hósdagur 4. juni 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020
SOSIALURIN 44
19
Komandi partur
Komandi partur av frásøgnini hjá Kristian Djurhuus kemur um tvær vikur. Í komandi parti verður greitt frá Brynhild,
mammu Sigrun Gunnarsdóttir, sum beint nú hevur listaframsýning á Eiði. Hennara kendasta “modell” er mamman, sum
var eitt heilt serligt menniskja, sum verður umrødd í sambandi við framsýningina.
Tann 11. januar frætti eg, at nakrir
av mínum góðu vinum á Tvøroyri
høvdu skipað fyri eini adressu
móti jarðarlógini. Eg ringdi til ein
teirra og spurdi um hetta pass
aði, og tað játtaði hann. Grund
gevingin var tann, at hann ikki
helt, at óðalsjørðin skuldi takast
frá teimum, sum áttu hana. Eftir
at hava greitt honum frá veru
leikanum í málinum, mátti hann
ásanna, at hann hevði ikki sett
seg nóg væl inn í málið.
Hann greiddi eisini frá, at tað
var Jóannes Patursson, sum var
stigtakarin til hesa adressu. Men
hann segði mær, at hann vildi
taka sítt navn av listanum.
Men henda adressan fekk ein
hóp av undirskriftum runt oyggj
arnar, eisini frá teimum jarðareig
arum, sum kundi fáa gagn burtur
úr nýggju lóggávuni.
Sjálvt gamlar sambandsbygdir
vóru, har nógvir veljarar fóru yvir
til sjálvstýrisflokkin orsakað av
hesum máli.
Eg tosaði um hesa tíðina við
ein skyldmann í Kvívík. Hann
hevði verið sambandsmaður, men
nú var hann gløðandi sjálvstýris
maður. Tá ið eg spurdi hann um,
hví hann hevði skift flokk svaraði
hann:
”Tit stjala jørðina frá okkum
óðalsmonnum, og slíkar menn
velja vit ikki til løgtingið. Nú er
tað bert Jóannes bóndi og hans
ara menn, sum verja okkum, sum
eiga óðalsjørð.”
Tað var hopleyst at kjakast, so
illur var hann. Hetta sigur nakað
um, hvussu djúpt hetta við jørð
stakk í fólki. Hann plagdi at
gista hjá pápa, tá ið hann kom til
Havnar, men tað gjørdi hann vist
ikki eftir hetta av somu orsøk.
Kaffi ein skaðiligur
drikkur
Í 1934 frætti eg, at danski kon
servativi flokkurin var hugaður
fyri at seta á stovn eina deild í
Føroyum. Tað skiltist, at tað var
floksformaðurin, Christmas Møll
er, sum var komin við uppskot
inum. Men hesum kom so einki
burtur úr.
Tað var heldur einki grundar
lag fyri eini slíkari ætlan. Andras
Samuelsen var jú saman við
Venstre á Fólkatingi, og tað sama
var Johan Poulsen seinni.
Tað bleiv nakað av ósemju inn
anfloks um fíggjaravtaluna, vit
høvdu gjørt við donsku stjórn
ina. Her var avtalaður ein bein
leiðis inntøkuskattur á hægri
inntøkurnar heldur enn tollur á
kaffi, te og sukur.
Men her var mín støða, at inn
tøkuskattur vildi raka tær størru
inntøkurnar, meðan ein tollur,
sum var upp á tal, vildi mest raka
tey, sum vóru ringast fyri. Tað
vóru eisini stuðlar hjá flokkinum
í fremstu røð á Tvøroyri, sum
vóru misnøgdir við mína støðu í
hesum spurningi. Ein teirra helt
við meg, at tann einasti, sum
hevði vunnið nakað við hesi av
talu, var Stauning við sínum javn
aðarpolitikki.
Hann helt eisini, at tað var
eingin orsøk til ikki at leggja toll
á kaffi, sum er ”en bundskadelig
drik”. Og sukur er ringt fyri
tenninar. Tí kundi tollur saktans
eisini leggjast á sukur.
Tað skal sigast, at í nevndini,
sum viðgjørdi fíggjarætlanina
var Edward Mitens ógvuliga
sakligur og hann legði dent á, at
henda ætlan átti at verða samtykt
einmælt. Men tað tók langa tíð at
fáa sjálvstýrismenn í nevndini at
geva endalig beskeð. Men Mitens
var greiður í síni støðutakan í
hesum máli.
Ólavsøkan 1934
Hetta árið var ólavsøkudagur
ein sunnudag. Dagin fyri hevði
Patursson roynt at gera um seg
við at skipa fyri einum fundi á
Doktaragrund í gomlu Havnini.
Her var vanligt at hava almennar
fundir. Men hesa ferð var lítil og
eingin undirtøka. So flutti hann
fundin til gamla kommunuskúla
garðin, har tað var basarur.
Aftaná ætlaði Petur M. Dam
eisini at halda røðu, men hann
bleiv órógvaður av Patursson og
hansara monnum. So royndi Dam
at halda røðu á Tinghúsvøllinum,
men her bleiv hann órógvaður
av einum fullum og ólátaðum
íslendingi.
Við setanina av løgtinginum
vórðu løgd fram ikki færri enn
70 mál til viðgerðar. Eitt var um
rødda fíggjarætlan.
Tann 15. august var umrøða í
tinginum av einum uppskoti um
ein rennistrong út á Stakkin norð
ast í Streymoynni. Hetta lokala
málið gav høvi til eina drúgva
viðgerð, har tingmenn høvdu ein
hóp av líknandi ynskjum.
Tann 21. august hevði løgtingið
vitjan av Brøgger professara úr
Oslo, sum er biðin um at skriva
fyrsta bind av søguni hjá Føroya
Løgtingi.
Margretha mátti taka
um endan heima
Tann 7. august fór sonurin, Johan,
niður við Drotningini at fara á
Rungsted Statsskole. Margetha
var komin norður við honum.
Mamma græt, tá ið hon segði far
væl.
Hetta var eitt serstakt kapitul
hjá okkum, nú okkara elsti drong
ur fór heimani frá.
Heima á Tvøroyri varð Hans
Andreas, Hassadi, konfirmeraður
sama heyst. Fjarrit kom frá Johan,
og vit bóðu Várharra um signing
fyri Hassadi.
Eg mátti skjótt aftur til Havnar,
tað vóru so nógv mál sum bíðaðu.
Øll henda frávera, hevur eisini
merkt lívið hjá Margrethu, sum
einsamøll hevur havt ábyrgdina
av heiminum. Og hon skuldi loysa
teir trupulleikar, sum stungu seg
upp. Tað megnaði hon væl.
Tann 19. oktober endaði ting
setan, eftir at 350 mál høvdu verið
viðgjørd. Hetta hevur vist verið
met. Ein stóran part av teimum
álitum, sum eru løgd fram. havi
eg havt tann heiður at orða.
Jóannes Patursson møtti ikki
upp til seinasta tingfundin. Hann
hevði ikki víst seg í tinginum eftir
at jarðarmálini vórðu samtykt við
3. viðgerð.
Ein føst umrøða á tingi var De
af Amtmanden ene afgjorte sager.
Tá nýttu tingmenn vanliga høvið
til at tosa um alt millum himmal
og jørð. Tá var eisini møguleiki
hjá Sjálvstýrisflokkinum at finna
fram viðurskifti, har teir kundu
gera amtmannin til syndabukk.
Í ár skuldi henda umrøðan vera
tann 3. september, men tað merki
liga var, at eingin tingmaður bað
um orðið. Orsøkin kann hava
verið, at Jóannes Patursson longu
hevði brúkt alt krútið á teimum
fólkafundum, hann hevði skipað
fyri.
Eg hevði nógvar fundir í bún
aðarnevndini, men Patursson
møtti ikki eftir samanbrestin
okkara millum.
Patursson møtti tann 14. sept
ember og kravdi, at eg skuldi geva
honum eina umbering fyri okk
ara samanbrest í nevndini, men
tað avvísti eg.
Vitjan í Kunoy
Sum formaður fyri kommunu
nevndini var eg 27. august á vitjan
í Kunoy saman við amtmannin
um. Har vóru ikki nógv hús, men
bygdini tyktist at vera í góðum
standi. Tað var eisini sagt, at øll
húsini í bygdini vóru fíggjarliga
væl fyri. Tey áttu jørð og pening í
sparikassanum. Lærarin í bygdini
Johan Svend Olsen (pápi Árna
Olsen) segðist at vera tann, sum
var best fyri fíggjarliga. Hann
var giftur við dóttrini í einum
valahúsi.
Vit vóru heima hjá honum og
merktu, at hetta var eitt væla hús
og mentað heim.
Sendinevndin, sum tingaðist við danskar
myndugleikar um eina fíggingarætlan.
Fremst v.f. Edward Mitens, Andras
Samuelsen og Jóannes Patursson
Aftast: Petur Mohr Dam, Ole F. Joensen og Kristian Djurhuus.
Margretha var ein dyggur stuðul hjá Kristiani
Margretha og Kristian fingu fýra synir. Johan f. 1918 stendur t.h.,
Hans Andreas, Hassadi, f. 1920 situr frammanfyri á myndini, Erling
f. 1921 stendur t.v. Ejler f. 1926 stendur á einum stóli aftanfyri.