Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020 SOSIALURIN 44 20 To whom it may concern Heri Mohr 1. Í nøkur ár hevur út- og umbygging av Landssjúkrahúsinum í Havn verið í gerð, men nú liggur arbeiðið í hálvum gekki ætlandi orsakað av tørvandi fígging. Um tað er tann veruliga orsøkin, so er tað einki minni enn ein stór skomm fyri land og fólk, tí orsøkin til hesa eyðmýking er tann eina – og eingin onnur – at í árinum 2000 varð ríkis­kassans lógarbundna helvt­ arbýti av útreiðslum til rakstur og íløgur av okkara sjúkrahúsverki bundið niður av landsstýrinum sum seyður í rætt. Tað er próvfast, at í árinum 2000 varð ríkiskassans lógarfesta fígg­ing til helvtarbýti av íløgum og rakstri av okkara sjúkrahúsverki bundin niður av Føroya lands­ stýri. Hendan skammargerð varð framd av samgonguni millum Javn­aðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin við Sjúrði Skaale, millummanni, sum ein annar Joseph Fouché í skó­leist­ um á loysingarfundum í Fólka­ ting­inum í Keypmannahavn. Joseph Fouché (1759-1820) var dugna­ligur, snúgvin politikari í tíðini undan og eftir fronsku koll­veltingina 1789-1799. Stephan Zweig skrivaði áhugaverda skald­ søgu um tann snilda Joseph Fouché. Sum liður í umrøddu sjúkra­ hús­bygging er kloakk-skipanin mill­um Landssjúkrahúsið og sjóarmálan burturbeind, og í staðin fyri er løgd kilometralong kloakk út á botnin í Nólsoyarfirði. Vit eiga ikki at gloyma, at Nóls­ oyarfjørður í øldir hevur verið spískamar hjá nólsoyingum og fólki í Havn. Sum dømi kann eg nevna, at í 1880-1890 skrivaði abbi mín Vilhelm Mohr umleið 100 navn­ givin ýti og mið víða um í sjónum um Nólsoynna. Tey eru varð­veitt á almennari skjala­goymslu. So statt er tað sjálvsagt at spyrja, um tað, ið nú rennur og fer at renna út í Nólsoyarfjørð er reinsað ella óreinsað kloakkvatn frá sjúkrahúsinum í Havn? Bajonettir á Skipafelagnum í 1941 Zakarias Wang Herfyri kom eg at práta við Hera Mohr. Hann greiddi frá: Fyrst er at siga, at stutt eftir, at Føroyar vórðu hersettar snimma á morgni 13. apríl 1940, flaggaði Union Jack á skansanum, og tað gjørdi tað øll árini, Føroyar vóru hersettar. Okkara hús Yviri við Strond varð tikið av hervaldinum við leigusáttmála tann 25. juli 1942, og vit fluttu í nýggj hús Undir Pisuvarða. Ein marinari – Mr. James Broomhall úr Birmingham – sum var yvirmaður á Skansanum, búði hjá okkum Yviri við Strond, áðrenn hervaldið flutti í okkara hús. Eg haldi, at mr. Broomhall hevði greitt okkum frá, at hervaldið fór at herseta Skipafelagið Føroyar.  Tað var óivað orsøkin til, at eg, 16 ára gamal, kundi vera hjástaddur, tá ið hersetingin av  Skipafelagnum fór fram 11. juni 1941 Eg stóð innaliga á Molanum tætt við skrivstovuhúsið hjá Tórshavnar Havn.  Tá komu nakrir hermenn, kanska seks, við riflum og ásettum bajonettum, og teir fóru inn og upp gjøgnum trappurnar inni í Skipafelagnum. Ein løta gekk. So komu øll starvsfólkini út, rikin av hermonnunum. Minnist meg rætt, komu tey út í røð, eitt og eitt. Tey vóru:  Edith Thomsen (dóttir Anker Thomsen) Olivir Dam Palli Nolsøe Sven Skarðhamar Johan Schröter. Eg kann ikki minnast, um Zacharias Niclasen, stjóri, var millum teirra, ið vórðu rikin út við bajonettum. Tað var einastu ferð tað kom fyri, at bretar tóku eitt hús við bajonettum. Annars leigaðu teir hús við sáttmála.  Heri Mohr skal hava stóra takk fyri hesa áhugaverdu samrøðu. Einar Mohr Bygningurin hjá Skipafelagnum frá 1935 Zacharias Niclasen, stjóri á Skipafelagnum og Jona, vanliga nevnd Birran Viðmerkingar