hósdagur 4. juni 2020síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020
SOSIALURIN 44
14
Kappróður
K
oronatíðirnar seta sín
ar avmarkingar – eisi
ni í kappróðrinum.
Men tað er eisi
ni, tá ið tíðirnar eru trongar og
óvanligar, at hugflogið av álvara
vísir seg.
Klaksvíkar Róðrarfelag hevur
boðað frá – í samráð við landsins
myndugleikar og Klaksvíkar
kommunu – at tey mæla fólki
frá at savnast á havnarlagnum
vestaru megin, tá ið kappróðurin
verður.
Tað er har, at kappróðrar
bátarnir verða settir, tá ið teir
leygardagin koma til Klaksvíkar.
Tað er har, teir verða flotaðir, og
tað er har áskoðararnir plaga at
standa og fylgja við, og tað er har
endamálið er.
Endamálið er á sama stað,
sum tað plagar at vera, bátarnir
fara at standa á sama stað, sum
teir plaga at standa, teir fara at
verða flotaðir á sama stað, sum
teir plaga at verða flotaðir, og
teir verða drignir aftur í sama
stað, sum teir plaga at verða
drignir.
Hetta er alt, sum tað plagar
at vera. Men Klaksvíkar Róðrar
felag boðar frá, at tað verður
mælt áskoðarunum frá at koma á
róðrarøkið, og at heiðursmerkja-
og steypahandan verður ikki
skipað soleiðis, sum tað plagar
at vera.
Áskoðaragjaldið er vanliga
ein ikki so lítil partur av inntøku
grundarlagnum hjá Klaksvíkar
Róðrarfelag. Soleiðis verður tað
ikki í ár, tí tað verður ikki skipað
fyri innkrevjing. Tað verður
ókeypis at hyggja, og tað ber væl
til at fylgja við.
Hóast tað ikki ber til at
fara á vanliga staðið á vestara
havnarlag í Klaksvík at hyggja,
so eru møguleikarnir nógvir at
fylgja við.
Á hjáløgdu mynd vísa klaks
víkingar á, hvar tað ber til at
fylgja við í tí, sum gongur fyri
seg á vánni. Tað ber eisini til at
sita fyri vindeygunum í øllum
húsunum, sum bæði eystanfyri
og vestanfyri hava so sera gott
útsýni yvir vánna.
Og so verður í vegleiðingini,
sum er send út, lagt aftrat, at tað
ber til at fylgja við í sjónvarpi
num. Tað man vera ein møgu
leiki, sum fleiri fara at taka av. Tí
tað verður ikki boðað frá serliga
góðum líkindum seinnapartin
leygardagin.
Meðan landið alt og Norð
oyggjar og Klaksvík fyri hvítu
sunnu, um høgtina og eisini í
hesi vikuni hevur verið sign
að við fínum veðri og góðum
róðrarlíkindum, so siga veður
vánirnar, at tað nú verður
høgætt við fitt av vindi. Tað
ber kulda við sær norðanfyri,
og møguleiki er fyri, at høgu
fjøllini kring Klaksvík – í Kynoy
og Borðoy – leygardagin fara at
vera hvít.
Klaksvíkar Róðrarfelag sigur,
at tað er møguleiki at stuðla
felagnum við at flyta eina upp
hædd – kanska atgongugjaldið
ella meiri enn tað – á kontu hjá
felagnum.
Góðir at skipa fyri
Veður og vind ber tað ikki til at
gera nakað við. Men tær fyri
reikingar, sum skulu gerast,
eru í góðum hondum norðuri í
Klaksvík.
Luturin hjá Róðrarsam
bandinum er at góðkenna
róðrarøkið og at halda skil á
sjálvum róðrinum. Kommunan
spælir við, tá ið tað ræður um
amboð og tilfar, og tað gera
vinnufyritøkurnar í býnum so
sanniliga eisini.
Eyðkent fyri alt hetta er, at
tað eru fólk, ið ár um ár og hjá
summum í heilt nógv ár, sum
leggja til rættis og skipa fyri.
ÁSKOÐARARNIR SKULU
HALDA SEG BURTUR
Hóast tað verður mælt frá at møta á vanliga áskoðaraøkinum, so
eru nógvir møguleikar at fylgja við kappróðrinum í Klaksvík