Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 245 - 22. desember 2004 13 Fyri ætt og vinum verður gjørt kunnugt at kæri maður mín, pápi og abbi okkara Harry Wilsterman Wieringerwerf, Holland andaðist 20. desember, 64 ára gamal. Jarðarferðin verður jólaaftan. Maria, Andreas, Gudrun og Bo Okkara góði maður, pápi, sonur og beiggi Klæmint Olsen handilsskúlalærari andaðist í heiminum mánadagin 20. desember 2004, 52 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst í útvarpinum. Familjunnar vegna Ragnhild og døturnar Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum sýndu samkenslu, tá ið mín elskaða kona Johanna Laurine Asvea Hansen vanliga nevnd Ninna andaðist og var borin til hvíldar. Tøkk fyri troystandi orð, blómur, kransar og peningagávur. Tøkk øll, sum hjálptu til við jarðarferðini. Eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Hans Jacob NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 22. desember. Japetus. Ókent halgimenni, men kanska hevur hann navn eftir Jafeti, soni Nóa. Sólstøður og stytsti dagur. Brúðarmyndir í litum Brúðarmyndir í litum til jólablaðið skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 22. desember kl. 9.00 Sosialurin Árni Jacobsen 60 ár Í gjár, týsdagin 21. desemb- er, fylti Árni Jacobsen í Miðvági 60 ár. Hann er sonur Solveig, f. Johansen, og Alfred Jacobsen, bæði úr Sandavági. Árni tók læraraprógv á Silkeborg Seminarium í 1970. Heimafturkomin var hann fyrst lærari á Eiði í eitt ár, og síðani hevur hann verið lærari í Miðvágs- Sandavágs skúla. Áðrenn hann fór á læraraskúla, var hann vikarur á Slættanesi í 1962-63 og í Mikladali í 1966-67. Hann var á árs- skeiði í Havn 1996-97. Árni er trúgvur tjóðveld- ismaður og hevur umboðað Vágarnar á Flokstingi og aðrastaðni. Hann hevur eisini verið valevni fleiri ferðir. Kona Árna er Anna Elisa (Annlisa), f. Rasmussen úr Miðvági. Valdimar Olsen er settur sum nýggi deildarleiðarin hjá Skipafelagnum Føroyar í Runavík. Valdimar hevur arbeitt hjá Skipafelagnum í tíðarskeiðum síðani 1991, men byrjaði sum fastur lossari í 2001 og tók seinni kranaføraraloyvi til kranan, sum verður nýttur til olju- havnina. Valdimar hevur seinasta árið ella so verið formaður. Valdimar tekur starvið eftir Frederik Hansen, sum er settur til at byrja nýggja deild hjá Skipafelagnum í Stórabretlandi. Valdimar Olsen og Frederik Hansen á bryggjuni í Runavík Nýggjur leiðari hjá Skipafelagnum TÍÐINDASKRIV Bilstøðin Bil Mini-Taxi í Havn sigur í tíðindaskrivi, at í sambandi við at hýru- vognstakstirnir eru hækk- aðir, er taksturin hjá teim- um framvegis 55 krónur fyri styttri býtúrar. Býurin er býttur upp í 4 zonur, og í dagtímunum eru hámarksgjøldini fyri minsta takstin 55, 60, 66 og 71 krónur. At býurin er býttur upp í 4 zonur er rættvísari fyri kundan, sigur Karlon Winther, nevndarlimur í Sp/f Bil Mini-Taxi, og nevnir sum dømi at takst- urin er 55 krónur frá Far- støðini til t.d. Lands- sjúkrahúsið ella Gundadal. Eisini eru broytingar í tíðunum, tá taksturin skift- ir. Dagtaksturin er galdandi frá kl. 7.00 um morgunin til kl. 17.00, kvøldtaksturin er síðan galdandi frá 17.00 - 24. 00 og náttartaksturin frá kl. 24.00 - 7.00 um morg- unin: Sp/f Bil Mini-Taxi: Styttri býtúrar framvegis 55 krónur Karlon Winther, nevndarlimur í Sp/f Bil Mini-Taxi, sigur, at taksturin hjá teimum framvegis 55 krónur fyri styttri býtúrar Mynd: Jens Kristian Vang Jólaskipið, sum skuldi koma á Runavík í kvøld klokkan 18, kemur í staðin í annaðkvøld klokkan 18 Tað kemur einki jóla- skip á Runavík í kvøld sum ætlað. Kunningarstovan í Saltangará sigur, at ferðin hjá jólaskipinum er útsett til í annaðkvøld klokkan 18. Jólaskipið leggur til bryggju í bátahylinum í Heiðunum við gamla handilin hjá Olivari, har tiltakið "Gomul Jól í Heiðunum" er. - Jólamaðurin og fleiri av hansara hjálparfólkum eru við umborð á jólaskip- inum, og tey hava okkurt gott við til børnini, siga tey á Kunningarstovuni í Saltangará. -v. Jólaskipið útsett til í morgin