Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-04, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2020síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020 SOSIALURIN 44 22 Kappróður T að vóru dagar, tá ið tann navnframi Skála­bát­ urin varð róptur upp í hátalaranum og í út­ vørpum kring um í Før­oy­um, men síðani gull-tíðina í 1990-unum, og síðani gamli Skálabáturin fór upp á turt í 2006, hevur verið smáligt við bátsmanningum í Skála Róðr­ arfelagi. Í 2014 var ein dreingjamanning við í barnaróðri, og í fjør var fyri fyrstu ferð í mong ár ein kvinnu­ manning á Skála. Hetta var umborð á bátinum Svani. Men í ár verður aftur kappróður á Skála, har fólk mugu venja seg við eitt nýtt navn, tí báturin, sum er mannaður, 6-mannafarið Tind­ ur, er heimahoyrandi í Gøtu. Gjørd er ein býtisavtala, har tey í Gøtu afturfyri læna 5-manna­ farið Svan hjá Skála Róðrar­ felagi. Tindur er upprunaliga gamli Søl­mundur, sum bleiv bygdur í 00-unum, og sum felagið Tindur keypti brúktan fyri fáum árum síðani. Svan bygdi Terji Reinert Jakob­sen til Skála Róðrarfelag í 2018. Skála Róðrarfelag hevur fingið játtað stuðul úr Róðrar­ grunni Føroya, og ætlanin er at lata egið 6-mannafar byggja til komandi kappingarár. Vóna øktan áhuga Á Skála er kappróðurin í harð­ari kapping við fótbóltin og hond­ bóltin, sum fyllir nógv har um leiðir, og tað hevur víst seg at vera trupult at fáa nóg mikið av fólki til at manna bátarnar. Men at tað nú aftur hevur eydn­ast at manna ein bát gevur vónir um ljósari tíðir. - Eg vóni at tað birtist ein ávísur áhugi frá bygdini nú ein manning er, sum rør her í bygd­ ini, og at áhugin kann vera við til at eitt aktivari arbeiði verður gjørt fyri at manna bátarnar, sigur bátsformaðurin umborð á Tindi, Sonni Oddbjørn Johnsson. - Vit hava jú sera góðar um­ støður við venjingarrúmi við rógvimaskinum, renni­bond­ um, súkklum, útgerð til styrki­ venjing, brúsurúm og vesum, vísir hann á. Tindur verður fyrsta mann­ fólkamanning síðani Skálabátin í 2006. Ein nýggjur Skálabátur, sum Sámal Hansen bygdi hetta sama árið í 2006, luttók bara eitt ár í 10-mannaførum hjá monn­ um. Síðani hevur báturin lut­ tikið í Old Boys, men tað ger hann ikki longur. Stórur partur av manningini umborð á tí báti­ num vóru rógvarar frá gyltu 1990-unum. Gamla Skálabátin bygdi Niklas í Koltri í 1969. Hann varð seldur til Íslands í 2010, men í 2018 gjørdu menn av at keypa hann aftur til Skála, har sigurs­ vandi báturin nú má sigast at vera heimafturkomin. Nýggj manning Manningin, sum skal manna Tind í ár, er fyri ein stóran part nýggj. Tríggir av monnunum hava ongantíð róð áður, ein hevur róð barnaróður fyri mong­um árum síðan, og tveir av monn­unum róðu í fjør við Stráluni. - Hugurin hjá okkum báðum var góður at royna nakað meiri kapp­ingarárið 2020, og við tógvið stríð eydnaðist tað at manna bátin seinast í februar, greiðir Sonni Oddbjørn Johnsson frá, men leggur afturat, at av­bjóð­ ingar vóru í korona-tíðini, at onkur fór av bátinum, og at enda­liga manningin ikki var greið fyrr enn fyrst í mai. - Vit hava síðani skulla ígjøgn­ um grundleggjandi áralag tað mesta av tíðini, men upp á so stutta tíð, so má eg siga vit eru so væl fyrireikaðir sum vit kunnu vera við tí tíðarfreist, sum hevur verið, sigur hann. Vónirnar til kappingarárið eru bara heilt góðar, og teir ætla at taka seg fram. - Tað er ilt at spáa um møgu­ leik­a­rnar á Norð­oya­stevnu, men eg vænti at um hugur og vilji er til staðar at gera betringar ígjøgn­um árið, so kann okkurt gott spyrjast burturúr so hvørt sum stevnurnar ganga, sigur bátsformaðurin, Sonni Odd­ bjørn Johnsson, at enda. TEIR RÓGVA AFTUR Á SKÁLA Fyri fyrstuferð síðani 2006 er ein mannfólkamanning við í FM umboðandi Skála Róðrarfelag. Eitt 6-mannafar er lænt úr Gøtu, og luttøkan í ár gevur vónir um egnan bát og um øktan áhuga fyri kappróðri á Skála Manningin umborð á Tindi Ættarliðsskifti í Vestmanna T að hevur mangan verið trengri við kapp­róðr­ ar­bátum inni á vágni í Vestmanna enn tað hevur verið síðstu árini, har kanska serliga Vestmenningur og Havfrúgvin hjá kvinnum og dreingjum hava verið fastir fúsir, men ikki longur kappast. Í Vestmanna, sum er gomul kapp­róðrarbygd, eru tey mongu áhugaðu sum vera man hørm um gongdina, men tey kunnu tó ugga seg við, at tað eru sett tiltøk í verk fyri at økja um áhugan fyri kappróðri ímillum tey ungu og at tryggja framtíðina hjá kapp­ róðri í bygdini. VÍF Kappróður hevur onga manning við í vaksna­manna­ róðri­num í ár, men tey tøkini, sum áður hava verið tikin í bát­ unum úti á firðunum, verða nú heldur tikin á landi, har tey fara at hugsavna seg um barna­ róðurin og um framtíðina hjá kapp­róðrinum í Vestmanna. Ein av teimum, sum skal vera við í hesi tilgongdini, er Jón­vá Ellingsgaard, sum sjálv hevur skift árarnar út við nevndar­ arbeiði. - Eftir átta ár á kapp­róðrar­ síðuni havi eg tikið avgerð um at halda ein steðg og heldur leggja orkuna í barnaróðurin og fyrireiking til Fjarðastevnu í Vest­manna, sum verður 11. juli, sigur Jónvá. - Seinastu árini hava flestu mann­ingar okkara verið vaksna­ manna manningar, og hava tað ofta verið tey somu, ið hava róð ár eftir ár. Hóast okkara trúgvu rógvarar eru gull verdir, so er neyðugt at fáa yngri rógvarar til, sigur Jónvá og boðar frá ættarliðsskifti. - Seinastu 3-4 árini hava vit havt tað rættiliga trupult við at fáa bátarnar mannaðar, har ser­liga kvinnurnar á Havfrúnni og Fortunu hava verið raskar at hildið fast. Í ár kann mann Tað luttekur eingin bátur úr Vestmanna í vaksnamannaróðrinum í ár, men tvær stórar manningar eru við í barnaróðrinum, sum boða frá einum ættarliðsskifti og eftir ætlan skulu styrkja áhugan fyri kappróðri í Vestmanna