Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-04, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2020síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020 SOSIALURIN 44 13 Kappróður havt dyggan stuðul. Eitt nú hava bæði Vágs Timburhandil, Tanga­ virkið, MR-El og aðrar fyritøkur kring fjørðin verið fantastiskir stuðlar undir verkætlanini. Formaðurin í Vágs Kapp­ róðr­ar­felag sigur, at tey í allari byggingini ikki hava goldið eina einastu krónu í arbeiðsløn. Kappróður sum vanligt Hin 29. juni verður jóansøka hildin í Vági, og tá verður kapp­ róð­urin fyriskipaður, soleiðis sum hann plagar at vera. - Her verður einki broytt í mun til onnur ár, og vit fara eisini at selja atgongumerki sum vanligt. Tey, sum ikki vilja savnast millum onnur, hava allar møguleikar at fylgja kapp­ róðrinum av syðra landi, har fólk kunnu fylgja róðrinum frá byrjan til enda. Formaðurin í Vágs Kapp­ róðrar­felag ásannar, at tað eru inn­tøkurnar frá kappróðrinum á jóansøku í Vági, sum eisini eru við til at fíggja árið eftir, tá jóan­ søka er á Tvøroyri. Rógvi Kærbech sigur, at tað neyvan verður nakar almennur dansur á jóansøku í ár, og tað verður heldur einki tivoli. - Men, vit ætla, at alt kapp­ róðr­ar­tiltakið verður, soleiðis sum tað plagar at verða, legg­ur formaðurin í Vágs Kapp­róðr­ar­ felag aftrat. Í allari byggingini er ikki ein króna goldin í arbeiðsløn. Alt hevur verið sjálvboðið. Í kappróðrarfelagnum fegnast tey um fantastiska stuðulin Umstøðurnar í nýggja kappróðrarneystinum verða sera góðar, og her verður pláss fyri øllum bátunum hjá felagnum Karmarnir kring Vágs Kappróðrarfelag verða eru framúr, nú nýggja neystið skjótt stendur liðugt