Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 245 - 22. desember 2004 11 Ummæli av bókini »Dansen i Geneve« eftir Hans Jacob Helms UMMÆLI Bogi Eliasen Rithøvundurin Hans Jacob Helms hevur donsk for- eldur, men er føddur í Eysturgrønlandi og hevur búð ein stóran part av lívi sínum í Grønlandi. Flestu av sínum árum hevur hann arbeitt fyri grønlendska Landsstýri og í hesum sam- bandi serliga innanfyri tann altjóða partin. Bókin tekur nøkur av teim evnunum fram, sum bæði føroyingar og grønlendingar stríðast fyri í altjóða høpi. Hann megnar, á ein serstakliga spennandi hátt, at uppseta politiskar spurningar inn í eina frásøgu av hvussu altjóða skipanin virkar, og ikki minst av persónunum í hesum umhvørvi. Bókin megnar soleiðis eisini at vísa, at tað eru persónar sum eru aktørar í altjóða viðurskiftum, og at avgerð- ir teirra kunnu verða tengd- ar at tilvildarligum sam- bondum millum tilvild-ar- ligar persónar, sum vevjist saman av politiskum og persónligum stuttskygdum og langskygdum áhugamál- um og ikki minst fjaldum dagsskráum og taktiskum snildi, sum frásøgumaðurin sær og upplivur tað. Frásøgumaðurin er rit- høvundurin sjálvur. Bókin gerst ógvuliga erlig og stuttlig at lesa, tí at rithøvundurin ikki er bang- in fyri at lýsa egin misøk, vísa á hvussu trilvandi hann ofta hevur verið og ikki minst hvussu onnur hava bjarga honum í tí fløkta altjóða diplomatiska spæl- inum. Men eisini lívið uttanfyri fundarhølini í al- tjóða arbeiði og tað einsemi tað hevur við sær. Stuttsøgur Bókin er sett saman av seks stuttsøgum, lýstar ígjøgn- um rithøvundan sum frá- søgumann. Ávísir persónar ganga aftur og seinasta søgan bindir hinar saman. Allar søgurnar leypa í tíð, ið ger tað møguligt at fylgja menningini ella broyt-ing- unum í teim altjóða polit- isku málunum, sum verða tikin fram. Júst hetta ger tað gjørligt, at skilja tað politiska spælið og gevur lesaranum innlit í heimin av altjóða felagsskapum. Lopið í tíð ger, at úrslitini av hørðum stríði síggjast aftur. Fyrsta stuttsøgan, Dansen i Geneve, er um IWC, um spælið, sum gongur fyri seg innan altjóða diplomati. Hvussu lond brúka IWC til heilt onnur endamál, sum frá- søgupersónurin ikki skilur fyrr enn ein íslenskur diplomatur bjargar honum og í veruleikanum brúkar høvuspersónin til egnan fyrimuns, men fyri eini góðari søk. Onnur søgan, Fuglen over Limpopo, lýsir meist- arliga spælið við CITES, sum í hesum føri hevur stóran innanríkispolitiskan áhuga í Týsklandi, soleiðis at teir Grønu ikki skulu fara avstað við ov nógvum at- kvøðum. Fundirnir ganga fyri seg í Botswana, sum samstundis verður lýst. Rit- høvundurin tekur her trup- ulleikan við upprunafólki upp. Danir vilja hava ein grønlending avstað, og vita ikki hvat teir skulu gera tá grønlendingarnir senda hvíta frásøgumannin. Upp- runafólkini í Afrika vita ikki hvat tey skula gera við henda hvíta inuittin, sum sjálvt stoktur undir sólini í Afrika ella Suðuramerika altíð verður hvítari enn hvítasti kavin í Grønlandi. Serliga vísir henda søgan, at tað ber til náa mál við at arbeiða hart fyri teim, skapa sær alliansur og og ikki at verða bangin fyri størru londum. The Danish Nation er ein sera stuttlig søga, har indi- anar í Alaska hava boðið forsetan fyri inuit felags- skapinum, sum er grøn- lendingur, komi á vitjan, tí teir ynskja limaskap í donsku tjóðini. Forsetin og varaforsetin, sum halda seg verða nakað, taka hetta pent og gera gjøldur burtur- úr hesum tápulingum. Men í veruleikanum er tað indi- anararnir, sum bert brúka teir sum statistar í einum taktiskum spæli fyri at vinna sær sjávlum rættindi. Søgan kemur serstakliga væl inn á konfliktina mill- um hvít og inuit/indianar. Men ikki minst inná mis- brúki av bæði alkoholi og rúsevnum hjá inuittum og indiánum og sjálvan høv- uðspersónin, sum helst hevði vilja verið uppruna grønlendingur, men sum ikki kann fjala seg í sínum hvíta hami. Hóast sam- kensla hansara liggur hjá upprunafólkum, forðar hamurin fyri, at hann kann roknast sum ein teirra. Søgan »Den dobbelte bank« skilur seg burtúr við at verða meira um persónar og persónlig viðurskifti. Søgan hevur fleiri rættiliga erotiskar ella seksullar partar, men endamálið við henni er at lýsa tað dupulta, bæði samfelagssliga og persónliga og kann tann vegin sigast at verða tann persónliga myndin av hvussu altjóða samfelagi virkar. Henda søgan fellur nattúrliga inn í stuttsøgu- savnið, við at verða um tað dupulta, hóast tað her er persónar og ikki tað diplomatiska spælið, sum er stýrandi. Stjernene i Rio lýsir tvey tíðarskeið í Rio, einaferð í 1984 og so aftur til um- hvørvisheimsfundin í 1992. Hipokratiska spælið við- víkjandi umhvørvi, verður væl lýst, eins og fátækra- dømi verður allýst gjøgnum einhandaða skópussara- drongin Fidel. Søgan tekur meistarliga kontrastin ímillum 1. og 3. heimin fram og hvussu lítið skal til fyri at hjálpa. Skakandi lýsingin av, hvussu brasili- anar ruddaðu Rio fyri fá- tækradømi fram til fundin í 1992, er eftir mínum tykki hæddarpunktið í bókini, sum fær hjarta at banka og, í hvussu so er hjá mær, barkakílan at vaksa. Seinasta søgan, the Sami Air Force, byrjar og endar á grundlógarráðstevnuni í Føroyum í 2003. Umvegis fyrilestrar í Føroyum og eitt hugnakvøld í Kirkjubø, fer søgan um Svøríki, Noreg og Sveis, og tekur saman- um alla bókina. Mest týð- andi persónarnir fyri frá- søgumannin ganga aftur og arbeiði fyri at tryggja rættin hjá upprunafólki, her ser- liga samun og grønlending- um. Meting Samanumtikið kann sigast, at bókin er ein framúr lýsing av arbeiði og ar- beiðsumhvørvi innan al- tjóða samstarv, sum har- umframt megnar at taka persónligu lagnurnar við. Bókin vísur, at tað lønar seg at stríðast fyri síni søk, hóast størsti parturin av altjóða samstarvi tykist at verða stýrdur av valds- politikki og tilvildarligum alliansum. Eg eri ikki tann rætti at meta um bókmentarliga virðið, men bókin er løtt og skjótt lisin, og tekur altjóða politisk evni upp og greiðir frá hvussu altjóða skipanin virkar, sum ein heilt náttúr- ligan part í stuttsøgunum. Altjóða skipanin er um- hvørvið í bókini. Hetta ger, at lærdómur er í henni, eins væl at hon er rættiliga undirhaldandi. Bókin er eftir mínin tykki eitt verk, sum skal lesast hjá ein- hvørjum við áhuga fyri føgrum bókmentum við støði í veruleikanum, fyri øllum sum hava áhuga í politikki og serliga altjóða politikki. Kanska serliga hjá ungdómi á miðnáms- útbúgvingum er hetta ein bók, sum kann seta al- heimsgerðina á skemaðið, ella hjá teim, sum ikki hava hug at lesa tjúkkar turrar bøkur um altjóða samstarv, gevur henda bókin eitt gott innlit og eina fatan av tí. Tó skal sigast, at bókin er so inngrógvin í embætis- og politiska heimin, at fólk sum ikki tola hetta, eins væl kunnu halda seg burtur frá bókini. Ein bók sum heilt avgjørt gevur lesaranum nakað. Helms, Hans Jacob, Dansen i Geneve, Fortællinger fra verden 2004, Forlaget Ries, Charlottenlund, Danmark. »Dansen i Geneve«