Sjálvandi skal tunnilin upp í Skúvoy. Tá ið vit skulu byggja landið út, so mugu vit hugsa um øll. Allir føroyingar skulu hava líka rætt til samferðsluna, eisini tey sum búgva á útoyggj Í sambandi við 40 ára starvsdagin fekk Tummas Frank Joensen plátu frá starvsfeløgunum á Teistanum MYND: PRIVAT Tummas Frank Joensen umborð á Teistanum MYND: VILMUND JACOBSEN