hósdagur 4. juni 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020
SOSIALURIN 44
17
Eingir glottar at hóma
hjá bussvinnuni
Tað eru kortini ikki allar fyri
tøkur í ferðavinnuni, ið eru eins
bjartskygdar um komandi tíð
ina.
– Tað er steindeytt, sigur
Magni Mouritsen, sum eigur og
rekur bussfelagið MB Tours.
– Allir útlendsku bólkarnir
eru avlýstir til og við 1. august.
Møguliga kemur ein bólkur um
miðjan juli, men annars hevur
alt avlýst. Vit hava við ferða
mannaskipini at gera, og har er
steindeytt. Har kunnu tey ikki
broyta meining við at knipsa
við fingrunum, sigur Magni
Mouritsen og sipar til, at tey,
ið leiga bussferðir, eru aloftast
bólkar, ið koma við mongu
ferðamannaskipunum, ið liggja
á havnini um summarið.
Á heimasíðuni hjá Tórshavnar
havn er framvegis ein langur
cruise call listi, men listin er
ikki dagførdur. Fleiri skip skulu
takast av listanum, og boðini frá
Tórshavnar havn eru, at avlýs
ingarnar koma framvegis.
Sostatt gongur ikki somu leið
hjá ferðamannaskipunum, sum
tað ger við hinari ferðafólka
ferðsluni.
Summarið er farið
Magni Mouritsen sigur seg eisini
vera rættiliga svartskygdan í
mun til, hvussu summarið fer
at vera.
– Eg havi ikki nakrar vónir til
summarið. Eg eri rættiliga pessi
mistiskur, fyri at siga tað, sum
tað er.
– Um tey vænta, at bara vit
lata upp aftur hálvan juni, so
fara fólk at koma rapandi inn, so
veit eg ikki, hvørjari dreymaverð
tey liva í.
Magni Mouritsen vísir kortini
á, at í Danmark er latið upp aftur
móti Týsklandi, og í so máta
skuldu týskarar eisini havt høvi
at komið til Føroya, tí ferðslan
millum Føroyar og Danmark
skal lata upp. Magni Mouritsen
hugsar tí, at tað hevði verið eitt
upplagt høvi at fingið týskarar
at koma til Føroya, bæði við
ferðamannaskipi og flogfari.
Hetta er annars tíðin, tá før
oyskar fyritøkur plaga at fara
útferðir, og Magni Mouritsen
væntar at fáa onkran túr burtur
úr tí.
– Alt hjálpir, men hetta hjálpir
lítið í heildarmyndini, sigur
Magni Mouritsen.
Vit eru ikki sett í
verðina fyri at fáa
hjálparpakkar -
tað skal helst vera
fyribils