hósdagur 4. juni 2020síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020
SOSIALURIN 44
10
Kappróður
H
vør vann henda róð
urin, og hvussu ofta
hevur hasin báturin
vunnið eitt nú á
norðoyastevnu. Hetta eru dømi
upp á spurningar, sum tað síðstu
tíðina hevur verið neyðugt at
grava djúpt og leingi fyri at
finna svarini á.
Síðani heimasíðan drekin.fo
og seinni stavnur.fo myndaliga
talað løgdu árarnar inn, hevur
tað verið ógvuliga torført hjá
miðlunum og øllum øðrum,
sum hava áhuga fyri kappróðri
at finna fram til og brúka kapp
róðrarhagtøl.
Róðrarsambandið hevur havt
úrslitini í róðrunum síðani 2017
á heimasíðuni rsf.fo, men nú er
steindeytt. Eingi hagtøl eru at
síggja.
Forkvinnan í Róðrarsam
bandinum, Annika Dalsgarð,
sigur, at nú fer aftur at vera
møguleiki fyri at síggja róðrar
hagtøl.
-Vit hava arbeitt við hesum,
og nú verður tað. Vit vóna, at
úrslitaparturin verður tøkur á
heimasíðuna norðoyastevnu
aftan, tá ið ársins fyrsti FM
kappróður verður. Tá fer at bera
til at leita upp á ymsar mátar.
Eitt nú eftir vinnarum og tíðum
á ymsu stevnunum og yvirlitum
yvir FM vinnarar og so víðari.
FM kappingar í 57 ár
Tað var partur av gerandisdeg
num hjá føroyingum at kapp
rógva.
Skipaður kappróður hevur
verið á ólavsøku í meiri enn
hundrað ár, og síðani fyrstu
norðoyastevnuna, sum var í
1936, hevur kappróður verið
partur av stevnuskránni.
Í fimmti árunum varð farið
alt meiri til at kapprógva í
bátum, sum serliga vórðu smíð
aðir til hetta endamálið, og í
1964 var fyrsti FM kappróð
urin. Frá 1964 og fram til 1972
var serligur kappróður ein
sunnudag eftir ólavsøku. Vinn
arin av tí róðrinum var føroya
meistari. Tá varð kappast í
5-mannaførum við gentum og
dreingjum, 8-mannaførum og
10-mannaførum.
Undirtøkan var so sum so,
og í 1973 varð lagt um til ta
skipanina, sum síðani hevur
verið. At tað verður kappast á
stevnum kring landið, og tann
báturin, sum hevur flest stig,
tá ið ólavsøkuróðurin er av, er
føroyameistari.
Í blaðnum í dag er yvirlit yvir
allar FM vinnararnar síðani 1964.
Yvirlitið er grundað á bókina
ÍSF 50 ár og á Sosialin og í
onkrum førum Dimmalætting
og Dagblaðið.
RSF 40 ár
Tey fyrstu árini var tað ÍSF, sum
tók sær av at skipa fyri FM kapp
róðrinum saman við lokalu fyri
reikarunum.
Í 1980 varð Róðrarsamband
Føroya stovnað. Tað tók tá við
ábyrgdini, sum róðrardeildin hjá
ÍSF hevði havt.
Í fyrstu nevndini í Róðrar
sambandi Føroya vóru Ísak
Mikladal, formaður, Bjarni Berg,
næstformaður, Dánjal Joensen,
skrivari, og Piddi Lamhauge,
eykamaður.
Í nevndini fyri RSF eru nú
Annika Dalsgarð, forkvinna,
Elsa Magnussen, næstfor
kvinna, Rúni Joensen, nevndar
limur, Irena Nolsøe, skrivari, og
Hallgrím Hansen, kappingar
leiðari.
Í góðveðrinum mikukvøldið
vóru umboð fyri nevndina í
RSF í Klaksvík og fundaðust við
nevndina fyri Klaksvíkar Róðr
arfelag.
Umstøðurnar at rógva kapp
eru góðar.
Hvussu tað verður við veðri
num er ein onnur søga, sum tað
einki fæst gjørt við uttan at lesa
forsøgnirnar og so bíða eftir,
hvussu tað fer at taka seg upp.
Nú vera hagtølini aftur at síggja
Forkvinnan í RSF sigur,
at úrslitatænastan hjá
Róðrarsambandinum verður
almenn undan róðrinum
á norðoyastevnu