hósdagur 4. juni 2020síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020
SOSIALURIN 44
9
luttakaratalinum, so tykist tað
sum um, at kappróðurin nú í
nógv størri mun snýr seg um
kappingina millum børn og
tannáringar.
-Barnaróðurin er vorðin
eitt plettskot, og tað smittar
aftur av á tann hátt, at tað eru
fleiri manningar, sum taka lut í
kappingini millum 5-mannafør
við gentum og hjá okkum her
norðuri serliga dreingjum. Í ár
hava vit tríggjar manningar,
sum luttaka í dreingjaróðrinum.
Tað er fyrstu ferð í søgu felagsins
at tríggjar dreingjamanningar
umboða Klaksvíkar Róðrarfelag.
– Vit plaga at luttaka við einari
manning - okkurt hendinga ár
við tveimum. So her er okkurt
við at broytast. At ung leggjast
aftrat hevur sjálvandi sera
stóran týdning fyri felagið. Tey
ungu eru ein av hornasteinunum
í felagnum, og vit merkja væl,
at tað er lívligt kring felagið, tá
ið tey eru við. Ein tilgongd av
ungum rógvarum skapar eisini
grundarlag fyri at manna størru
bátastøddirnar í framtíðini. Tað
vóna vit í øllum førum.
Klaksvíkar Róðrarfelag hev
ur hildið til á Biskupstøð í 40
ár. Klaksvíkar Kommuna eigur
neystið á Biskupstøð, og fyri
nøkrum árum síðani fekk róðr
arfelagið at vita, at kommunan
skuldi brúka økið á Biskupstøð
til annað virksemi. Ætlanin er,
at Klaksvíkar Róðrarfelag skal
flyta í nýtt neyst um ikki so
langa tíð. Men meðan tað verður
bíðað eftir tí, heldur virksemið á
Biskupstøð fram.
-Vit royna at skipa so fyri, at
rógvararnir kenna hetta sum
teirra felagshús. Hóast neystið
á Biskupstøð er gamalt og slitið,
so trívast rógvararnir sera væl í
neystinum. Tað er opið at koma
og fara, og vit plaga at taka til, at
tann síðsti læsir. Tað skal vera
læst um náttina.
Hvussu gongur við at fáa fólk
at hjálpa til?
- Magnus Norðberg, sum
hevur nógvar royndir í kapp
róðri, er høvuðsvenjari. Hann
leggur venjingarnar til rættis og
hevur manningarnar um hendi.
Í barnaróðrinum er tað eitt krav,
at tann, sum stýrir skal vera yvir
18 ár. Tað er altíð ein avbjóðing at
fáa fólk at stýra kappróðrarbáti,
men tíbetur eru tað eldsálir
her norðuri sum hjálpa væl til
- hesi eru gull verd. Tað er eitt
stórt tiltak, sum vit skipa fyri
um árið. Tað er kappróðurin á
Norðoyastevnu. Hendan dagin
munnu tað verða eini 50 fólk og
fleiri fyritøkur sum taka eina
hond í við ymiskum uppgávum.
Tað eru vit ófatiliga takksom fyri.
Felagið hevur góðan fíggjarligan
stuðul í Norðoya Sparikassa, sum
er okkara høvuðsstuðul. Men tá
ið tøk skulu takast, eitt nú at fáa
nýggjan bát, so mugu vit fáa
annan stuðul við. Sum heild vísa
fyritøkurnar her norðuri okkum
stóra vælvild, og tað hevur so
ómetaliga nógv at siga fyri
okkum, greiðir forkvinnan frá.
Nýtt 5-mannafar
Tað eru alsamt fleiri ung sum
vísa áhuga fyri kappróðri, og
tí verður eitt nýtt 5-mannafar
smíðað til felagið í løtuni.
RSF broytti lógina um aldurs
mark í kappróðri í fjør, so nú
ber til at rógva kapp longu sum
11 ár. Ein skilagóð avgerð, tá tað
ræður um tilgongd av ungum
rógvarum. Men hetta merkir
eisini, at 5-mannaførini er tann
bátastøddin, sum verður nógv
mest brúkt, og bátarnir slítast
eisini mest.
Í fjør varð ein nýggj Fípa
Fagra smíðað til felagið, og í ár
kemur so næsta 5-mannafarið til
felagið. At hava góð 5-mannafør
til ungu rógvararnar hevur nógv
at siga.
Tað er kostnaðarmikið at út
vega nýggjan kappróðrarbát.
Christian í Grótinum, JFK og
Norðoya Sparikassi hava rindað
nýggja bátin. Harumframt
hevur felagið fingið stuðul frá
Róðrargrunninum.
Nýggja 5-mannafarið verður
tann níggjundi báturin í flota
num hjá KRF. Sámal Hansen
hevur smíðað teir allar, uttan
Snípuna, sum Niclas í Koltri
smíðaði fyri 40 árum síðani.
Snípan verður ikki brúkt longur.
SÆVARMOY
Nýggja 5-mannafarið hjá KRF
fer at eita SÆVARMOY.
Í vár heitti nevndin í Klaks
víkar Róðrarfelag á Per Jacobsen
í Klaksvík um at finna eitt hóski
ligt navn til nýggja 5-manna
farið. Per kom við trimum góðum
uppskotum. Eitt av teimum var
serstaka navnið SÆVARMOY.
Grundgevingin at velja
SÆVARMOY er henda:
Fleiri nøvn á bátum hjá
Klaksvíkar Róðrarfelag eru at
finna millum føroyskan skald
skap av manna munni – kvæði
og sagnir, sum eru kvøðin og
fortald manna millum.
SÆVARMOY er úr kvæðamáli,
og merkir havfrúgv (sævar >
hav) og (moy > frúgv).
Í “Høgna tátti”, sum er triði
táttur av Sjúrðarkvæðunum, eru
bæði sævarkvinna (havfrúgv)
og sævarmaður (havmaður).
SÆVARMOY er samanrenning
av hesum forskoytinum, og so
orðinum “Sjóvarmoy”, sum er
at finna í ævintýrakendu yrk
ingini eftir fugloyinginum S.M.
Zachariassen - yrkt í 1894.
Í Klaksvík eitur ein gøta við
sjóvarmálan Sævargøta, og
Hanus G. Johansen syngur eina
vakra yrking eftir Poul F. sum
eitur SÆVARMOY.
Enn er SÆVARMOY ikki kom
in til Klaksvíkar, men tað verður
roknað við, at báturin verður
flotaður í summar.
Kappróður
NEVNDIN Í KLAKSVÍKAR RÓÐRARFELAG ER:
Sonja Kjølbro, forkvinna
Per Venned, næstformaður
Elsa Maria í Beiti, kassameistari
Magnus Norðberg, skrivari
Jan Venned, nevndarlimur
Torfinn Viðoy, varalimur
Jóhan Mikkjalsson, varalimur