Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-04, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2020síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020 SOSIALURIN 44 25 HB – NSÍ 1-1 Heimaliðið legði væl fyri í dystinum og kom á odda, tá bert fimm minuttir vóru spældir. Julia Naomi Mortensen legði væl inn fyri til Saru Lamhauge, sum stútaði bóltin í málið, og so var 1-0 til HB í málið til 1-0. Leiðslan helt sær størsta partin av dystinum, og HB var eisini fyri tað mesta leikliga oman­á. Gestirnir vóru tó ikki heilt vandaleysir, og tað fekk HB verjan at føla, tá ið eitt korter restaði í. Við at leggja trýst høgt uppi á vøllinum, eydnaðist tað Heidi Sev­dal at vinna bóltin, reka frá øllum og skjóta hann trygt í netið. Við málinum tryggjaði lið­skiparin gestunum javnleik, og harvið er nýggja liðið hjá runavíkingum nummar tvey í landskappingini. ÍVB – KÍ 0-1 KÍ fekk fulla úrtøku, tá tær vunnu 1-0 á útivølli móti ÍVB. Ein­asta málið kom eftir ein knapp­an tíma, tá Evy á Lakjuni slapp ígjøgnum í vinstru síðu og sendi bóltin inn fyri málið, har systir hennara, Victoria á Lakjuni setti hann í netið. Hóast ÍVB hevði onkran heilt stóran møguleika stutt fyri leiklok, so megnaði KÍ verjan at standa ímóti. Harvið hava føroyameistararnir framvegis fult stigatal, meðan felagsliðið hjá ÍF, Víkingi og B68 framvegis hevur sítt fyrsta stig til góðar. EBS/Skála – B36 0-0 Á Eiði skuldi felagsliðið reisa seg eftir stórtap í fyrsta dystinum, meðan gestirnir úr B36 skuldu halda góðu gongdini, sum tær høvdu í fyrsta leikumfari. Tað var eisini útiliðið, sum stóð fyri tí mesta, sum hendi í dystinum. Hendinga møguleikar vóru stórir, men ikki ov stórir til Onnu S. Hansen í EBS/Skála máli­num. Sum dysturin leið, øktist trýstið eisini móti málinum hjá heimaliðnum. Málini lótu tó bíða eftir sær í Hólmanum, og dysturin endaði við málleysum javn­leiki. KÍ og NSÍ á norðoyastevnu Føroyameistararnir úr KÍ eru sostatt nú einsamalt oddalið, og sunnudagin taka tær ímóti NSÍ í norðoyastevnudysti í Klaksvík. Hinir báðir dystirnir í triðja umfari í fremstu deildini hjá kvinnum eru HB – B36 og ÍVB – EBS/Skála. Betri deildin kvinnur støðan # LIÐ D V J T MF MÍ MM STIG 1 KÍ 2 2 0 0 4 2 2 6 2 B36 2 1 1 0 4 1 3 4 3 NSÍ 1 1 0 0 4 0 4 3 4 EBS/Skála 2 0 1 1 0 4 -4 1 5 HB 1 0 0 1 2 3 -1 0 6 ÍF/Víkingur/B68 2 0 0 2 1 5 -4 0 Betri deildin kvinnur: Føroyameistararnir úr Klaksvík fingu sum tær einastu fulla úrtøku, tá 2. umfar í Betri Deildini hjá kvinnum varð spælt 2. hvítusunnudag. KÍ vann 1-0 á ÍVB, meðan dystirnir millum HB og NSÍ, og EBS/Skála og B36 endaðu við javnleiki KÍ ER Á KÍ ER Á ODDA­SESSINUM ODDA­SESSINUM B36-HB 2-4 (1-1) 1.1 Pætur Petersen, 10 1.1 Alex Mellemgaard, 18 2-1 Michal Przybylski, 57 2-2 Pætur Petersen, 61 2-3 René Shaki Joensen, 65 2-4 René Shaki Joensen, 90+3 Dómari: Petur Reinert B36: Rói M. Hentze – Benjamin Heinesen, Erlendur Magnusson, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Magnus H. Jacobsen (Stefan Radosavljevic, 69.min), Eli F. Nielsen – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski (Brian Jakobsen, 84.min), Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel Gul kort: Benjamin Heinesen, Eli F. Nielsen, Jákup á Borg (venjari) Útvísing: Alex Mellemgaard, 68.min Venjari: Jákup á Borg HB: Teitur M. Gestsson – Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Delphin Tshiembe, Daniel Johansen - Mathias Nygaard, Mikkel Frankoch, Heðin Hansen – Dan í Soylu (Samuel Chukwudi, 90.min), René Shaki Joensen, Pætur Petersen Gul kort: Mathias Nygaard, René Shaki Joensen Venjari: Jens Berthel Askou Víkingur-TB 0-0 (0-0) Dómari: Rúni Gaardbo Víkingur: Elias Rasmussen – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Bergur Gregersen – Bogi Reinert Petersen, Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar – Lukasz Cieslewicz (Andreas Lava Olsen, 64.min), Jákup Johansen (Arnbjørn Svensson, 71.min), Finnur Justinussen Gul kort: Lukasz Cieslewicz, Andreas Lava Olsen Venjari: Eyðun Klakstein TB: Meinhardt Joensen – Jens Erik Bruhn, Ndende Adama Guéye, Rasmus Møller, Musah Armah - Samudeen Musah (Nikolei Johannesen, 67.min), John Villi Leo, Dánjal Godtfred, Einar Thorsteinsson (Hávar Albinus, 90+4. min) - Rógvi Joensen (Mads Raben, 80.min) - Poul Ingason Gul kort: Dánjal Godtfred, Samudeen Musah, Poul Ingason Venjari: Michael Winter Skála-NSÍ 0-4 (0-4) 1.1 Petur Knudsen, 7 1.2 Petur Knudsen, 17 1.3 Klæmint A. Olsen, 28 1.4 Mórits Heini Mortensen, 34 Dómari: Alex Troleis Skála: Bárður á Reynatrøð – Djóni Petersen, Hjalti Strømsten (Pætur Dam Jacobsen, 32.min), Teitur R. Joensen, Kristian Martin Jakobsen – Jákup Joensen (Teitur Poulsen, 67.min), Niels Pauli Danielsen, Mikal á Reynatrøð (Rói Olsen, 78.min), Heðin Klakstein – Poul Kallsberg, Jan Hansen Gul Kort: Teitur Joensen Venjari: Bill M. Jacobsen NSÍ: Tórður Thomsen – Jákup Jakobsen, Oddur Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen – Bárður J. Hansen (Pætur Hentze, 74.min), Aron Knudsen (Búi Egilson, 63.min), Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen (Salmundur Bech, 64.min), Jann Benjaminsen – Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen Gul kort: Mórits Heini Mortensen, Aron Knudsen Venjari: Glenn Ståhl AB-KÍ 0-6 (0-3) 1.1 Ole Erik Midtskogen, 10 1.2 Ísak Simonsen, 28 1.3 Ole Erik Midtskogen, 31 1.4 Sørin Samuelsen, 49 sjálvm 1.5 Boris Dosljak, 59 1.6 Jóannes Bjartalíð, 68 Dómari: Dagfinn Forná AB: Silas Eyðsteinsson – Tróndur á Høvdanum (Jónas Stenberg, 82.min), Sørin Samuelsen, Bjarni Skála, Asbjørn Heðinson – Janus Samuelsen (Rógvi Skála, 88.min), Bartal S. Petersen, Jákup Pauli Breckmann – Tóki á Lofti, Bjarki Nielsen, Ragnar Rasmussen (Adeshina Lawal, 64.min) Gul kort: Ragnar Rasmussen, Jákup Pauli Breckmann, Bjarni Skála, Bartal Petersen, Tóki á Lofti Venjari: Tonny Brimsvík, Símun Samuelsen KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Jesper Brinck, Ísak Simonsen – Boris Dosljak, Deni Pavlovic (Jóannes Bjartalíð, 46.min), Alessio Hyseni, Patrik Johannesen - Jonn Johannessen (Páll A. Klettskarð, 66.min), Ole Erik Midtskogen (Steinbjørn Olsen, 79.min) Venjari: Mikkjal K. Thomassen ÍF - EB/Streymur 2-1 (1-0) 1-0: Filip Djordjevic, 21 1-1: Niklas Kurse, 66 2-1. Uros Stojanov, 87 Dómari: Rúni Olsen ÍF: Milos Budakovic – Sjúrður Pauli Nielsen, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard, Andy Ó. Olsen – Dánjal á Lakjuni (Bogi Løkin, 75.min), Hákun Edmundsson, Karl Løkin, Ari Ó. Ellingsgaard – Filip Djordjevic, Uros Stojanov Gul kort: Jan Ellingsgaard, Uros Stojanov, Hákun Edmundsson Venjari: Ólavur Larsen, Hans Jørgen Djurhuus EB/Streymur: Rói Zachariasen – Petur Zachariasen, Bjarni Petersen, Andras Ó. Olsen, Árni G. Olsen – Tóki H. Johannesen, Hjalti K. Djurhuus, Fannhard Skoradal, Símun Sólheim (Magnus Heinason, 57.min) – Gutti Dahl-Olsen (Teitur D. Olsen, 57.min), Niklas T. Kruse Gul kort: Fannhard Skoradal, Tóki Johannesen, Teitur D. Olsen Útvísing: Fannhard Skoradal, 72.min Venjari: Jákup Martin Joensen Fakta 5. umfar: 1. juni 2020