Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-04, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2020síða 49

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020 SOSIALURIN 44 21 Kappróður VILMUND JACOBSEN J ann T. Eldevig er formaður í Hval­víkar-Streymnesar Róðr­ar­felag, og tað hevur hann verið í fleiri ár. Hann hevur sjálvur róð í fleiri ár, og hann var seinast umborð á 6-mannafarinum Hósvíkingi í 2006. Síðan tá hevur hann verið við í onkrari stuttleikarógving, eitt nú við Greivanum á ólav­ søku. - Eg havi róð fyri meg, sigur for­maðurin brosandi. Í ár hevur felagið bara eina barnamanning. Tað er ein dreingjamanning, ið rør við Nísuni, sum áður hevði navnið, Báran. Barnamanningin verður ikki við á ársins fyrstu summar­ stevnu - norðoyastevnu - sum verður í Klaksvík hin 6. juni. - Vit høvdu okkara fyrstu barnamanning í fjør. Dreingirnir tíma sera væl. Teir dríva á, og tað er stuttligt at fylgja teimum, sigur formaðurin. Hava vant innandura Kappróðrarárið í ár verður øðrvísi enn onnur ár við tað, at mann­ingarnar, sum avleiðing av korona-tilmælunum, sluppu seint í bátarnar at venja. Hinvegin hava rógvarar havt møguleikan at vant innandura, og her fóru tey í Hvalvíkar- Streymnesar Róðrarfelag longu í gongd tíðliga í fjør heyst. - Vit hava bara havt tveir bátar, og so hava vit Nísuna aftrat. Bát­ arnir eru 5-mannafarið Báran og 6-mannafarið, Hvessingur, sigur formaðurin. Jann T. Eldevig sigur, at Báran fer at luttaka á norðoyastevnu við einari kvinnumanning, og Hvessingur fer at luttaka við monnum. Hann væntar ikki, at Báran verður mannað við dreingjamanning í hesum kapp­ róðrarári. - Umborð á Hvessingi eru ein partur av manningini nýggj, har einir tveir mans ikki hava róð áður. Tað er mest lokalt fólk, sum mannar Hvessing, men onk­ ur býr í Havn, sigur hann. Formaðurin í Hvalvíkar- Streym­nes­ar Róðrarfelag fegnast um tær góðu umstøður, sum kapp­róðrarfelagið hevur. - Vit hava eitt gott róðrarneyst við øllum fasilitetum, og her hava vit eisini rógvimaskinur og vektir. Í sjálvum neystinum, har bátarnir standa, er pláss fyri trimum bátum, men tá er trong­ ligt. Gamli Hvessingur Jann T. Eldevig sigur, at róðrar­ felag­ið eigur eisini ein fjórða bát, sum er gamli Hvessingur, ið Niclas í Koltri bygdi til felagið í 1976, tá róðrarfelagið eisini varð stovnað. - Gamli Hvessingur hevur ikki luttikið, síðan nýggi Hvessingur kom í 2008. Formaðurin vísir á, at gamli Hvess­ingur stendur í einum neysti í Hvalvík, og hann verður av og á brúktur til stutt­leika­ rógving. - Tað er viðhvørt, at báturin verður flotaður av onkrari mann­ing, sum áður hevur róð við bátinum. Jann T. Eldevig vísir á, at gamli Hvessingur er í góðum stan­di, og tað er ikki sørt, ásannar for­ maðurin, at tey eru rættiliga góð við gamla bátin. - Teir nýggju bátarnir eru nógv lættari enn teir gomlu. Við tað, at Niclas í Koltri hevur smíðað gamla Hvessing, og báturin framvegis er í fín­um standi, ætla vit ikki at sleppa okkum av við hann, sigur formaðurin í Hvalvíkar-Streym­ nesar Róðrarfelag. BÁRAN OG HVESSINGUR FARA Á NORÐOYASTEVNU - Vit høvdu okkara fyrstu barnamanning í fjør. Dreingirnir tíma sera væl. Teir dríva á, og tað er stuttligt at fylgja teimum, sigur formaðurin í Hvalvíkar- Streymnesar Róðrarfelag Jann T. Eldevig er formaður í Hvalvíkar-Streymnesar Róðrarfelag