Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-04, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2020síða 51

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020 SOSIALURIN 44 23 Kappróður Í heiminum hjá Jonnu ­Hansen í Miðvági býr ein stór kappróðrarfamilja. Jonna luttekur sjálv í FM- kapp­róðrinum í ár, og tað gera ikki færri enn trý børn hjá henni eisini. Jonna er sjálv róðurskvinna um­borð á Frúnni í barna­róðr­ inum hjá dreingjum, har 12 ára gamli sonurin, Jóhannes, er partur av manningini. Døt­ ur­nar báðar, 22 ára gamla Kristina og 18 ára gamla Tóra, eru róðurskvinnur um­borð á ávikavist Rókinum í 5-manna­ førum hjá gentum og Riddara­ num í 6-mannaførum hjá monnum. Tey hava tað ikki frá fremmandum. Jonna byrjaði sum 15 ára gomul í 1988 sum róðurs­kvinna umborð á Ørnini í Sanda­vági, har Ørnin hetta árið vann sítt fyrsta FM. Trý systkin hjá Jonnu hava róð og verið róðursmenn og -kvinnur, og maðurin, Monrad Mouritsen, hevur róð við Argjabátinum síðst í 1980-unum. Eldri sonur teirra, 17 ára gamli Rógvi, hevur eisini róð, men hann rør tó ikki í ár. Róðrarprát Jonna sigur, at kappróðurin í familjuni helst breiddi seg til børnini tá ið tey sum lítil vóru von við at ganga ímillum kapp­ róðrarbátar, og heima við hús hjá teimum í dag er tað sjálvsagt nógvur kappróður á skránni. - Men gerandisdagurin hjá okkum sær helst út sum hjá flest­um øðrum familjum við arbeiði og skúla, sigur Jonna. - Tað fer tó nógv tíð við kapp­ róðri. Okkum dámar tað væl, og vit fáa tað at passa inn í okkara gerandisdag, sigur Jonna og leggur afturat, at prátið við nátturða­borðið oftast fellur inn á kappróður. Tað ger tað ikki verri, at mað­ urin eisini er gamal rógvari. - Hann veitir okkum fullan stuðul, og hann er eisini ein av fleiri monnum, sum hjálpa til við ymiskum praktiskum í neystinum og við bátunum, sigur Jonna. Serligar løtur Umborð á Frúnni, har Jonna er róðurskvinna, eru átta ung­ ir dreingir í 12-13 ára aldri, sum skiftast um at rógva. Hjá teim­ um er málið í ár at fáa betri úrslit enn teir fingu í fjør. Døturnar, sum eru umborð á Rókinum og Riddaranum, hava vunn­ið fleiri heiðursmerkir á leið­ini, men tær mangla enn sítt FM. Kanska verður hetta í ár. Hvat er tað sum ger, at Jonna ikki fær slept kappróðrinum? - Tað er bæði stuttligt og spenn­andi at rógva kapp, sigur hon. - Løturnar í neystinum og á vágni eru heilt serligar. Alt frá hørð­um venjingum til hugnaligu prát­ini, skemtiligu løturnar og ikki minst tær nattúruuplvingar man fær í bátinum. Hetta ger at man hevur hug at venda aftur ár um ár, sigur Jonna Hansen. - Prátið við nátturðaborðið er oftast um kappróður, sigur róðurskvinnan Jonna Hansen úr Miðvági, sum hevur trý børn, ið saman við henni fara at luttaka í FM-kappróðrinum í ár Møðgur eru róðurskvinnur Møðgurnar Jonna (mamman), Tóra og Kristina siga at vit skifta ættarlið, tí í alt 19 gentur og dreingir manna Hav­frúnna í barnaróðri, og eru vit sera glað um hetta. Vit vóna at hetta verður byrjan­ in til endurnýggjaðan og styrktan áhuga fyri kappróðri í Vestmanna, sigur hon. Fjarðastevnan Sjálv byrjaði Jónvá at rógva á Argjum í 2007, og eftir ein steðg upp á nøkur ár hevur hon síðani róð støðugt í Kvívík, Argjum og Vestmanna. Leiklutin sum nevndarfólk dámar henni bara væl, og har er tað serliga Fjarðastevnan, sum fyllir nógv. - Sum tað fyrsta á skránni var Fjarðastevnan í 2018, so vit sluppu beint í eldin. Hetta verð­ ur sostatt aðru ferð hendan nevndin skipar fyri Fjarða­ stevnu, men hesaferð gjørdist upp­gávan eitt sindur torfør, nú korona rakti og fleiri atlit skulu takast í hesum sambandi. Tó ganga fyrireikingarnar bara heilt væl og vit fáa góða hjálp og stuðul, sigur Jónvá. - Av tí at nevndin var heilt nýggj tá vit byrjaðu, so var nógv at seta seg inn í, og hava vit roynt at framt onkrar broytingar t.d. stytta vit málið í Vestmanna niður í 920 metrar fyri fyrstu ferð í ár, so tað verður spennandi at vita hvussu tað roynist, sigur hon. - Vit hava betrað um venj­ ingar­umstøðurnar í neystinum so tað er hugaligari at venja, og hava roynt at økt áhugan fyri rógv­ingini millum børnini, ið nú sær út til at hava givið úrslit. Nú fara vit at gera okkara besta at halda fast í teimum og vóna vit at hetta eydnast, sigur Jónvá. Stórar manningar Barnamanningarnar hjá VÍF Kappróðri eru spildurnýggjar. Talan er um 10 dreingir og níggju gentur, sum skiftast um hvørja venjing og stevnu, soleiðis øll fáa venjing at rógva í báðum borð­um og sleppa at royna seg á stevnu í summar. - Sum hjá flest øðrum kundi venjingin í bátunum ikki byrja fyrr enn hálvan mei, so tey hava ikki vant leingi í bátinum enn. Men tey eru øll ótrúliga røsk, læra bæði væl og skjótt, og hava tikið seg ómetaliga nógv fram uppá stutta tíð, sigur Jónvá og leggur afturat, tey eru sera errin av teimum. - Vónirnar hjá okkum eru, at tey koma at kenna gleðina, stuttleikan og samanhaldið í føroyskum kappróðri. At tey hava hug og dirvi at arbeiða fram ímóti einum máli og at menna seg fyri hvørja stevnu. Megna tey hetta, so er málið rokkið og vónandi gevur tað teimum hug at halda áfram komandi árini, sigur Jónvá Ellingsgaard at enda.