mikudagur 22. desember 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 245 - 22. desember 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum á
ymiskan hátt gjørdu okkum gullbrúdleyps-
dagin so hugnaligan.
Eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað
nýggjár ynskja vit familju, vinum og
kenningum.
Tær kærastu heilsur
Hansa og Benni
Tøkk
Øllum tykkum, ið mintust og gleddu meg
við vitjanum, gávum, telegrammum, blóm-
um og heilsanum v.m. á 85 ára føðingardegi
mínum, takki eg hjartaliga.
Somuleiðis ynski eg øllum eini gleðilig jól
og eitt av harranum signað nýggjár.
Alfred Klein
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum sum sýndu okkum
samkenslu, tá okkara kæri pápi, verpápi og abbi
Meinhard Hammer
Klaksvík
andaðist og varð borin til hvíldar.
Takk fyri blómur, kransar, peningagávur og heilsanir,
og til øll tykkum, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Sonja, Elken og Bryngerð
Tað er stutt millum sam-
komurnar á politistøðini í
Runavík, tá ið politistar
biðja farvæl, tí teir hava
rokkið
aldursmarkið.
Mikudagin 8. desember
vóru eini 70 samankomin
til fráfaringarsamkomu, tá
ið Eivind Hansen úr Leir-
vík hevði seinasta arbeiðs-
dag. Hann eigur avspáking
og frítíð til góða, og tá ið
hann 31. mars verður heilt
leysur av politinum, hevur
Eivind, sum er føddur 29.
mars í 1942, verið í reiða-
rínum í 39 ár.
- Tað var mest sum av
tilvild,
at
eg
gjørdist
politistur. Hetta var í
hvussu so er ikki tað, sum
eg hevði ætlað. Planurin
var at fara á sjómansskúla í
Havnini í august í 1965. Eg
var í Grønlandi við Eiriki
Jall. Vit vóru ikki aftur í
Føroyum fyrrenn í oktober,
og tá var so mikið farið av
skúlaárinum, at tað kendist
ov møtimikið at vinna tað
aftur, sum hinir ivaleyst
høvdu fingið burturúr. So
eg fór at rógva út við
Søkjanum. Tá var tað, at eg
sá lýsingina frá politinum í
bløðunum. Eg søkti, og 1.
apríl í 1966 fór eg undir út-
búgvingina í Keypmanna-
havn. Eg fór einsamallur úr
Føroyum, men vit vóru
tveir føroyingar í flokkin-
um, tí Karsten Hansen var
komin inn niðri, greiðir
Eivind Hansen frá.
At flóta og at vera í
Grønlandi var ikki nýtt hjá
Eivindi. Í fýra summur
hevði hann út frá Føroy-
ingahavnini róð út saman
við pápa sínum, Peturi
Martin Hansen. Teir vóru
við Nordafar III bátinum.
Harumframt hevði hann í
fleiri ár siglt við trolarum
og línubátum, og so hevði
hann vetrarnar í 1959 og
1961 verið á háskúla í
Danmark, áðrenn hann fór í
statsins tænastu.
Tá ið útbúgvingin var
liðug, varð Eivind Hansen
settur politistur í Klaksvík.
Har var hann frá 15.
desember í 1967 og fram til
1. mars í 1975, tá ið hann
varð settur politistur í
Fuglafirði. 1. juni í 1976
varð Eysturoy umskipað til
eitt politiøki við støð í
Runavík, og har hevur Ei-
vind starvast síðani.
Tað gleddi Eivind ikki
minst, at nógvir av gomlu
starvsfeløgunum vóru á
fráfaringarsamkomuni
á
politistøðini í Runavík.
Bæði teir, sum framvegis
eru í starvi, og so fleiri úr tí
ikki so heilt lítla liðnum,
sum teir eru, ið eru pen-
sioneraðir politistar. Sum
vituligt er varð eisini tosað
um farnar dagar, og tað er
skjótt at staðfesta, at nógv
er broytt tey næstan fjøruti
árini, sum Eivind hevur
verið í politinum.
- Eg var einsamallur poli-
tistur í Fuglafirði. Land-
betjentur, sum tað varð
nevnt. Niclas Akraberg
Poulsen og Arne W. Joen-
sen, sáli, vóru í Runavík, og
støðin var í húsunum hjá
Óla Christian Danielsen,
inntil vit í 1986 fluttu út
higar, mintist Eivind afturá.
Tá ið hann lítur aftur á
tíðina í politinum, heldur
hann, at nógv er broytt í
arbeiðsgongdini:
- Nú er tað so nógv meiri
kontórarbeiði, enn tað var
tey fyrru árini. Tað er ov
nóv pappírsarbeiði. Mær
hevði dámt betri, um
politistarnir høvdu havt
betri stundir at verið úti, og
um vit kundu nýtt diktafon-
ina meiri, og at meiri hjálp
var til skrivstovuarbeiðið.
Henda mikudagin vóru
millum teirra, sum bóru
kvøðu fram, Uni Vestureið,
Niclas Akraberg Poulsen,
Kristian Martin Joensen,
Mikael Dalbø, Schandorff
Vang og Jógvan E. Ósá,
sum hevði eina viku roynd-
ir í at vera fyrrverandi
politistur.
Eivind hevur umframt at
flóta eisini góðan hug til
seyðahald. Frá Politistafe-
lagnum fekk hann fjalsstav
og frá starvsfeløgunum í
Runavík
málning
eftir
Paula Vang.
Nú hann er farin úr starv-
inum, ætlar Eivind at brúka
nógva tíð til teir tjúgu
seyðirnar og so at fara á
flot. Eivind eigur tríggjar
dreingir. Petur Albin býr í
Grønlandi. Elmar, sum býr
í Havnini, og Oskar, sum
býr í Havnini, vóru í Runa-
vík henda dagin. Abba-
dótturin, Rakul, sum býr á
Kambsdali, var saman við
foreldrunum, og tað tóktist
sum um, at tann lítla er
eygnasteinurin hjá abban-
um.
Eivind Hansen segði farvæl
Teir vóru tríggir, tá ið Eivind
(nr. 2 f.v.), fór í starv í
Runavík. Nú Eivind fer frá,
eru hesi í starvi í Runavík
Frá starvsfeløgunum í Runavík fekk Eivind málning við motivi
úr Leirvík
Eivind fekk fjalsstav frá politistafelagnum