mikudagur 22. desember 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 24. desember 2004
11
ella góðtiknar, kann alt
gera tað sama. Hevur tú
ikki virðing fyri og álit á
teimum fólkunum, tú ert
saman við, ja so vera ongar
ósemjur loystar. Endamálið
hjá Finni er ikki at loysa
ósemjurnar, men at gera
tær størri, tað sást enn
einaferð
á
eykaflokstinginum, og tí
vera tær ikki viðgjørdar,
har tær eiga at verða við-
gjørdar. Tí rumblar Finnur í
bløðunum. Tað, sum Finnur
vil, er, at eg og øll onnur í
flokkinum skulu makka
rætt, tí annars fer hann í
bløðini. Finnur er kritikkar-
in, sigur hann. Sum flest
øllum kunnugt eru tvey
sløg av kritikkarum. Tann
eini finst at til tess at
byggja upp. Hin finst at til
tess at bróta niður. Ilt eyga
kann einki gott sjá. Finnur
er kritikkarin, sum brýtur
niður. Nei Finnur, ert tú
ónøgdur við formannin, so
hevur flokkurin lið, har
hetta kann viðgerast og av-
gerast. Tú kundi t.d. sjálvur
stillað upp til formann og
harvið roynt undirtøkuna.
Eg segði eisini á floks-
tinginum, at har sum Finn-
ur er, er klandur og stríð.
Finnur góðtekur heilt ein-
falt ikki skipaði viðurskifti.
Finnur hevði verið og verð-
ur í andsøgn móti einum og
hvørjum formanni líkamik-
ið, hvør formaðurin er. Um
flokkurin hevði skift for-
mann, so gingu bara 4-6
mánaðir, so hevði Finnur
verið í andsøgn við ein
nýggjan formannn. Tá ið eg
sigi hetta, so er tað sjálv-
sagt av teimum royndum eg
havi havt í Suðurstreymoy-
ar Tjóðveldisfelag. Hvørja-
ferð val hevur verið, og har
Finnur hevur verið partur
av, hava trupulleikar verið.
Serliga hevur stríðsmál
tikið seg upp, tá ið avgerð
skuldu takast, um nær og
hvar tey ymsu valevnini
skulu røða á veljarafund-
um, og hvørji valevni
skuldu framat í fjølmiðl-
unum.
Finnur
hevur
vanliga ikki verið nøgdur
við tað, sum honum hevur
verið tillutað og hevur
insuerað, at nevndin í
S u ð u r s t r e y m o y a r
Tjóðveldisfelag hevur tikið
onnur fram um hann. Ja,
hann hevur verið so illur, at
hann meira enn ta einu
ferðina reisti seg upp frá
borðinum, er farin út og
hevur ripað hurðina aftur,
so alt mundi gingið í
grund. So kann ein og hvør
hugsar
sær,
hvussu
stemningurin hevur verið,
tá ið Finnur einaferð kom
aftur. Hvørt orð skuldi
vigast. Finnur var ikki
uppstillaður til býráðsvalið
í heyst og tað merktist.
Valevnini
stríddust
so
manniliga við hvørjum
øðrum og fyri hvørjum
øðrum. Ongar illgitingar,
hurðaklams,
róp
og
skrálan. Ikki var neyðugt at
viga hvørt orðið. Ein uggi
og
fløvi
í
øllum
klandrinum, sum annars
var aðrastaðni í flokkinum.
Í viðmerkinginum kemur
Finnur inn á mítt arbeiðið.
Eg kann siga Finni, at eg
ikki
las
jólaevangeliið
fríggjadagin. Tað gjørdu
børnini. Men eg kann for-
telja føroya fólki, at Finnur
Helmsdal eisini í sínum
ungum døgum royndi seg
sum lærari. 25 ár seinni á
samkomu kom prát næm-
inganna inn á henda mann-
in. Eg skal tó ikki endur-
geva, hvat sagt var. Men
Finnur er lítið broyttur.
Eitt annað ódámligt við
Finni er, at hann látursgerð
og niðurgerð kvinnurnar í
flokkinum. Hann skrivar
t.d.
kelidukkurnar
hjá
Høgna og hevur sagt m.a.
»hava kvinnurnar í Tjóð-
veldisflokkinum ikki nóg
nógv at siga«. Skilt á tann
hátt, at hava tær ikki alt ov
nógv vald í flokkinum. Her
eri eg eisini fulkomiliga
ósamdur við Finn Helms-
dal. Mín sannføring er, at
vit koma ongan veg á full-
veldisleið, um vit ikki fáa
kvinnurnar
við.
Meira
kundi verið skrivað um
hetta. Men lat tað fara á
hesum sinni.
Samanumtikið kann vera
sagt, at fáur um nakar
hevur fingið so nógv fyri
so lítið burturúr einum
politiskum
flokki
sum
Finnur Helmsdal. Bert við
at seta eina andlitsmynd
uppá nakrar streyrar og
skriva
sosialiprofilurin
undir, var nóg mikið til, at
hann við lutakasti kom á
ting. Ikki tí at hann fekk
tær nógvu atkvøðurnar,
men tí onnur í flokkinum
fingu nógvar atkvøður.
Ítróttarskrivarin í Sosi-
alinum segði tað so væl
herfyri. Finnur Helmsdal
fer eftir manninum heldur
enn eftir bóltinum. So satt
so satt.
Leygardagin og sunnu-
dagin leitaðu hundraðtals
børn og vaksin sær niðan í
Hoyvík at síggja sera for-
vitnisliga garðin, kava- og
jólaklæddur. Hetta er úti-
savnið hjá Fornminnissavn-
inum. Inni í roykstovuni í
Hoyvíksgarði var kynt við
torvi í komfýrinum, bakað-
ur var onkur forkunnugur
jólabakstur, borðreitt var
við siðbundnum føroyskum
mati, og blíðar konur sták-
aðust innandura. Høvi var
hjá fólki at vitja eina farna
tíð og síggja, hvussu føroy-
ingar hava búleikast fyrr.
Hetta var eitt av teimum
stóru
jólaupplivilsunum
fyri mong, sum heldur
valdu friðsæluna í Hoyvík
enn strongdina í miðbýn-
um. Ein kærkomin løta.
Jólahugni heima á Garði
í Hoyvík
Kynt varð við torvi í komfýrinum
Mynd Jens K Vang
Henda fitta gentan setti
eisini sín dám á jólahugnan
Mynd Jan Müller
Lítla fitta Eydna Cæcilia fekk sítt lívs upplivilsi í Hoyvík leygardagin. Her saman við abbanum Jóannesi Dalsgaard
Mynd Jan Müller