hósdagur 4. juni 2020síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020
SOSIALURIN 44
20
Kappróður
VILMUND JACOBSEN
F
ormaður í Froðbiar
sóknar Róðrarfelag er
Linn M. Augustinussen.
Hann kom í nevnd felag
sins í 2015 og hevur nú sitið sum
formaður í stívliga eitt ár.
Hann sigur, at tað er stórur
aktivitetur í felagnum við
stórari tilgongd av bæði børnum
og tilkomnum fólki, sum hava
róð áður.
- Taka vit børnini fyrst,
fara vit á norðoyastevnu við
5-mannafarinum
Firvaldi,
mannaður við gentum. Síðan
hava vit tvær gentumanningar
við í barnaróðri - onnur umborð
á Firðildi og hin umborð á Huldu,
og vit hava eisini eina barna
manning við dreingjum.
Hetta er fyrsta árið, sigur for
maðurin, at genturnar á Firðildi
og Huldu, sum manna hesar
bátar í ár, fara at rógva barna
róður.
Nýggjur Firvaldur
Linn M. Augustinussen vísir á,
at Froðbiar sóknar Róðrarfelag
fyri fáum vikum síðan flotaði
ein nýggjan og snøggan Firvald,
sum Sámal Hansen hevur
smíðað.
Hann sigur, at hetta er annað
árið, at somu gentur manna Fir
vald sum gentumanning, og
frammanundan hava tær eisini
róð saman í tvey ár í barnaróðri.
- Í fjør endaðu tær á einum
flottum 3. plássi í FM-róðrinum.
Nú eru vit spent eftir at síggja,
hvussu kappróðrarárið í ár fer at
roynast hjá gentunum.
Formaðurin heldur tað vera
umráðandi, at hildið verður
fram við barnaróðri - í øllum
førum í nøkur ár aftrat.
- Tvær ungar dreingjamann
ingar venja eisini í 5-mannafari
num Tistli. Ungu dreingirnir eru
ikki klárir at fara til FM-róður
enn, men vit vóna, at teir fara
at luttaka seinni í ár.
Tað er eisini vónin hjá Froð
biar sóknar Róðrarfelag, at ein
gentumanning kemur at rógva
við Huldu seinni í róðrarárinum.
Tilkomnir rógvarar
Linn M. Augustinussen sigur, at
tað gleðiliga eisini er hent í ár,
at fleiri tilkomnir rógvarar hava
vent aftur til felagið í ár.
- Hetta eru fólk, sum hava
róð áður - fólk, sum kanska
eru millum 20 og 45 ára aldur.
Menninir hava róð í Tvørá
bátinum eina ferð um vikuna
í eina tíð og kvinnunar, sum
rógva í Tistli, hava higartil verið
einaferð í bátinum.
Formaðurin í Froðbiar sóknar
Róðrarfelag sigur, at tað er ikki
vist, at menn og kvinnur endi
liga fara at luttaka í elitu-rógv
ing í ár, tí í fyrsta lagi er hetta
fyri at vera í gongd og hava tað
stuttligt.
- Men, líka mikið, hvussu
verður, er tað stuttligt, at bæði
børn, ung og tilkomin trívast
og hava hug at vera virkin í
felagnum, sigur hann.
Venja eisini inni
Umstøðurnar hjá Froðbiar sókn
ar Róðrarfelag eru ikki serliga
góðar í løtuni, tá ræður um at
hava bátarnar undir taki.
- Her eru shippingfeløg, sum
hava víst felagnum vælvild,
soleiðis at bátarnir kunnu
standa í bingjum við bátahylin
í Trongisvági.
Linn M. Augustinussen sigur,
at kappróðrarbátarnir kunnu
ikki standa inni í neystinum
í løtuni, men í ovaru hæddini
í neystinum er maskinur til
innanduravenjing, sum róðrar
fólk brúka.
- Vit eru sera fegin um ta góðu
tilgongd sum er av rógvarum í
felagnum í løtuni, og vit síggja
ljóst upp á framtíðina hjá Froð
biar sóknar Róðrarfelag, leggur
hann aftrat.
GÓÐ TILGONGD AV BÆÐI
BØRNUM OG VAKSNUM
- Vit eru sera fegin um ta góðu
tilgongd sum er av rógvarum
í felagnum í løtuni, og vit
síggja ljóst upp á framtíðina,
sigur formaðurin í Froðbiar
sóknar Róðrarfelag
- Tað stuttligt, at bæði børn, ung og tilkomin trívast og
hava hug at vera virkin í felagnum, sigur formaðurin í
Froðbiar sóknar Róðrarfelag, Linn M. Augustinussen
Í fjør endaði gentumanningin á Firvaldi á einum flottum triðja plássi í FM-róðrinum. Tað er vónin hjá Froðbiar sóknar
Róðrarfelag, at ein gentumanning eisini kemur at rógva við Huldu seinni í róðrarárinum