Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020 SOSIALURIN 44 21 Mykinesgøta 6 Postboks 3232 110 Tórshavn Tel 354913 gbt@gbt.fo www.gbt.fo Vit hava vognar... til bátaflutning til hestaflutning til mc-/bilflutning til maskinflutning Og vognar... sum eru innilokaðir sum eru opnir sum kunnu vippa ...tín trúgvi fylgisveinur BRENDERUP 1205 kann vippa og er sera væl umtóktur til mong endamál. Til dømis at koyra seyð, grind og fisk, eitt less av sandi ella skervi, og ikki minst rusk úr garðinum. Kann setast eftir enda, tá hann ikki verður nýttur, og fyllur tá lítið og einki. Ein sera hentur vognur at eiga. Vit umboða Brenderup viðfestivognar og bjóða alskyns sløg – bæði til vinnu og privat Setast eftir enda Við høgum síðum Við netsíðum Við høgari presending PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Jónsvein Haraldsen, Dalalíð 3, 350 Vest manna, føddur tann 12. mai 1959, deyður tann 13. apríl 2020, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Biritu Sandberg Samuelsen, J.H. Schrøtersgøta 7, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 110/2020, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 27. mai 2020. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Anna Sofía í Vági, Stoffalág 84, 100 Tórshavn, fødd tann 02.12.1926, deyð tann 21.04.2020, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Birita S. Samuelsen, SÓKN Advokatar, J. H. Schrøtersgøta 7, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 119/2020, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 19. maj 2020. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Hansina Larsen, Hoyvíksvegur 58, 100 Tórshavn, fødd tann 24.06.1924, deyð tann 24.04.2020, og fyrr deyða hjúnarfelaga Helmuth Carlo Larsen, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Petur Even Djurhuus, Advokatfelagið, Lucas Debesar gøta 8, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 131/2020, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 3. juni 2020. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Aksel Agnar Aagaard Nielsen, Bøgøta 5, 350 Vestmanna, føddur tann 06.11.1928, deyður tann 03.05.2020, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Birita S. Samuelsen, SÓKN Advokater, J. H. Schrøtersgøta 7, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 149/2020, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 19. maj 2020. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Anfeldt Monrad Abrahamsen, Gamlivegur 21, 690 Oyndarfjørður, føddur tann 22. juli 1936, deyður tann 10. januar 2020, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Biritu S. Samuelsen, Sókn, J.H. Schrøtersgøta 7, 100 Tórshavn, vísandi til sks. nr. 20/2020, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 18. mai 2020. 2. Í 1948 uppstóð heitið apartheid fyri ættarstríðið í Suðurafrika. Hóast orðið úttalast apartheit við trýsti á fyrra stavin, so siga vit apartheid við trýsti á seinna stavin. Hvussu ber tað til? Í nýggjari tíð eru vit føroyingar farnir at brúka tað elligamla latínska, nú enska orðið, festival, sum var heitið fyri gudaligar veitslur. Hóast orðið úttalast festival við trýsti á fyrra stavin, so siga vit festival við trýsti á seinna stavin. Hvussu ber tað til? Á føroyskum leggja vit yvir­høvur trýst á fyrsta stavilsi í tvínevndum orðum: Ólavsøka, Norðoyastevna, Vestanstevna, Seglskip, Seiðaberg, Ferðslulóg, Ferðaskip og so framvegis. Vanligt er, at vit føroyingar siga góðan dag. Men nú er tað vorðið vanligt, at fólk siga góðan dagin. Hvussu ber tað til? Vit siga ikki góðan morgunin ella gott kvøldið. Vit eru eisini farin at siga eg meti, mín meting, í staðin fyri eg haldi, at halda. Hvussu ber tað til. 3. Frá 1. januar 2001 til dagin í dag hava 26.9 milliónir í tí árliga ríkis­kassablokkinum verið oyra­merktar til rakstur av okkara sjúkra­kassum. Tað vil siga, at inn­tøkurnar til sjúkrakassarnar vóru í blokkinum við nevndu upp­hædd, sum landsstýrið bant nið­ur nevnda dag. Sjúkrakassarnir kravdu eisini limagjald. Í ríkiskassanum var eisini ein fleiri ára gamal, uppspardur sjúkrakassagrunnur við tøkum peningi, sum ætlandi ikki hevur ligið í nøkrum blokki. Av tí at sjúkrakassarnir eru farnir í søguna, hevur Fróð­ skap­ar­setur Føroya (Gransk­ingar­nevndin) í nøkur ár brúkt um­røddu sjúkra­kassa­fígging í blokk­inum til reglu­ligar gransk­ing­ar­stuðlar í millióna­upphædd­um. Einki odiøst í hesum, um lands­stýrið hevur fingið fólkatingsins loyvi at flyta nevndu milliónir til Fróðskaparsetur Føroya (Gransk­ingargrunnin)? So er tað eitt dám­ligt og fyrimindarligt samstarv millum tveir sera týðandi partar – ríkiskassan og landskassan – sum átti at fingið onnur vital sam­starvsøki aftur í gamlar legur. Her verður serliga hugsað um ríkiskassans blokkfígging til heilsuverkið, sum nú hevur verið stongt niður á tjúgunda ári. Úrslitið av hesum ørskapi kenna vit øll: Sjúkrahúsverkið er so líð­andi komið á ørmundarhús, og øll verandi útbygging av Lands­sjúkra­húsinum liggur nú í hálvum gekki, tí kassin er tómur. Gerið samstarvið millum Gransk­ingarnevndina og ríkis­ kassans blokkskipan fyrimynd­ar­ligt. Tilvísing hjá undirritaða: • Í barnagarði og -skúla hjá Nonnunum 1931-1935 • Realpógv í Havn 1941 • Á skrivstovuni hjá Charles Mauritzen Esq. Mr. Brockie, Leith/Tinganesi • frá 1941-1946. • Á háskúla í Rungsted og Handelsgymnasium í Keypmannahavn 1946-1049 • Á skrivstovuni hjá Fox-Film A/S í Keypmannahavn 1948-1949 • Bókhaldari hjá Wenzel Petersen og Thomas Dam & Co í 7 ár • Bókhaldari, fulltrúi, skrivstovustjóri og konsulentur á Føroya Gjaldstovu í 34 ár. • Hevði umsitingina av roknskapinum hjá Skúlabókagrunninum og Mentunargrunninum í 25 ár Við skrivligum loyvi frá lands­stýrismanni var mær í 1956 loyvt at arbeiða hjá einum sak­føraravirki í Havn í mínari frítíð, t.v.s eftir vanliga arbeiðstíð og um vikuskiftini, treytað av, at tað ikki darvaði mínum almenna starvi.