Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-04, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2020síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020 SOSIALURIN 44 12 Kappróður VILMUND JACOBSEN R ógvi Kærbech er for­ maður í Vágs Kapp­ róðr­arfelag, og í Vági er tey rættiliga spent til kappróðrarárið í ár. Í fjør var spenningurin serliga stórur millum 5-mannaførini við dreingjum, har ólavsøkuróðurin rættiliga gjørdist avgerandi. Undan róðrinum á ólavsøku var javnt í stigum millum Royndina Fríðu úr Vági og Heyk úr Hósvíkar Róðrarfelag, og spenningurin millum bátarnar um FM-heitið helt sær heilt til mál­strikuna, har Royndin Fríða at enda gjørdist ein lítlan skut frammanfyri Heyk. - Ein partur av manningini, sum vann FM við Roydini Fríðu í fjør, var av ítróttarháskúlanum í Vági. Sum kappróðrarárið leið, fór onkur drongur av, tí við­ komandi fór uttanlands, og síðan komu lokalir umborð. Eg haldi, at tað at enda vóru tríggir av skúlanum og tríggir lokalir, sum róðu við 5-mannafarinum, sum í sera spennandi kapping við aðrar bátar gjørdist FM- vinnari. Minnist eg rætt, vunnu eini trý 5-mannafør við dreingjum ymiskar stevnur í fjør. Rógvi Kærbech vísir á, at allir, sum róðu við Royndini Fríðu í fjør, vóru væl fyri og høvdu róð áður. - Teir lokalu, sum komu um­ borð, tá aðrir fóru av, høvdu eisini verið við í barnaróðri, tá teir vóru yngri, sigur hann. Góð undirtøka Vágs Kappróðrarfelag hevur góða tilgongd við ungum rógvarum, og í summar hevur felagið ikki færri enn fýra manni­ngar í barnaróðri við ávika­vist Fiskinum og Svaluni, har ein gentumanning og ein dreingjamanning er við hvørjum av hesum bátum. - Tey, sum rógva við Fiskinum, róðu eisini í fjør. Hetta er soleiðis annað árið hjá teimum, og hesar manningar verða við á norð­ oyastevnu. Manningarnar á Svaluni eru nýliga byrjaðar, og Svalan fer tískil ikki at luttaka á ársins fyrstu summarstevnu. Rógvi Kærbech sigur, at hóast bara tríggir, sum róðu við Roynd­ini Fríðu í fjør, eru við aftur í ár, so væntar hann kortin, at dreingirnir aftur í ár fara at fáa eitt spennandi kappróðrarár. - Teir tríggir, sum gingu á ítróttar­háskúla her suðuri í fjør og sum vóru við Royndini Fríðu til kappingarlok, eru ikki her suðuri longur, og eg havi skilt, at onkur teirra nú rør við nýggja bátinum Títtlingi hjá Havnar Róðrarfelag. Men, teir sum nú eru komnir umborð á Royndina Fríðu, eru eisini royndir rógvarar. So, eg vænti, at tað verður sera spennandi mill­ um 5-mannaførini við dreingj­ um í ár, sigur hann. Kvinnur máttu gevast Ætlanin var, at Royndin Fríða eisini skuldi rógva við kvinn­ um í ár, og tær vóru eisini byrj­aðar at venja. Men, tá Før­ oyar vórðu raktar av korona- farsóttini, bar ikki til hjá teimum at rógva longur, tí arbeiðs­ tíðirnar passaðu ikki so væl við venjingartíðirnar. Onkur arbeiddi eisini innan heilsu­ verkið, og tí riggaði tað ikki so væl við rógvingini. - Fleiri av kvinnunum hava róð áður, so tað var sjálvsagt eitt sindur spell, at tær máttu gevast, men her var neyðugt at laga seg til broyttu umstøðurnar, og so­ leiðis kemur Royndin Fríða ikki at rógva við kvinnum í ár. Rógvi Kærbech vísir á, at Vágs Kappróðrarfelag hevur ikki mannað 5-mannafar við gent­um í nøkur ár. - Tær vóru við nøkur ár her­ fyri, men tað hildnaðist ikki so væl. Nú hava vit so tvær gentu­ man­ningar í barnaróðri, og vit kunnu vóna, at tað ikki gongur so long tíð, til vit aftur hava 5-mannafar mannað við gent­ um. Formaðurin leggur aftrat, at 6-mannafarið Smyril eisini er mannaður við monnum, har allir eru royndir rógvarar. Onkur av teim­um, sum róðu við Suðringi í fjør, rør við Smyrli í ár. - 10-mannafarið Suðringur, sum er felags bátur fyri Vágs Kapp­róðrarfelag og Froðbiar sóknar Róðrarfelag, er ikki mann­aður í ár, men vónandi gongur ikki so long tíð, til hann verður mannaður aftur, sigur Rógvi Kærbech. Fantastiskt neyst Í Vági er nógv sjálvboðin tíð og orka løgd í at fáa eitt nýtt kappróðrarneyst liðugt. Talan er um bygningin, sum Strand­fara­ skip Landsins átti beint uttan fyri fiskavirkið, Suðurfisk. - Hetta var ein vørugoymsla hjá SSL. Vit keyptu bygningin nøkur ár herfyri og hava seinastu tvey árini arbeitt dúgliga við at dagført bygningin innan, og nú nærkast vit endanum við hesum arbeiði. Rógvi Kærbech sigur, at Vágs Kappróðrarfelag hevur selt gamla neystið, sum felagið átti. - Í nýggju hølunum, sum eru fleiri ferðir so stór, sum gomlu hølini vóru, fáa vit fantastiskar um­støður - ja, eg vænti, at vit fara at hava flottasta kapp­ róðrar­neyst í Føroyum. Formaðurin vísir á, at bát­ arnir hjá felagnum eru fluttir yvir í nýggja neystið, men í ovaru hæddini er alt ikki ordiliga liðugt enn, tó at arbeiðið nú líður rætti­liga væl. - Venjingarhølini, skiftirúm og brúsurúm eru liðug. Í ovaru hæddini verður eisini uppi­halds­ rúm, skrivstovur, wc’ir og køkur. Alt arbeiði, sum higartil er gjørt, hevur verið sjálvboðið, og í vetur fara vit at gera tað, ið er eftir. Vit hava eisini nøkur vingeygu eftir, sum skulu skiftast. Vágs Kappróðrarfelag hevur nýliga keypt tíggju nýggjar rógvimaskinur, sum standa í nýggja neystinum. Hava góðar stuðlar Rógvi Kærbech sigur, at nevnd og limir í kappróðrarfelagnum hava arbeitt í neystinum mána­ dag, týsdag, mikudag og hós­dag frá klokkan 16 til 18. Fríggja­dag hevur verið friður, men leyg­ ar­morgun klokkan 08 eru fólk farin í gongd aftur, og tá hevur verið hildið fram til middags. - Eg má siga, at í fyrsta lagi hava konurnar hjá okkum verið tolnar, og vit hava nógv at takka limum og góðum stuðl­ um fyri, bæði yngri og eldri. Bæði her í kommununi, øðrum kommunum í syðru helvt av oynni og í vinnuni hava vit eisini Kappróðurin er í góðum hondum í Vágs kommunu, og her er góð tilgongd við ungum rógvarum. Í summar hevur felagið ikki færri enn fýra manningar í barnaróðri við ávikavist Fiskinum og Svaluni Rógvi Kærbech er formaður í Vágs Kappróðrarfelag VÁGS KAPPRÓÐRAR­ VÁGS KAPPRÓÐRAR­ FELAG FELAG FÆR ALLAR FÆR ALLAR BESTU UMSTØÐUR BESTU UMSTØÐUR