hósdagur 4. juni 2020síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020
SOSIALURIN 44
24
Kappróður
VILMUND JACOBSEN
E
va Vilhelm er forkvinna
í Hósvíkar Róðrarfelag.
Hon er ættað úr Froðba,
men býr í Hósvík.
Í Hósvíkar Róðrarfelag hava
tey eina barnamanning umborð
á 5-mannafarinum, Falkinum.
Tað eru dreingir sum rógva,
men eingin barnamanning er
við gentum í ár.
- Gentumanningin á 5-manna
farinum Falkinum eru ung. Her
eru fleiri, sum enn hava aldur
til barnaróður, meðan aðrar
eru vorðnar ov gamlar. So, tað
verður spennandi, hvussu tað
fer at gangast hesi manning, nú
hon fyrstu ferð luttekur í FM-
kapping í ár.
Óførir við Heyki
Eva Vilhelm vísir á, at dreingja
manningin umborð á 5-manna
farinum Heyki kappaðist ímóti
Royndini Fríðu úr Vági í fjør, og
her var um reppið, at teir endaðu
sum FM-vinnarar.
- Tað stóð á jøvnum í stigum
millum bátarnar undan ólav
søkuni, sum soleiðis gjørdist
avgerandi. Á ólavsøku eydnaðist
tað akkurát ikki. Royndin Fríða
fór fyrst um málstrikuna við
einari knappari rong á muni.
Men, okkara dreingir við Heyki
fingu kortini eitt fantastiska
gott kappingarár.
Formaðurin í Hósvíkar
Róðrarfelag vísir á, at dreingja
manningin á Heyki ætlaði
annars ikki at luttaka í FM-
kappingini í fjør, tí teir vóru júst
fluttir upp úr barnaróðrinum,
har teir høvdu róð saman í
nøkur ár.
- Men, teir fóru so á norð
oyastevnu at royna seg - og
vunnu róðurin. Hetta gav teim
um blóð á tonna. Teir vóru so við
alt kappingarárið og endaðu á
einum flottum øðrum plássi,
beint aftan fyri Royndina Fríðu.
Eva
Vilhelm
sigur,
at
dreingirnir umborð á Heyki
eru júst teir somu sum í fjør, og
tí verður ógvuliga spennandi
at fylgja við, hvussu tað fer at
gangast teimum.
Tvær kvinnumanningar
Í ár hevur Hósvíkar Róðrarfelag
eisini teknað tvær kvinnumann
ingar við til FM-róðurin.
- Onnur manningin rør við
Falki og hin við Heyki. Í fjør
høvdu vit onga kvinnumanning.
Tær, sum rógva í ár, eru í flestu
førum royndir rógvarar.
Forkvinnan í Hósvíkar
Róðrarfelag vísir á, at kvinnu
manningarnar umborð á Falki
og Heyki eru rímiliga væl bland
aðar í mun til royndir, men
kvinnurnar á Falki eru í miðal
eitt sindur yngri enn kvinnurnar
á Heyki.
6-mannafarið Hósvíkingur
er eisini tilmeldaður FM-
kappingina í ár, men bátur fer
ikki at rógva á norðoyastevnu.
- Tað eru serliga royndir menn
úr Havn, sum manna bátin, ið
rør fyri felagið hjá okkum, og
sum eg havi skilt, ætla teir at
luttaka á onkrum stevnum í
summar, sigur Eva Vilhelm.
Hon er væl nøgd
Forkvinnan í Hósvíkar Róðrar
felag er væl nøgd við ta undir
tøku, sum kappróðurin hevur í
løtuni.
- Jú, eg eri væl nøgd, og hetta
er stuttligt. Fyri fáum árum
síðan høvdu vit fyrst tríggjar
ella fýra manningar, og nú hava
vit fleiri. Vit eru ógvuliga spent
til norðoyastevnu.
Eva Vilhelm heldur, at hetta
kappróðrarárið verður eitt
sindur serstakt á tann hátt,
at flest allar manningar eru
byrjaðar at rógva í senn, nú
Føroyar hava verið raktar av
korona.
- Tað er trupult at meta um,
hvat hetta merkir. Hinvegin
hava rógvarar vant fyri seg
sjálvar, og vit hava eitt nú deilt
rógvimaskinur út til okkara
luttakarar, umframt at summi
sjálvi eiga rógvimaskinur.
Hon vísir á, at Hósvíkar
Róðrarfelag eigur sjey rógvi
maskinur, og tá kanska eini 2-4
børn, sum rógva, eru í onkrum
húsi, kunnu fleiri gera brúk av
hesum maskinum.
- Her hjá okkum í Hósvík vóru
børn og ung ógvuliga spent til at
sleppa í gongd aftur, tá tilmælini
komu um, at nú kundu venj
ingarnar í bátinum takast upp
aftur við neyðugum atliti og
fyrivarni. Tey hava eisini verið
ófør at vant, síðan møguleikin
beyðst aftur, leggur forkvinnan
í Hósvíkar Róðrarfelag, Eva
Vilhelm, aftrat.
DREINGIRNIR UMBORÐ HEYKI
GJØRDU EIN ORDILIGAN VØRR
- Eg eri væl nøgd, og hetta
er stuttligt. Fyri fáum árum
síðan høvdu vit fyrst tríggjar
ella fýra manningar, og nú
hava vit fleiri. Vit eru ógvuliga
spent til norðoyastevnu,
sigur forkvinnan í Hósvíkar
Róðrarfelag, Eva Vilhelm