mikudagur 22. desember 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 247 - 24. desember 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Mikudagin 15. desember
2004 hevði Petur Jacobsen
starvast 30 ár hjá Tórs-
havnar Sløkkiliði.
Hann fekk starv sum
fastur
brandmaður
hjá
Tórshavnar Sløkkiliði 15.
desember 1974 á Brand-
støðini við Varðagøtu.
Petur er í dag 64 ára
gamal. Hann er útbúgvin
elektrikari, lærdi hjá Leif
Mohr.
Hann koyrdi við egnum
hýruvogni á bilstøðini Taxa
í Havn fyrst í 60-unum.
Eisini arbeiddi í Thule í eitt
ár og sigldi úti við skipum
hjá DFDS.
Áðrenn Petur fekk starv á
Brandstøðini,
arbeiddi
hann í sjey ár hjá elfel-
agnum SEV.
Hann hevur arbeitt undir
sjey brandmeistarum, teir
eru: Símun Poulsen, Hilm-
ar Johannesen, Heri Weihe,
Erland Joensen, Brandur
Fríðmundsson, Peter Seloy,
og Kartni Jacobsen, sum er
brandmeistari í dag.
Petur sigur, at honum
hevur dámt arbeiði væl,
Brandstøðin er eitt gott
arbeiðspláss. Arbeiðið er
ógvuliga fjølbroytt, tað
kann vera spennandi og
avbjóðandi og ikki altíð so
tespiligt, men sanniliga
eisini nógvar góðar løtur.
Petur Jacobsen, Tórshavn:
30 ára starvsdag hjá Tórshavnar Sløkkiliði
Føðingar
7. oktober fingu Una Hnasen og Jákup Pauli
Jacobsen, Æðuvík, ein son. Hann var 36 cm langur
og vigaði 1250 gr.
17. desember fekk Jóhanna Arge, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3695 gr.
18. desember fingu Fríða og Jógvan Højbro,
Fuglafirði, ein son. Hann var 52 cm langur og
vigaði 3900 gr.
18. desember fingu Birna Henriksen og Jákup
Haraldsen, Sørvági, eina dóttur. Hon var 56 cm long
og vigaði 3080 gr.
19. desember fingu Sheila Petersen og Sonni á
Horni, Fuglafirði, ein son. Hann var 53 cm langur
og vigaði 3950 gr.
20. desember fingu Anja Heinadóttir og Bogi
Hammer, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long
og vigaði 3100 gr.
Andlát
14. desember
Kára Djurhuus, Toftir, 55 ár.
15. desember
Hanna Sigurðgeirson, nevnd Hanna hjá dekninum,
ættað úr Sandavági, 101 ár.
17. desember
Steinar Waag, keypmaður í Reykjavík, 72 ár.
18. desember
Dánjal Petersen, Fuglafjørður, 70 ár
19. desember
Maria Friðbergsson, búsitandi í Reykjavík, ættað úr
Tarti í Oyndarfirði, 96 ár.
Helena Mørk Hjelm, Vági, ættað úr Havn, 92 ár.
20. desember
Jens Jacob Strøm, Sandvík, 84 ár.
Petur Jacobsen hevur arbeitt sum fastur brandmaður í 30 ár. Her er hann saman við Kartna Jacobsen, brandmeistara (v.m.), og
Jan Christiansen, borgarstjóra í Havn
Mynd: Jens Kristian Vang
Dagurin
24. desember. Ádam. Eftir bíbliuni fyrsti maður
(1.Mós. 2-5). Navnið er helst sett til jólaaftan sum
mótsetningur til Kristus, hin annan Ádam, dagin eftir.
Navnið merkir maður, menniskja, er gjørt eftir orði,
ið merkir jørð, akurjørð.
25. desember. Jóladagur. Tað var í 4. øld, at teir
samdust um at taka 25. desember til føðingardag
Jesu. Annars hava teir víst á, at eftir ymiskum
søguligum hendingum og persónum er Jesus føddur
eini 7 ár fyri okkara tíðarrokning.
Tað er líkt til, at teir hava valt henda dagin sum ein
mótsetning
til
tær
heidnu
háveturs-
og
sólkomuveitslurnar, sum hildnar vórðu um hetta
mundið.
Hjá Norðbúgvum hevur hetta svarað aftur, og tann
kristna høgtíðin er komin í staðin fyri tað gamla
heidna jólahaldið.
26. desember. 2. jóladagur. Stefan. Hildin til minnis
um fyrsta kristna pínsluváttin (Ápostlasøgan kap. 7).
Grikska navni Stephano merkir heiðurskransur,
krúna.
27. desember. Jóhannes evangelistur. Ápostulin og
evangelisturin prædikaði eftir at ápostlarnir skiltust í
Lítluásiu. Hann livdi eina tíð í Efesus. Á oynni
Patmos skrivaði hann Opinberingina. Halgisøgan
sigur, at hann doyði í Róm á 90 ára føðingardegi
sínum 27. desember.
Joannes er grikst navn eftir tí hebráiska Johanan,
sum merkir Harrin er náðigur.