hósdagur 4. juni 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020
SOSIALURIN 44
15
POUL MOHR
(21.08.1929 - 16.06.2018) - FELLISÁRIÐ 2018, 4. PARTUR
Hitti hann undir arbeiði fyrst í
1970’unum, táið E. Pihl & Søn tókst við
at leingja báðar havnarmolarnar við
Eystaru- og Vestaruvág og at avrika
tilriggingarmolan við Fiskacentralin
– meðan tann stóra útbyggingin av
hospitalinum hæsaði av.
Aðalborin
Teir báðir, Dánjal Pauli í Búðini,
vitandi bóndi á Velbastað, seinni
landsstýrismaður, stóðu undir
skipasmiðjuni og skiftu orð saman.
Tá steðgaði Poul mær óvæntað og
helt fyri: “ Tú-ú, eg kenni teeg! Tí, abbi
tín, Óli, hann var føddur og uppvaksin
Úti á Bø, har sum eg, táið eg ríði um
Kirkjubøreyn, plagi at hyggja oman á
– til hetta frágingna bygdarlagið - tú.”
“Ja, og TÚ ert slektaður frá
“trælunum” har Úti á Bø, meðan eg, EG
eri í slekt við “ADELIN” í Kirkjubø, tú!”.
So litríkur
Soleiðis. So beint fram. Glósandi,
argandi og skemtandi - alt í einum og
ei undur í - at eg “fall fyri” Poul Mohr
frá fyrsta atláti av.
Hetta herliga, bersøgna orðalagið,
sum - okkara millum – helt á fyri
lívið, og tað óansæð, um vit hittust
um havnarøkið, á gøtuhorni, í veitslu
ella í ervi.
Aftan fyri hetta serstaka skemtið
goymdi seg tó tann sannroynd, at Poul
var ein ovurhonds ágrýtin og gløggur
vinnulívsmaður, sum við høvi væl
kundi geva bæði rein og greið beskeð
undir andróðri ella tungum tøkum
millum margfaldu uppdrøgini, sum
rakstur av skipasmiðju tá - og enn við
– mátti lúka.
Tá hendi tað, at ein skarpur
skvampur fór yvir dekkið, men skjótt
var nosið av, tí fyllingin fór lúkst í
lensiportrið – og var ikki til meir...
Tí, Poul var í sama viðbragdi aftur
tann sami - alsamt purrandi ung og
eldri, høg og lág – stórsmílandi undir
tí eyðkenda ljósa, livandi og purluta
hárinum.
Óðalsættin
Í sannleikans áhuga kann viðmerkjast,
at okkara “vesala” ætt er frá Niclasi á
Bø, uppsitara hjá Mülleri, sýslumanni,
og Niclas búði í norðaru helvt av
sambygdu leingjuni Úti á Bø. Toftin
er til enn.
Og úr sunnaru helvt - hjá Byrgis-
Jógvani (pápa ta tiltiknu Rakul á Bø),
ið var uppsitari hjá Jóannesi Bónda -
er eitt nú Hans Joensen, formaður í
Havnar Arbeiðarafelag, ættaður.
Hinvegin var skyldkona Pouls,
Geya Mohr, gift við Pálli Bónda (1894-
1967) í Kirkjubø, og Poul var - umvegis
mostrina, Olgu - systkinabarn við
Birnu Sjúrðardóttir.
Birna, ið sjálv var við, sum skrivliga
lýsti so væl tað skemtiligu tragi/
komisku bataljuna, táið S/s“Barjama”
fór á land - og síðani bleiv volað - Úti
á Bø, tann 26. januar 1952.
Birna og Barjama
Táið fútin, Landau, so áhaldsin gav
“vrakið” upp fyri skutil, so at tess
farmur “í góðari trúgv” kundi “rænast”,
og sum tí floymdi út um allar bygdir
og geilar í nánd, so sum stólar, teppi,
linolium, amboð, skjúrtur, stivlar,
mjøl, sukur og tubbak - umframt vín
og likørur, at fukta eina vørr við, og
sterkari løgur til eitt spískari hirs upp
undir góman.
Henda herliga herferðin helt á, til
einki var eftir. Og tann fjaðursári fútin
sat nipin við hús - sum lundi sligin á
nevið – alt ov seinur at avlýsa hetta
rára “sjóránið”.
Birna: “So stak fittir teir, sum
gingu á stýrimansskúla tann
veturin. Oddfríður og Frans úr
Gøtu, Ovi í Gerðinum og Poul Mohr,
systkinabarnið. Menn, sum høvdu
dansin undir sær í sjónleikarhúsinum
mánakvøldið eftir, har ikki so fáir
vóru prýddir í fínastu “Van-Heusen-
skjúrtum” og onkrir í klovstivlum
við..!”.
Hin ættin
Í kalllegg eru í ættini hjá Poul fleiri
kend fólk úr Hoyvík og Havn. Eitt
nú pápin, Kjartan Mohr, sum fór
undir bátasmíð í Sjarpholinum og
bygdi upp eina skipasmiðju, sum gav
úrkomu upp til einar 200 familjur.
Kvennleggurin er úr Hvalba, og vit
kunnu taka við her ein ráka um lyndi
teirra haðani.
Poul átti ein stillføran og avhildnan
mammubeiggja í Havn, Edmund
Holm (11.02.1904 - 18.01.1986). Lærdur
hovmeistari, ið ungur sigldi úti og
varð avbyrgdur í USA undir krígnum;
og tá Edmund bleiv tilnevndur
deildarleiðari fyri innkeypi av
provianti og vørum til skipafelagið
A.P. Møller - “Over There”.
Páll og Edmund
Páll Poulsen, leiðarin av barnaleg
unum í Suður-Grønlandi, hitti seinni
í USA tann kenda bíbliulæraran
William MacDonald (fleiri av ritum
hansara finnast á føroyskum), sum
bað Páll endiliga heilsa sínum góða
vini, Edmundi.
Eitt vinalag spurdist úr hesum, og
Edmund bað Páll tala yvir seg; men við
hesi áheitan: “Ikki tala um meg – men
ber fram ein evangeliskan boðskap.”
Men, táið Denna Mohr (1899-1992)
og Olga Patursson (1906-1996) komu
í Ebenezer at fylgja beiggjanum,
nevndi Páll hesa avmarking í talu
fyri teimum. Men tá segði Denna: “Ja,
ja, Edmund var eitt stás! Men tað ger
einki, um tey, sum fylgja honum í dag,
vita, at tað ER Edmund, ið fer til gravar
(!)”. Og so varð.
Minnist enn, hvussu gripin
Poul Mohr stóð á gravarbarmi,
táið hann har hevði eitt stutt orð
um mammubeiggjan: “ ... og nú fór
Edmund, sum alt sítt lív bara hevði
biðið gott niður yvir øll síni næstu í
eini trý - fýra ættarlið”.
Gløgt eyga
Ein dagin kom eftir avtalu eitt sjakk av
útlendskum handverkarum at arbeiða
á Skipasmiðjuni. Táið hesir komu út
úr bussinum vóru teir ólátaðir, stýrdu
við ár, kalass við x-andi beinum.
Poul las skjótt støðuna av og bað
teir beinanvegin fara inn aftur í bussin
– og avstað aftur - við sama farti.
Tí vantandi virðing fyri arbeiðs
plássi, handverki og føroyingum,
góðtók Poul ikki. Hetta segði ein
maður, sum tá stóð har tætt hjá.
Soleiðis var Poul eisini.
Sanggleði
Minnist væl frá fleiri veitslum í
sambandi við avhending av loknari
verkætlan við Tórshavnar Havn o.a.
- hvussu væl øll hesi fýra væl hýrdu
systkini sungu við: Høgni, Poul,
Diddan og Jens, og tey tóktust at duga
allar sangirnar uttanat.
Sagt var bæði um Kjartan og Poul,
at uttan mun til hvussu seint ið teir
høvdu verið uppi kvøldið fyri, so vóru
teir á Skipasmiðjuni morgunin eftir
klokkan sjey.
Søgurnar eru mangar
Kendast er søgan um tann svøvn
pískuta unglingin, sum - klokkan gott
átta - knappliga hoyrir eina rødd: “
Hoyr, túú, hin gamlee, tú ert forseinir.
. .!”. Og hin svarar: “ Tað rakar ikki teg -
eg arbeiði ikki hjá tær!” Og Poul aftur:
“ Tað er líkamikið – tú ert for seinir,
álíkavæl ..!”
Bæði Kjartan og Poul dugdu
so væl at fáa gott fólk í arbeiði á
Skipasmiðjuni. Og ikki sørt av góðum
LITRÍKUM fólkum við.
Petur W. Háberg
og Sverri Dahl
Petur og Sverri vóru í mong ár so
nevndir “internir revisorar” hjá
Skipasmiðjuni.
Petur hevði gott tak á tølum og
hevði skrivað ein bókling um skatt.
Sverri hevði lisið teologi og fornfrøði,
har ið bókhald og tey neyvu tølini
(aftan fyri komma) ikki júst vóru so
átrokandi.
Sverri kundi á ólavsøku bera
kantatuna, sum ein silvur-tenorur á
Tinghúsvøllinum, og alt tað, ið hann
læt skrivliga úr hondum, var serstakt
og væl handfarið.
Petur kundi vera kensluborin
(romantiskur) við síni vøkru, ljósu
Geila-rødd. Og Sverri - ikki minni! Men
tað riggaði bara væl, kortini (!).
“Sverri kundi millum tær turru
noturnar - um boltar, besløg, rust
bankan, múnju, feitt og garnering
- fáa SKÆRAR RÓSUR OG LILJUR
at blóma upp millum DEBET OG
KREDIT”, fortaldi Petur (!).
Singapore
Tey, sum skuldu samstarva við
Poul, máttu tíðum væntað sær
nakað óvæntað. Ein nýkomin genta
á skrivstovuni tók telefonina, ein
morgun hon ringdi, og gjørdist so púra
paff, - tí úr horninum ljómaði ein ljós
mansrødd, syngjandi:
“Sildarok í Singapore, rukkulív í
London Town,
– einki samanberast kann við
leygarkvøld í Havn.
Lat teg í tín besta jakka og tín
bummullsvest,
so fara vit í býin, nú skal tað verða
fest!”
Onkur annar kom tá til og avdúkaði
sáttliga, so sum var: “Hatta er bara
STJÓRIN hjá okkara, sum nú - veruliga
var staddur í Singapore - saman við
Hilmari Kass við einum skipi, ið teir
skulu avhenda har á leið (!)”.
Og Poul vildi líka - við hesi
innleiðing – vita, hvussu við visti, her
heima á klettunum...
Peter Bjerre og Poul
Við fyrru havnarvíðkan í 1950’un
um var atløgudýpið ásett til umleið
7 metrar, men við leingingina av
molanum 20 ár seinni varð dýpið ásett
til minst 9 metrar.
Tær gomlu berokningarnar av
kistunum úr betongi hildu tí ikki, og tí
var ein kønur verkfrøðingur, statikari,
Peter Bjerre, settur at útrokna nýggja
armering o.a.
Petur gjørdi eisini okkurt ar
beiði fyri Skipasmiðjuna, hann var
ein lágmælt og smæðin typa. Og við
ársenda ringdi Petur til Poul og nevndi
varisliga nakað um, at hann hevði sent
eina beskedna rokning a’conto fyri
gjørt arbeiði...
Poul: “ Hvad! Skal du nu også
ha’ PENGE? Du blev opvartet sum
ein prins i sommer og fik dertil ved
afrejsen en hel, ekselent kagge SILD
fra mig!?”
Petur bleiv púra perpleks: “ Ja, ja,
undskyld, ganske rigtigt, så fin sild, som
naturligvis skal trækkes fra regningen,
det må du, meget, meget, undskyl...!
Men tá stórlæði Poul – og so Petur
ikki minni – og allur peningurin varð
fluttur við ein glans – og uttan nakran
frádrátt fyri “ en kagge sild”! Vitiliga
tað.
Ja, kulturur, tú
Poul: “Tú heldur helst, at Skipasmiðjan
hevur onga mentan, ha? Jú, vit leggja
munandi lunnar undir mentanarlig
avrik (!).
Nøkur ung lesandi vóru her í arbeiði
eitt skifti. Og stutt eftir framleiddu tey
ein heilan SJÒNLEIK - um tað KULT-
UUR-SJOKKIÐ, ið tey fingu – av at
vera millum vanlig slitmenniskjur (!).
Og nú verða hesi - tá ungu -
beprísað fyri teirra list, sum eitt úrslit
av hesum sjokki! Og “Geyta” – kalla tey
nakað - og vita ikki ein gang av, at Dia
á Bø var nógv tann fyrri – og at vísa
RÆTTILIGAR filmar – langt áðrenn
Herálvur hjá Geytanum!”.
Lønarsamráðingar
At finna semjur millum partarnar
á arbeiðsmarknaðinum er eyð
vitað ikki altíð líka lætt. Bylgjurnar
kunnu ganga høgar - við verkfalli og
verkbanni í havsbrúnni.
Men, tað skuldi vera so ómetaliga
skemtiligt at sita undir, táið eitt nú
garpar sum Thorstein Vilhelm, Jens
Pauli av Reyni, Poul Mohr og Hanus
Joensen á Heygnum úr Hvalvík
skuldu føra – ja, harðar og krevjandi
sáttmálasamráðingar - verður sagt frá.
Tí teir kendust so væl, og dugdu tí
eyðvitað væl at lesa hvør annan av. Og
vunnu á mál.
Besta bókin
Poul segði (smílandi, sjálvandi), at
besta bygdarsøgan, ið hann hevði
lisið, var “Fólkini Úti á Bø”. Og hvussu
var og ikki, hann hevði lænt onkrum
bókina, so eg bar honum eina aðra yvir
á “Tjarnargarð”.
Og góði versonur hansara, Hanus
Joensen, skúlastjóri, setti seg (ella
bleiv settur?) at lesa alla bókina
ígjøgnum fyri Poul, sum kendi, so
væl sum nakar, bæði fólkini og alt
tað umhvørvið, ið bókin handlar um.
Ein sonur – sínum pápa líkur –
heilsaði mær herfyri í einum ervi
við tøkk fyri, at eg og Hanus høvdu
forlongt lívsskeið pápans við einum
hálvum ári (sum tað tók at lesa bókina),
tí Poul vildi hava alt innihaldið við –
heilt til tað seinasta (!).
Poul og eftirmæli
Eg hevði skrivað nakrar reglur um
E. Pihl & Søn - 40 ár í Føroyum - og
nevnt m. a. um lítillátna svágin hjá
Poul, Sten Balle o.a.
Poul var har beinanvegin: “Tú
skrivar um teir! Nær fert tú at skriva
um MEG?” Og eg so gjørdi, táið hann
fylti 85 ár.
Her er so seinni partur frá mær um
Poul Mohr - í allari ótilstrekkiligheit -
og beri tit vinaliga, afturvirkandi yvir
við hesum (!).
Á Tjarnargarði
Rossamaður var Poul um ein háls.
Sárt er hjá summum at eldast. Á
búnum aldri fekk Poul mein av
einum ólátaðum rossi. Og seinastu
tíðina kom hann tí at halda til á
Tjarnargarði.
Eg vitjaði hann har av og
á, kamarið var ikki stórt, men
huglagið var tað sama: “Ja,
kom inn, kom inn! Hetta er eitt
5-stjørnað hotell, tú! Og her verði
eg forkelaður - út um øll mørk!”
Seinastu ferð, ið eg sá hann,
var Anna har, og tær tríggjar
systurdøturnar hjá honum,
Kristin, Gitta og Gunvør, sum
vitjaðu mammubeiggjan.
Lagið var gott, og Poul helt
fyri: “Nú hava longu 127 fólk vitjað
meg henda mánaðin!” Og eg: “So,
kanska, tú stillar upp til komandi
val?”. “Ja, hví ikki tað!?”, segði Poul.
Samanumtikið
Poul hevði eitt so óspekt,
hittinorðað dreingjalyndi og
-kæti alt lívið, sum vit alsamt
hittu hjá honum - og kendu ogn í
- sum eitt rárt, svalandi kelduvað
- undir øllum teim gerandisligu
avbjóðingum, ið lívið nú einaferð
ber einum – og bar honum og
hinum við - men sum aldur og
umstøður ongantíð vunnu á.
Arnstein Niclasen
Nøvn