Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2020síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020 SOSIALURIN 44 24 TRÓNDUR ARGE/JÓANNES HANSEN 2. Hvítusunnudag vóru fýra dystir í Betri deildini hjá monnum. Stóri dysturin var í Gundadali, har granna og toppuppgerð var millum B36 og HB. Bæði liðini vóru uttan lyklaspælarar. B36 var uttan Símun Rógva Hansen, Andrias H. Eriksen og Erling Dávidsson, meðan HB var stóru stjørnuna Adrian Justinussen. Hann hevur brotið eitt bein í fóti­num og skal sita uttanfyri í seks vikur. Tí var stóri spurningurin, um HB klárar seg uttan frísparkssnillingin. Tann spurningurin verður ikki settur aftur fyribils, tí uttan Adrian Justinussen á vøllinum hevur HB skotið sjey mál samanlagt móti Víkingi og B36. HB omaná HB hevði mest sum alla tíðina leikliga yvirvág í fyrra hálvleiki, men tað gekk illa at vinna úrtøku úr nógvum spentum støðum og góðum møguleikum. Og tá ið tað eydnaðist, so svaraði B36 aftur mest sum burtur úr ongum. Stóri trupulleikin hjá B36 var, at verjuspælið ikki var so sann­ førandi, sum tað ofta hevur verið. Mathias Nygaard átti uppleggið, tá ið Pætur J. Petersen eftir 10 minuttir legði HB framum. Átta minuttir seinni var aftur javnt. Michal Przybylski fór um koll í HB brotsteiginum, og Alex Mellemgaard umsetti brots­ sparkið til mál. Fyrstu løtuna eftir steðgin var HB aftur sera ágangandi, men tað var B36, sum legði seg á odda, tá ið Michal Przybylski streyk avstað í høgru og setti bóltin framvið HB málverjanum. HB vísti góðan hugburð og svaraði ruddiliga aftur. Ein tími var farin, tá ið Pætur J. Peter­sen aftur var upp á spæl og javnaði við fluktara, eftir at Heðin Hansen hevði spælt hann leysan, og fýra minuttir seinni skoraði René S. Joensen til 3-2. Dan í Soylu átti uppleggið, og ikki minst í hesum førinum var B36 verjuspælið sera lítið sannførandi. Alex beinleiðis reytt kort Tað hevur verið rokaligt sein­ astu vikurnar rundanum dómar­ an, Petur Reinert. Norskir frá­ søgu­menn halda fyri, at hann letur ov hart spæl ganga. Tað toldi Alex Mellemgaard ikki, tá hann í 68. Minutti sá beinleiðis reytt kort. Í tveimum førum lat Petur Reinert kontant spæl ganga, og tað endaði við at vinstri bakkurin hjá B36 bleiv ov djarvur í síni takling og fekk reytt kort. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti sera væl upp­ lagdi René S. Joensen 4-2 HB sigurin eftir horna úr vinstru. TB fekk sítt fyrsta stig Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og máltalvan fram­ vegis vísti 0-0, sást tað væl, hvørjir vóru fegnir, og hvørjir vóru nipnir, tá TB vitjaði Víking í Sarpugerði. Víkingarnir hingu við høvdi­ num, meðan gestirnir av Tvør­ oyri høvdu hug at lyfta arm­ arnar. Tað var ikki so undar­ligt, at gestirnir fegnaðust, tí í dag vunnu teir fyrsta stigið í ár. -Vit ætlaðu okkum at vinna trý stig, men vit eru nøgdir við, at tað loksins eydnaðist at koma á talvuna. Okkara spælarar vístu sera góðan hugburð, og í løtum spældu teir væl. Bæði fyrstu løtuna og eisini fyrstu løtuna eftir steðgin, sigur TB venjarin Michael Winter, og hann leggur aftrat: -Síðstu løtuna vóru vit undir øgi­ligum trýsti, og tá ráddi tað um at yvirliva, og tað eydnaðist. Stóri trupulleikin hjá Víkingi er, at tað eydnast ikki at fáa hol á. Hetta var onnur ferðin, at Víkingur var favorittur, og at tað endaði 0-0. Fyrra ferðin var á Argjum. Ímóti NSÍ vann Vík­ ingur 1-0. Einasta ferðin, at vík­ ingarnir hava skorað fleiri mál var, tá ið teir vunnu 5-2 á heima­ vølli ímóti Skála. NSÍ gjørdi skjótt av Undir Mýruhjalla gjørdi NSÍ heilt skjótt av. Tá ið ein stórur hálvur tími var farin, var NSÍ frammanfyri 4-0, og tað var so tað. Petur Knudsen setti hol á í 7. minutti eftir innlegg úr høgru frá Bárði J. Hansen. Pet­ur Knud­ sen økti um munin til 2-0 í 17. minutti, tá ið hann við høvdi­ num sendi bóltin í málið, eftir at Jann Benjaminsen hevði lagt inn fyri við horna úr vinstru. Klæmint A. Olsen økti til 3-0 eftir innlegg frá Jann Benja­min­ sen, og Mórits Heini Mortensen staðfesti longu í 34. minutti triva­liga 4-0 NSÍ sigurin. Í seinna hálvleiki varð einki mál skorað. Skála royndi at fáa spælið at hanga saman, og tað riggaði væl í løtum í fyrra hálv­leiki og ikki minni í seinna hálv­leiki. Poul Kallsberg og Jan Ingason Hansen høvdu møgu­ leikar, men Skála kom ikki nærri, enn tá ið Poul Kallsberg sendi bóltin í stólpan aftanfyri Tórð Thomsen. Klæmint A. Olsen, Petur Knud­sen og ikki minst innskifti og ágrýtni Búi Egilsson høvdu møgu­leikar, men tað vórðu ikki fleiri mál enn tey fýra, sum vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Skálavenjarin Bill M. Jacob­ sen mundi ikki halda, at hetta var dysturin, har hansara lið fór at vinna stig. Ronni Møller- Iver­sen var á beinkinum alla tíð­ina. Pætur Dam Jacobsen var á beinkinum, men hann varð skiftur inn í miðverjuna, tá ið Hjalti Strømsten, sum var í mið­verjuni saman við Teituri R. Joen­sen, noyddist av vøllinum longu, tá ið ein stórur hálvur tími var farin. KÍ flongdi AB Tað hevur ongantíð higartil í ár verið so stórur munur á tveim­ um liðum, ið hava dystast, sum tá ið føroyameistararnir í KÍ vunnu 6-0 í góðveðri í Vika á Argjum. Frá byrjan vóru KÍ lið­ for­maðurin Jákup B. Andreasen, ársins spælari í fjør, Jóannes Bjartalíð, og Páll A. Klettskarð á KÍ beinkinum. Hálvleiksstøðan var 3-0. Ole Erik Midtskogen stútaði til 1-0 eftir horna frá Patrik Johan­ ne­sen úr høgru. Ísak Simonsen økti til 2-0 við rimmar langskoti eitt vet úr høgru og dygst inn við handara stólpa. 3-0 málið skoraði Ole Erik Midtskogen, tá ið AB misti í egnum brotsteigi, og Ole Erik hevði opið mál. Beinanvegin eftir steðgin loysti Jóannes Bjartalíð Deni Pav­lovic, og Jóannes Bjartalíð skoraði eitt mál. Boris Dosljak átti 5-0 málið, tá ið hann snilt lyfti bóltin upp um AB mál­ verjan. Síðsta korterið høvdu klaks­víkingar eina rúgvu av mál­møguleikum. Tann síðsta málmøguleikan átti AB, men Kristian Joensen í KÍ málinum stórbjargaði, tá ið Bjarki C. Nielsen royndi seg úr góðari støðu. Saman við mál­ verjanum Silas Eyðsteinsson var Bjarki C. Nielsen tann AB spæl­ arin, sum tað glógvaði í. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Betri deildin menn støðan # LIÐ D V J T MF MÍ MM STIG 1 HB 5 5 0 0 16 3 13 15 2 NSÍ 5 4 0 1 15 2 13 12 3 KÍ 5 4 0 1 15 4 11 12 4 B36 5 4 0 1 16 7 9 12 5 Víkingur 5 2 2 1 6 5 1 8 6 ÍF 5 2 0 3 6 14 -8 6 7 EB/S 5 1 0 4 3 9 -6 3 8 AB 5 0 2 3 1 15 -14 2 9 TB 5 0 1 4 3 10 -7 1 10 SKÁLA 5 0 1 4 6 18 -12 1 Betri deildin menn 5. umfar: HB vann sannførandi 4-2 á B36, sum tó var á odda eitt skifti í seinna hálvleiki. KÍ og NSÍ vunnu greiðar sigrar, meðan Víkingur fyri aðru ferð misti móti botn-fimm liði. Í Fuglafirði vann ÍF 2-1 á EB/Streymi í botn-fimm uppgerðini hesa vikuna HB VANN HB VANN SLAGIÐ SLAGIÐ UM UM HAVNINA – HAVNINA – UTTAN ADRIAN UTTAN ADRIAN