hósdagur 4. juni 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020
SOSIALURIN 44
26
TRÓNDUR ARGE
L
eygardagin fer oddaliðið,
HB, suður at spæla móti
TB. Hetta er einasta
uppgerðin millum topp-
fimm og botn-fimm í hesum
umfarinum. Sunnudagurin
verður spekkaður við týðandi
uppgerðum. Í Klaksvík tekur KÍ
móti NSÍ klokkan 15, og klokkan
17 er dystur í Sarpugerði, har
Víkingur tekur móti B36.
Í
hinum
endanum
av
stigatalvuni møtast ÍF og AB í
Fuglafirði, meðan EB/Streymur
fær vitjan av Skála. Dystir, sum
allir kunnu lýsast sum týðandi
innanhýsis dystir.
TB-HB (Beinleiðis á FM1)
LEYGARDAGIN KLOKKAN 15
Dómari: Rani A. Skaalum
Leygardagin fer oddaliðið,
HB, suður at spæla móti TB.
Havnarmenn
hava
verið
sannførandi
í
flestu
av
avrikunum og hava fult stigatal,
men uppgávaní Trongisvági er
ikki bara líka til. Mótstøðuliðið
er tiltikið torført at knúgva
á heimavølli. Aldursforsetin
mundi fingið stig móti KÍ og
fekk í farna umfari javnleik
móti Víkingi á útivølli. TB
hevur fingið nógv nýtt fólk og
mánadagin sóu vit fyri fyrstu
ferð, at liðið klárar at halda
málið reint.
Tá tað er sagt, so er HB
stórfavorittur. Teir skuldu eisini
renna seg í eina avbjóðing í
Fuglafirði, tí søguliga hevur
tað verið eitt torført stað, men
har vunnu teir greitt. So var
spurningurin um HB kundi
uttan Adrian Justinussen. Tað
prógvaðu teir móti Víkingi og
B36, har liðið vann sannførandi
í báðum førum.
Adrian Justinussen hevur
verið undir skurð og verður
ikki tøkur fyrr enn um seks til
átta vikur, eftir at hann breyt
eitt bein í fótinum í sigrinum
á Víkingi. Tað verður ikki
hann sum skorar við Stórá,
men spælarar sum René Shaki
Joensen, Pætur Petersen og
Mathias Nygaard hava traðka
til.
SOSIALURIN TIPPAR 0-1
KÍ-NSÍ (Beinleiðis á FM1)
SUNNUDAGIN KLOKKAN 15
Dómari: Kári á Høvdanum
Ein dystur um hvør skal fylgja
HB í startspurtinum. Bæði liðini
hava sett trý stig til og hava
tí mist eitt tak í mun til HB,
sum hevur fult stigatal. KÍ var
avbera sannførandi á Argjum
mánakvøldið, tá norðoyingar
vunnu 6-0. Javnvágin á liðnum
er góð og fleiri spælarar bjóða
seg fram, tá málini skulu
skjótast. Teirra millum vinstri
bakkurin, Ísak Simonsen, sum
átti dagsins mál á Argjum, tá
hann langaði bóltin í handara
málhorn úr 20 metrum.
KÍ hevur spælt eina topp-
fimm uppgerð higartil. Hon var
móti B36, sum vann 2-0. Síðani
hevur KÍ fingið tamarhald á
spælinum og hevur lagt afturat.
Tú kundi sagt, at liðið spælir
meiri sannførandi fyri hvønn
dyst. Nú er so ein nýggj
topp-fimm roynd fyri
framman, sum kemur
at vísa hvussu væl
KÍ klárar at takla
eitt málsøkjandi
NSÍ-lið.
Gestirnir hava
ein
nýgg jan
miðvøll, sum er
mannaður av
ungum lokalum
s p æ l a r u m .
Teir
hava
víst máltevi,
men
stóru
royndina móti
Víkingi
taptu
teir. Tað er helst á
miðvøllinum, at NSÍ
skal prógva seg mest
móti KÍ sunnudagin.
Betuel Hansen, Aron
Knudsen og Mórits Heini
Mortensen fáa úr at gera,
um NSÍ skal seta seg á dystin. Í
løtuni er NSÍ einasta liðið, sum
spælir við trimum í miðverjuni,
so tað verður áhugavert at
síggja, um KÍ velur at gera tað
sama, ella hvussu innanhýsis
dystirnir verða á eitt nú miðjuni.
Hetta er ein avgerandi dystur
fyri bæði feløgini, serliga um HB
vinnur í Trongisvági. KÍ hevur í
løtuni ein lítlan fyrimun, tí liðið
hevur eitt sindur meiri av tyngd.
SOSIALURIN TIPPAR: 2-1
ÍF-AB
SUNNUDAGIN KLOKKAN 15
Dómari: Bjarki Danielsen
Fuglfirðingar hava longu fingið
eins nógv stig, sum teir fingu í
alt fjør. Tað megnaðu teir við
2-1 sigrinum á EB/Streymi. Stóri
munurin í dystunum var Uros
Stojanov. Nýggi áleyparin hevði
eina góða aktión allan dystin og
hon gav mál í 87. minutti. Tað er
slíkir spælarar, sum gera mun í
jøvnu botn-fimm uppgerðunum.
Úr Fuglafirði verður sagt,
at allir mans eru tøkir aftur til
hendan dystin. Undan dystinum
móti EB/Streymi vóru spælarar
sum Jens Joensen, Jan Ó.
Ellingsgaard, Karl Løkin og
Dánjal á Lakjuni ivasamir.
AB hevur verið fyri tveimum
lemjandi tapum
mót HB og KÍ, men
tað er hóast alt blivið
til tvey stig. Eitt móti Víkingi
og eitt móti Skála. Argjamenn
taka nokk av, um teir kunnu
fáa eitt stig í Fuglafirði, men tað
krevur at verjuparturin stendur
sterkarin enn hann gjørdi
mánakvøldið, tá KÍ kundi havt
vunnið við tveysiffra málum.
Tað kemur illa við á Argjum, at
Rógvi Poulsen framvegis hevur
trupulleikar við fótinum og
verður helst ikki við. Okkurt
bendir á, at argjamenn fara at
leita sær styrk í summar.
ÍF hevur munin í hesi
uppgerðini. Liðið hevur sum tað
Upptakt:
Betri deildin 6. umfar: Tað eru dystir í
toppinum og botninum, sum kunnu fáa stóra
ávirkan á summararbeiðið hjá flestu av
feløgunum. Tveir dystir eru millum topp-fimm
feløg og tveir dystir eru millum botn-fimm
feløg. Hetta kann blíva dagur í viku hjá HB
Ikki við: Rógvi Poulsen
(fóturin, 1-2 vikur), Hans Jákup
Anfinnsson (brot í fótinum, 2
mánaðir)
Ikki við: Alex Mellemgaard
(leikbann), Símun Rógvi Hansen
(knæskaði, 2 vikur), Andrias H.
Eriksen (knæskaði, 2-3 vikur),
Erling Dávidsson (knæskaði,
ógreitt hvussu leingi), Hugin
Samuelsen (búkskaði, 2 vikur)
Ikki við: Poul G. Olsen (knæið,
vikur), Arnbjørn Hansen (fipur,
vikur), Fannhard A. Skoradal
(leikbann, 1 dyst)
Ikki við: Adrian Justinussen (brot
í fótinum, 6-8 vikur), Jógvan
Rói Davidsen (brotið rivjabein,
2-3 vikur), Tróndur Jensen
(krossband, langtíðarskaddur),
Hørður Askham (krossband,
langtíðarskaddur), Jákup L.
Thomsen (knæið, óvist), Teit
Jacosen (skurðviðgjørdur í
knænum, 4-6 mánaðir)
Ikki við: Pól Jákup Lundsbjerg
(knæið, 2-3 vikur)
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
AB
EB/STREYMUR
ÍF
EITT TÝÐANDI UMFAR
EITT TÝÐANDI UMFAR
FYRI ØLL FELØGINI
FYRI ØLL FELØGINI