hósdagur 4. juni 2020síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020
SOSIALURIN 44
7
Kappróður
manningini á Argjabátinum er
skift út síðani í fjør. Argjabáturin
vann FM í fjør, og genturnar á
Bliki vunnu FM. Nú rógva tær
í kvinnukappingini, og nýggjar
gentur manna Blik.
Ormurin Langi er
flaggskipið
Triðja felagið í høvuðsstaðnum
er Róðrarfelagið Knørrur. 24
ára gamli Allan Mouritsen varð
valdur til formann í vetur. Hann
hevur áður verið stýrimaður
umborð á Orminum Langa. Nú
stýrir formaðurin 8-manna
farinum Knørri.
-Jarnbardur er við aftur í
kappingini millum 6-mannafør
við kvinnum. Har verður Hern
ingur eisini. Umborð á Herningi
verður tað ikki vant so nógv, sum
tað verður umborð á Jarnbardi.
Bæði Tambar og Jallurin eru
mannaðir í kappingini millum
5-mannafør við dreingjum, og
so er ein nýggj gentumanning,
sum fer at royna seg umborð á
Jallinum. Vit eru ikki umboðað
í barnaróðrunum, greiðir Allan
Mouritsen frá.
Ormurin Langi var suverenur
FM vinnari í kappingini millum
10-mannafør bæði í fjør og í
fyrraárið.
-Fyritreytirnar eru ikki
optimalar í løtuni, tí í hesi vikuni
hava teir verið noyddir at skifta
tveir menn út, sum vóru skaddir,
men teir hava vant og fyrireikað
seg væl, og teir báðir, sum nú eru
komnir umborð, eru ikki óroyndir.
Sum tað sær út í løtuni verður
tað bara Havnarbáturin, sum fer
at bjóða Orminum Langa av.
Formaðurin í Havnar Róðr
arfelag greiðir soleiðis frá:
-Tað hevði verið øgiiga
harmuligt, um kappingin
millum 10-mannaførini hevði
dottið niðurfyri. Vit í Havnar
Róðrarfelag síggja heiður í, at
Havnarbáturin luttekur. Talan
er um unga manning, sum ongar
royndir hevur í 10-mannafari.
Men eg havi í semti sagt við
teir, at teir fara í hvussu so er
at hava silvurheiðursmerkini
suður aftur úr Klaksvík, og so
royndirnar, sum eru so týdn
ingarmiklar, sigur Bjari Mohr.
HØVUÐSSTAÐNUM