hósdagur 4. juni 2020síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020
SOSIALURIN 44
6
Kappróður
O
ngastaðni í landinum
er tað so tætt millum
kappróðrarbátarnar,
sum
tað
er
á
Havnarvág.
Fólkagrundarlagið
hjá
teimum trimum róðrarfeløg
unum er tað størsta, og tað
sæst aftur í luttøkuni. Havnar
Róðrarfelag luttekur við 12
manningum, Argja Róðrarfelag
luttekur við átta manningum, og
Róðrarfelagið Knørrur luttekur
við sjey manningum.
-Áhugin millum børnini og
tey ungu at læra at rógva og so
at bjóða seg fram at taka lut í
kapping er vaksandi. Vit hava
tríggjar ungar manningar, sum
ikki hava meldað til FM kapp
ingina í summar. Tær venja og
læra at bera seg at í bátinum, og
so kann tað væl vera, at hesar
manningarnar taka eitt stig
meiri um eitt ár.
Tað sigur Bjarti Mohr, sum nú
í fleiri ár hevur verið formaður
í Havnar Róðrarfelag, sum er
størsta felagið í landinum.
Hví heldur tú, at áhugin er so
stórur í ár?
-Ivaleyst eru tað fleiri orsøkir
til tað. Korona og óvissan um,
um tað fór at bera til at fara
av landinum at ferðast er ein
partur av frágreiðingini. Ein
annar er, at tað ikki eru Oyggja
leikir í summar, og so spælir
tað ivaleyst eisini inn, at eingir
festivalar vera í juni og juli, sigur
Bjarti Mohr.
Hann vísir eisini á, at tað
hevur stóran týdning, at tað er
hugsað um at taka ímóti teim
um, sum hava hug at royna at
rógva:
-Kappróðurin er í kapping
við so nógv annað, sum børn
og ungdómar kunnu fáast við.
Tey velja og vraka. Hølini hjá
okkum eru slitin, tí har er nógv
ferðsla, men tað hevur týdning,
at bátarnir eru nýggir og góðir,
at tað eru umstøður at venja í
maskinum og við amboðum, at
vit hava fingið hita í gólvið og so
víðari. Her yður við lívi. Umframt
rógvararnar eru tað nógv onnur,
sum venja her – ymsar tíðir á
degnum – so her kennist vera
rættligt venjingarumhvørvið,
sigur Bjarti Mohr.
Í Havnar Róðrarfelag flotaðu
tey fyri nøkrum vikum síðani
nýtt 5-mannafar – Títling – sum
Sámal Hansen hevur smíðað.
Hesin báturin er serliga ætlaður
til barnaróðurin.
-Vit eru fegin um, at 8-manna
farið Ørvur er mannað og fer
at kappast í summar. Talan er
um rættiliga nýggjan bát, sum
tað enn ikki hevur eydnast at
manna, greiðir Bjarti Mohr frá.
Hann fegnast um áhugan
fyri kappróðri, sum tykist vera
vaksandi, men hann heldur, at
gongdin í 1990unum er ein av
orsøkunum til, at tað ikki eru
uppaftur fleiri, sum taka lut:
-Tá ið kreppan var í 1990
unum fluttu netto 5000 fólk
úr Føroyum. Tað vil siga, at
tað fluttu 7500 og 2500 fluttu
heimaftur. Tað sæst aftur í, at
tað í aldusbólkinum millum 15
og 30 ár eru 3000 færri nú, enn
tað vóru í 1990.
Ætla sær nýggjan Argjabát
Á Argjum er luttøkan umleið,
sum hon plagar at vera. 8-manna
farið Argjabáturin er flaggskipið,
meðan 10-mannafarið Drekin
Reyði stendur í neystinum, tí
tað eydnaðist ikki at manna
hann í ár.
-Vit vóna, at tað næsta
ár fer at eydnast at manna
10-mannafarið. Áhugin fyri
8-mannafarinum hevur altíð
verið stórur, og soleiðis er tað
framvegis. Vit hava bílagt eitt
nýtt 8-mannafar, sum vit fáa
undan 2021 kappingarárinum.
Tað sigur Jákup Joensen,
sum síðani 2016 hevur verið for
maður í Argja Róðrarfelag.
-Gamlir og roynir rógvarar
vegleiða børnunum og teimum
ungu. Tað er styrki hjá felag, tá ið
ikki øll tey, sum hava verið aktiv,
sleppa endanum, men halda
fram. Umleið helmingurin av
200 RÓGVA KAPP Í
Áhugin millum tey ungu
er vaksandi, og á Argjum
fyrireika tey seg at fáa nýggjan
Argjabát samstundis sum
tey harmast um, at tey í ár
ikki bjóða Havnarbátinum
og Orminum Langa av