hósdagur 4. juni 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020
SOSIALURIN 44
18
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
42. partur
Í
frásøgnini hjá Kristian
Djurhuus er stríðið um
festijørðina eitt heitt
stríðsevni í 1930-unum. Í
1932 legði ein nevnd fram eitt
álit, sum var kallað gráabók, tí
tað hevði gráa permu.
Amtmaðurin, Hjalmar Ring
berg, var formaður í hesi nevnd.
Hinir limirnir vóru M. Winther
Lutzen, ]. ]. Matras, M. Samuelsen
og Johan H. Poulsen. Hetta var
ein drúgv frágreiðing, sum taldi
95 prentaðar síður, sum snúi seg
um mong mál, men serliga var
tað spurningurin um festijørðina,
sum skapti orðadrátt.
Í 1934 var málið fyri tingið, har
ein meiriluti í búnaðarnevndini,
sambandsmenn
og
ein
sjálvstýrismaður, tóku undir við tí.
Jóannes Patursson hevði sjálvur
annar eitt broytingaruppskot,
sum fall.
Í tinginum varð meirilutaupp
skotið samtykt av sambands
monnum, javnaðarmonnum og
trimum sjálvstýrismonnum.
Hetta var byrjanin til, at sjálvs
týrisflokkurin fór í tvíningar.
Tað stóra stríðsmálið var
møguleikin hjá ognarleysum at
fáa burturav almennu jørðini. Tað
vóru ringar tíðir í Føroyum tá, og
traðarpolitikkurin var ætlaður at
vera eitt ískoyti hjá fiskimonnum
og øðrum ognarleysum, sum
fingu møguleika til millum annað
at hava kúgv, seyð og at velta
eplir.
Tað er ikki ivi um, at hetta var
eitt frálíkt stig, og tað er ringt at
skilja, at nakar kundi vera ímóti tí.
Men tað var Jóannes Patursson,
so tað forsló.
Tað er lítið, sum er skrivað al
ment um henda týdningarmikla
partin av okkara søgu. Men hon
fyllir nógv í endurminningunum
hjá Kristian Djurhuus hetta
tíðarskeið. Hann var ein av høv
uðsmonnunum í hesum máli sum
formaður í búnaðarnevndini hjá
løgtinginum.
Tað hevur longu verið greitt frá
samanbrestum millum Jóannes
Patursson og Kristian Djurhuss
bæði á fundum í búnaðarnevndini
og á almennum fundum. Kristian
er nóg so drúgvur í síni skriving, tí
verður talan um ein samandrátt
av tí hann skrivar.
Men tað kann vist sigast, at
Kristian var sakligur í hesum
máli, sum bæði í hesum sum í
øðrum málum hevði eitt sosialt
medvit.
Hetta stríð kom í hæddina í
1937. Hetta sæst m.a. í Dagblaðnum
í november. Tað er greitt, at stríðið
fyri ein stóran part er millum
Kristian Djurhuus og Jóannes
Patursson. Kristian hevur í
Dimmalætting eina sakliga lýsing
av málinum í november. Drúgva
svarið hjá Patursson kemur í
trimum fylgjandi útgávum av
Dagblaðnum undir yvirskriftini:
“Gráabók hendur Kristian Djur
huusar.” Um stílin er nóg mikið at
nevna, at Kristian verður meira
ella minni beinleiðis lagdur undir
“bóndadráp”.
Men vit lata nú Kristian Djur
huus halda áfram við síni frásøgn,
har tað eisini seinni verður komið
aftur til hetta málið, sum er ein
týdningarmikil táttur í okkara
politisku søgu.
Kristian Djurhuus: Stríðið
um festireglurnar
Tað var hesa tíðina eitt støðugt
stríð um landbúnaðarmálini,
serliga uppskotið um festireglur,
sum Jóannes Paturson var harð
liga ímóti.
Hesi mál vóru aftur til viðgerð
ar í tinginum 10-12. oktober. Har
var eitt langt orðaskifti millum
meg og serliga Jóannes Patursson.
Hann hevði í samband við festi
reglurnar fingið tilfar frá norska
professaranum Taranger, har
hansara sjónarmið um festireglur
vórðu endaleyst endurgivin. Pat
ursson helt, at hetta tilfar stuðlaði
hansara sjónarmiðum.
Hetta tilfar hevði hann fingið
frá landsskjalavørðinum Anthon
Degn. Hann gav mær eisini hetta
tilfar. Tí kundi eg í tinginum kjak
ast á líka fóti við Patursson. Hesin
tingfundur vardi í heilar 12 tímar.
Hetta mál fylti nógv í bløðun
um, men í Føroyatíðindini tann
1. desember hevði Edvard Mitens
eina rættuliga sakliga grein um
landbúnaðarmálini, sum vóru
samtykt í seinastu tingsetu. Tí
roknaði eg við, at nú fór friður
at vera um hesi mál frá Sjálv
stýrisflokkinum. Men tað skuldi
seinni vísa seg, at her fór eg heilt
skeivur.
Fundir á Tvøroyri
og Hvalba
Tann 8. januar 1935 vóru plakatir
slignar upp á Tvøroyri, sum lýstu,
at Jóannes Patursson skuldi hava
politiskan fund í klubbanum
sama kvøld. Eg føldi tað sum
mína skyldu at møta, og Petur
Mohr Dam møtti eisini. Talan
hjá Patursson vardi í hálvan
annan tíma, har hann eftir míni
meting gav eina skeiklaða mynd
av samtyktu jarðarlóggávuni.
Tað var greitt, at hann vildi ræða
allar jarðareigarar við, at nú
kundu eingin teirra, sjálvt tann
minsti, føla seg tryggan fyri, at
myndugleikarnir ikki fóru at taka
jørðina frá honum.
Tað gjørdi hansara boðskap
lættari, at fólk yvirhøvur vóru
óvitandi um, hvat ið veruliga
var samtykt. Annars hevði eg í
Dimmalætting havt eina sakliga
frágreiðing um innihaldið í lógini.
Á fundinum gjørdi eg tað
sama, nevniliga at greiða frá tí,
sum veruliga var samtykt, men eg
hevði varhugan av, at taktikkurin
hjá Patursson at skapa óvissu og
iva var við at eydnast.
Petur Mohr Dam hevði eisini
orðið, men tað var ikki um jarð
arlógina. Hann lýddi mær í oyra,
at hann var ikki so væl inni í øll
um smálutum í lógini. Tí var best,
at eg tók mær av hesum.
Hann tosaði tí mest um sosial
ismu og kapitalismu. Men hetta
var kanska taktikkur. Nú hann
sá, at tað var eydnast at skapa
iva millum fólk um jarðarlógina,
so skuldi hann ikki roknast fyri at
vera í ”skeiva partinum”. Fundur
in vardi til midnátt.
Eisini fundur í Hvalba
Dagin eftir var eg í arbeiðsørind
um í Hvalba. Tá vísti tað seg, at
Patursson eisini hevði lýst til fund
har í bygdini, og eg fór á fundin.
Her var framløgan nøkulunda
tann sama sum kvøldið fyri.
Eg bað so um orðið, men tað
vildi Jóannes treyðugt geva
mær. Hann helt, at hann hevði
leigað og goldið fundarhølið, og
tað kundi eg eisini gera aftaná.
Hetta varð ikki væl upptikið av
áhoyrarunum, so hann gav mær
kortini orðið, men nú merkti eg,
at her var størri undirtøka fyri
mínum sjónarmiðum enn á Tvør
oyri. Fólk høvdu her eftir øllum
at døma í størri mun sett seg inn
í málið.
Adressan móti jarðarlógini
Festijørðin var stóra politiska stríðsmálið seinnapartin í 1930-
unum. Stríðsevnið var Gráabók, sum skuldi tryggja smámonnum
jørð, sum so mátti latast av jørðini hjá festibóndunum
SIÐSØGA
GRÁABÓK OG STRÍÐIÐ
UM FESTIJØRÐINA
Kristian Djurhuus:
Forsíðan á gráubók. Hon kann fáast teldutøk
frá Býarbókasavninum í Havn.
bbs@bbs.fo
Hjalmar Ringberg, amtmaður,
var formaður í nevndini,
sum gjørdi gráubók.
Hansara ættarfólk hava
framvegis vinir í Føroyum.