Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-04, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2020síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020 SOSIALURIN 44 8 Í dýrdarveðrinum týs­kvøld­ ið varð felagsmynd tikin av øllum rógvarunum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Manningarnar telja umleið 60 rógvarar. -Tað var ein fín løta, tá ið vit fingu Oliver Joensen á Norð­ lýsinum at taka myndir av øllum rógvarunum og manningunum. Vit høvdu bílagt nýggjar búnar, og tað var eitt sindur spennandi, um korona fór at forða fyri, at búnarnir komu áðrenn Norð­ oyastevnu, men so var tað so heppið, at teir komu týsdagin. Tað er nývaldi forkvinnan í Klaks­víkar Róðrarfelag, Sonja Kjølbro, sum greiðir frá. -Eg havi ongantíð róð kapp, og eg hevði ongantíð áður sitið í nevnd. Mín ítrótt var at spæla flogbólt. Maðurin róði í síni tíð kapp, hann var við til at endurstovna Klaks­ víkar Róðrarfelag og var við í Róðrarsambandinum eitt skifti. Vit eiga tríggjar dreingir – Brandur, Finnur og Jógvan – sum allir rógva kapp og ganga við lív og sál upp í sína ítrótt. At stuðla teimum og ferðast kring landið við øðrum foreldrum og kapp­ róðraráhugaðum dámar okkum væl, og so kemur tað næstan av sær sjálvum, at man verður blandaður upp í felagsarbeiðið, sigur Sonja Kjølbro. 18 ára gamli Brandur rør nú við Nevinum Reyða. 14 ára gamli Finnur rør við Fípuni Føgru og 13 ára gamli Jógvan rør við Sævar­moy. Tá ið vit fregnast eftir, um tað ikki hevði verið gott hugskot at tikið mynd av mammuni, sum er forkvinna í felagnum, og teimum trimum synunum, sum allir rógva kapp, so riggar tað ikki so væl. Synirnir tíma ikki sovorðið. Oliver Joensen er beinasamur maður, og við loyvi frá honum seta vit myndina her, sum hann tók frammanfyri Nólsoyar Páls húsini týskvøldið. Umframt allar manningarnar í Klaksvík hevur 6-mannafarið Sundabáturin eisini verið at sæð á vánni nú undan norð­ oyastevnu. Talan er um nýggja manning. Ungdómarnir eru fokus Áður hevur fokus fyrst og fremst verið á kappingini millum 10-mannaførini og so 8-mannaførini og 6-manna­ førini. Tað er framvegis spenn­ andi, men Sonja Kjølbro sigur, at tá ið roknað verður út frá Kappróður MAMMAN ER FORKVINNA HJÁ SYNUNUM Sonja Kjølbro tekur eitt tørn sum forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag, har hon eigur tríggjar synir, sum stórtrívast saman við nógvum øðrum ungdómum Nevndin í Klaksvíkar Róðrarfelag: Per Venned, Magnus Norðberg, Jóhan Mikkjalsson, Sonja Kjølbro og Elsa Maria í Beiti. Jan Venned og Torfinn Viðoy vóru burturstaddir Mynd: Oliver Joensen