hósdagur 4. juni 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020
SOSIALURIN 44
16
STEINAR PATURSSON
T
á koronakreppan breyt
út, og loftferðslan
til Føroya fór niður í
einki, var Hotel Hafnia
ein av ferðavinnuveitarunum,
sum vóru heilt illa raktir.
Í samrøðu við Sosialin tá segði
Pætur Trónd Thomsen, stjóri á
Hotel Hafnia, at virksemið var
farið niður í einki, og øll starvs
fólkini undantikið tey fastløntu,
vórðu send í ALS skipanina.
Eftir var bert ein heilt lítil mann
ing, ið skuldi taka sær av teim
um gistandi, ið framvegis vóru
á hotellinum, og sum skuldi
taka sær av at avgreiða allar av
lýsingarnar, ið komu.
Nú vendir kortini hin vegin
aftur, og avlýsingar eru so smátt
vorðnar til bíleggingar.
– Vit hava sæð áhuga úr
Danmark, og onkrar einkultar
bíleggingar eru komnar úr
Íslandi. So okkurt er hent, sigur
Pætur Trónd Thomsen.
Tá Føroyar fóru upp aftur í
ferð í farna mánaða, valdi Hotel
Hafnia at marknaðarføra seg til
føroyingar.
– Vit vendu marknaðar
føringini 200 stig og mark
naðarførdu okkum her heima
ístaðin. Vit fingu eitt sindur
burturúr, og alt ger mun í hesi
tíðini. Tað kann sjálvandi ikki
samanberast við árið í fjør, men
tað hevur hildið lív í, og tað
hevur eisini merkt, at vit kundu
hava fólkini til arbeiðis.
Marknaðarføringin
vendast aftur
Nú er kortini uppafturlatið út
eftir, og Pætur Trónd Thomsen
fegnast um lýsingarátakið, ið
Visit Faroe Islands setti í gongd
fyrr í vikuni, har Guðrið Høj
gaard gav Mette Frederiksen,
forsætisráðharra, eina áminning
um, at Føroyar eru framvegis til.
Eins og Visit Faroe Islands fer
Hotel Hafnia nú eisini í gongd
við marknaðarføringina uttan
lands.
– Vit seta sjálvandi onkur
átøk í gongd fyri at lokka fólk
hendan vegin. Vit hava havt
øgiligar avlýsingar - avlýsingar
fyri nógvar milliónir - so tað er
positivt, at tað letur upp aftur
nú, og at vit fáa gestir úr út
londum.
Tað er kortini ov tíðliga
at siga, hvussu summarið og
vanliga hásesongin fer at vera,
metir Pætur Trónd Thomsen.
– Virksemið er ikki komið
ordiliga upp at koyra enn, og
tað er ov tíðliga at siga, hvussu
summarið fer at vera. Í løtuni
royna vit at gera okkum eitt
yvirlit yvir, hvørja bólkar fara
at koma, og hvørjir ikki fara at
koma. Vit eru langt frá har, sum
vit skuldu verið, men vit eru
optimistisk.
Hotel Brandan
letur upp 1. juli
Optimisman er eisini at síggja
í avgerðunum hjá felagnum, tí
avgerð er nú tikin um, at nýggja
Hotel Brandan letur upp 1. juli.
Eftir ætlan skuldi hotellið
latið upp 1. mei, men tær ætlan
irnar vórðu sleptar, tá korona
kreppan breyt út. Nakrar bílegg
ingar eru komnar úr útlondum,
og samstundis sum at Hafnia
fer undir lýsingarátøk, er ætlan
nú tikin um at hava opið hús 27.
juni, og síðani at lata dyrnar upp
1. juli.
Høvdu bert sjey leigubilar
Áhugin og eftirspurningurin
úr útlondum er eisini so smátt
farin at merkjast hjá 62N, ið hev
ur stóra bilaútleigu.
Virksemið hjá 62N bilaút
leiguni var so at siga steðgað
upp, tá ferðafólkaflutningurin
til Føroya steðgaði, men nú byrj
ar aftur at ganga hin vegin aftur.
– Vit duga væl at síggja, at
mynstrið er broytt eitt sindur.
Nú eru vit byrjað at fáa nakrar
bíleggingar. Vit síggja eisini eina
broyting á ferðaskrivstovuni,
sum jú selir ferðir til Føroyar.
Har eru nógvir fyrispurningar
um at siga frá, tá Føroyar fara at
lata upp. So nú síggja vit okkurt
av virksemi, sigur Bergur Thom
sen, stjóri í 62N.
– Um vit koma upp á tað
støðið, sum vit roknaðu við
áðrenn, ivist eg kortini í, sigur
Bergur Thomsen.
Hetta merkir eisini, at ein
partur av starvsfólkahópinum
kemur ikki til arbeiðis aftur
fyribils.
Tá koronakreppan av álvara
rakti her heima, varð so at siga
allur starvsfólkahópurin sendur
til hús, eisini stjórin. Og hóast
nøkur eru nú komin aftur til
arbeiðis, verður tað kortini ein
løta, áðrenn virksemið er við tað
gamla aftur.
– Tað allarmesta av starvs
fólkinum kemur ikki aftur fyri
bils, ásannar Bergur Thomsen.
Trýstu á stopp knøttin
62N hevur leasing avtalu við
bilsølu í Havn, so felagið eigur
ikki bilarnar sjálvt. Hetta kom
eisini væl við, tá avlýsingarnar
byrjaðu at koma, tí 62N megnaði
at "trýsta á stopp knøttin", sum
Bergur Thomsen málber seg,
áðrenn bilarnir komu til 62N.
Eftirspurningurin eftir bilum
gjørdist eisini so lítil, at tá
harðast stóð á, hevði 62N bert
sjey bilar í flotanum.
– Tað var nokk eisini fimm
bilar ov nógvir, sigur Bergur
Thomsen.
Tí frøðist Bergur Thomsen
eisini um, at landið nú so smátt
letur upp aftur, og útlendsk
ferðafólk aftur kunnu leggja
leiðina til Føroya. Koronatíðin
hevur verið merkt av stórari
óvissu, og tí verður gott at
sleppa til verka aftur.
– Sjálvandi spekulera vit uppá,
hvat skuldi henda, tá landið lat
upp aftur; um tað var so, at bí
leggingarnar komu bóltandi inn.
Men tað í øllum førum positivt,
at bíleggingarnar byrja at koma
aftur. Tað, sum er mest umráð
andi, er, at vit lata upp aftur. Tað
er soleiðis, vit forvinna pengar.
Vit eru ikki sett í verðina fyri
at fáa hjálparpakkar - tað skal
helst vera fyribils.
Tá spurdur um, hvørjar vónir
felagið hevur til summarið, er
Bergur Thomsen varin.
– Tað er ilt at siga. Vit hava ein
einfaldan taktikk, sum sigur, at
so skjótt vit lata upp aftur, so
koyra vit á og royna at fáa sum
frægast burturúr.
Ferðavinnan:
Landsstýrið hevur boðað
frá, at 15. juni verður
ferðafólkasambandið til
útheimin lættari. Sóttarhaldið
skal burtur, og ferðandi úr
ríkisfelagsskapinum og Íslandi
sleppa aftur til Føroya. Í sama
viðfangi er Visit Faroe Islands
farið undir nýtt lýsingarátak,
og hjá summum fyritøkum
í ferðavinnuni sæst hetta
aftur í bókingunum. Hjá
øðrum ferðavinnufyritøkum
er støðan kortini óbroytt
EIN GLOTTI AT HÓMA
EIN GLOTTI AT HÓMA
HJÁ SUMMUM
HJÁ SUMMUM - ONNUR
- ONNUR
STANDA Í STAÐ
STANDA Í STAÐ
Vit eru langt frá
har, sum vit skuldu
verið, men vit eru
optimistisk