mikudagur 22. desember 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 247 - 24. desember 2004
Jólini eru í hondum. Fyri hvørt ár, sum gongur,
tykist tað, sum alt meira verður gjørt burturúr hesi
høgtíð. Jólini eru høgtíðin, har familja og
serstakliga børnini eru í miðdeplinum. Tað kann
bert vera gott, men ikki skerst burt, at ein ávísur
vandi er í øllum jólavasanum. Foreldur eru
strongd, familjubúskapurin er strongdur og
jólaboðskapurin hevur lyndi til at hvørva í
meldrinum. Tað kann tí vera gott at steðga eitt
sindur á at lata frið falla yvir sinnið og at hugsa
eitt sindur um, hvat alt hetta snýr seg um.
Jólini snúgva seg um ein friðarboðskap og ein
gleðiboðskap. Hugsa vit um støðuna í heiminum
sum heild, so liggur tað tungt við friðinum. Hesir
seinastu dagarnir hava verið teir blóðugastu í Irak,
síðan innrásina. Ófriður, regional kríggj,
yvirgangur, hungur og hall eru gerandiskostur í
heiminum, nú vit halda jól. Hetta er ein døpur
mynd og hon verður ikki ljósari av at hugsa um,
at tað yvirhøvur eru børn, ið líða mest undir
hesum viðurskiftum.
Men glottar eru eisini at hóma í myrkrinum. Í
hesum døgum eru fimtan ár síðan, at friður fekst
í Mocambique. Hesin friður hevur hildið og bú-
skapurin blómar, hóast fólkaræði enn tíverri bert
er eitt eiti. Vit kundu nevnt aðrar glottar við, men
lat fara. Nóg mikið er at nevna, at tað tykist sum
ST styrknar í hvørjum og alt meira tekur ábyrgd,
har tað er neyðugt. Í hesum høpi skal verða mint
á, at Føroyar nú fáa størri uttanríkspolitiskar
heimildir. Vit eiga tí at átaka okkum størri ábyrgd,
har tørvur er á neyðhjálp og stuðli til ST í
kreppuraktum økjum.
Føroyar eru eitt av heimsins ríkastu londum og
eiga vit at deila okkara ríkidømi við tey, sum
minni hava. Vit kunnu ikki sita við góðari
samvitsku mitt í okkara yvirflóð og líta at, meðan
eit nú børn í túsundatali árliga doyggja í hungri.
Latum okkum nýta jólahalguna til at hugsa um,
hvussu eitt land sum Føroyar best kan hjálpa
einum heimi í svárari neyð. Við hesum í huga
kunnu vit fyrireika okkum til at taka ímóti
gleðiboðskapinum um heimsins frelsara, sum
varð borðin í heim í einum fjósi í Betlehem fyri
meira enn tveytúsiund árum síðani. Í Betlehem er
lítil friður hesi jól og vit kunnu tí eisini í bønum
okkara leggja eitt gott orð inn fyri hendan stað og
alt Miðeystur, har ófriðurin og neyðin eru størri
enn nakrantíð áður í søguni. Vit eiga samstundis
ikki at gloyma at takka fyri, at vit kunnu liva í
friði í her Føroyum. Hetta er ein stór og rík gáva,
sum vit til dagligt kanska ikki geva okkum nógv
far um. Við hesum orðum ynskja vit lesarum og
viðskiftafólkum okkara eini gleðilig jól.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Friður á jørð
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Ragnar Magnussen
Nevndarlimur í Suður-
streymoyar Tjóðveldisfelag
Í Sosialinum 21. desem-
ber og í Dimmu 21. des-
ember
hevði
Finnur
Helmsdal eina við-merk-
ing, sum hann nevnir
Høgni Hoydal og moral-
urin.
Viðmerkingarnar
tóku partvís støði í eyka-
flokstingi Tjóðveldisfloks-
ins leygardagin 18. des-
ember. Í viðmerkingingini
verður undirritaði eisini
nevndur. Tí hesar viðmer-
kingar.
Eitt av málinum, sum var til
viðgerðar á Eykaflokstingi
Tjóðveldisfloksins, var at
seta eina útihýsingargrein í
lógir floksins, sum gevur
møguleika fyri at útlima
ein lim, sum áhaldandi
mótarbeiðir flokkinum og
hansara virksemi. Ein av
teimum fyrstu at taka orðið,
tá ið hetta málið kom fyri,
var Finnur Helmsdal. Og
tað var ikki við mýkindum.
Hann nevndi fleiri fólk við
navni og skuldsetti tey m.a.
at vera viljaleys amboð í
hondum formansins. Røða
Fins var so óndsinnað og
ljót, at tærnar krimpaðu seg
í skónum. Áhoyrararnir
vóru í fyrstu atløgu lam-
slignir, men komu líðandi
fyri seg og fóru at rópa
buhh. Sjálvur hevði ikki
ætlað at tikið orðið í hesum
máli. Men aftaná røðuna
hjá Finni mátti eg biðja um
orðið. Tá ið eg so fekk orð-
ið, spurdi eg heilt einfalt
Finn, hvaðani hann bygdi
sín politikk á. Eg helt fram
og segði, at Finnur Helms-
dal møtir ikki upp á lima-
fundum, hann møtir ikki
upp á aðalfundum, hann
møtir ikki upp á floks- ella
eykaflokstingum. Eg kann
eisini leggja afturat her, at
hann heldur ikki møtir upp
á uppstillingarfundum. Eg
haldi spurningurin er sera
viðkomandi. Finnur váttar í
sínum viðmerkingum, at so
er. Finnur hevur eisini fyrr
sagt, at stevnumið floksins
kann hann heldur ikki taka
undir við, tí tað er bara nak-
að formaðurin hevur skriv-
að. Skuldi tað hent, at Finn-
ur møtir t.d. á eitt floksting,
ja so er tað sum terna skýtst
á egg. Altíð er tað ein hond-
bólts- ella fótbóltsdystur,
sum hevur størri áhuga. So
var eisini leygardagin 18.
desember. Hann var so
leingi, sum rokið, rumblið
og splitið vardi, men tá ið
poltikkurin kom fyri, var
hann horvin.
Finnur Helmsdal kann
gott siga, at eg og onnur eru
viljaleys amboð í hondun-
um á formanninum. Hann
livir í síni egnu verð, uttan-
fyri alt felags politiskt lív í
Suðurstreymoy. Hann veit
tí ikki, hvat fer fram, har
sum limir floksin hittast.
Hann er jú ikki har. Limir
floksins hava ikki hansara
áhuga. Hvar hann so til-
evnar sítt politiska krotu-
smíð, veit eg ikki.
Finnur sigur, at øll onnur
uttan hann eru viljaleys
amboð í hondum formans-
ins og gera bara tað, ið
hann vil ella eftir boðum
hansara. Her fer hann púra
skeivur. Sum dømi um
hetta, kann eg siga frá, hvat
fór fram á uppstillingar-
fundi 21. september 2004 í
Suðurstreymoyar Tjóðveld-
isfelag. Hetta var uppstill-
ingarfundur til býráðsvalið
9. november.
Í sambandi við býráðs-
valið 2004 ynskti formaður
floksins at seta ein løg-
tingslim í Suðurstreymoy á
listan. Formaðurin boðaði
nevndin frá hesum framm-
anundan, sum beint var.
Nevndin í Suðurstreymoyar
Tjóðveldisfelag kundi tí
viðgera spurningin fyri
uppstillingarfundin, og var
hetta eisini gjørt. Nevndin
samdist at ganga í móti hes-
um ynski. Grundgeving-
arnar vóru fleiri. Á upp-
stillingarfundinum kom so
formaðurin við uppskoti
um at seta løgtingslimin á
listan.
Nevndin
í
S u ð u r s t r e y m o y a r
Tjóðveldisfelag gekk ímóti
hesum og royndi at fáa
fundarfólkið at taka undir
við sjónarmiðum sínum.
Formaðurin royndi hinveg-
in at sannføra fundarfólkið
um, at tingmaðurin átti at
vera á listanum. Nógv
høvdu orðið, summi vóru
fyri og onnur vóru ímóti.
Fyrimunir og vansar vóru
nevndir. Tað var tí trupult at
meta um, hvussu samlaða
niðurstøðan var. Semja var
tí at niðurleggja fundin eina
løtu og geva fólki høvi,
óformelt at tosa saman, og
aftaná skuldi so atkvøðast
um spurningin. Tá ið fund-
urin varð uppafturtikin,
varð
atkvøtt
um
spurningin: 62% søgdu nei
og 38% ja. Tað vil siga, at
fundarfólkið tók undir við
nevndini í Suðurstreymoyar
Tjóðveldisfelag og ikki for-
manninum. Soleiðis var
hetta málið avgreitt, og
havi ikki hoyrt um tað
síðani.
Øll
virdu
niðurstøðuna. Øll vóru
samd um mannagongdina,
og at avgerðin skuldi
virðast.
Soleiðis
hevði
neyvan verið, um Finnur
var á fundinum. Hann
hevði
uttan
iva
sett
spurningar fram, um nú
mannagongdin var røtt, og
hann hevði uttan iva farið í
bløðini og sátt iva um úr-
slitið. Kanska ikki, tí for-
maðurin ikki fekk viðhald.
Hjá Finni hevur sjálvt mál-
ið ongan týdning, men hel-
dur um hann á ein ella
annan hátt kann vinna
formanninum neisur. Finn-
ur veit sjálvsagt ikki av
hesum, tí hann var, sum
vanligt er, ikki á fundinum.
Var hann á fundinum hevði
hann neyvan tikið undir við
einari skipaðaði gongd sum
hesari, hvørs endamál er at
greiða ósemjur, tí ósemjur,
rumbul, illneiting er vøru-
merki hansara. Øll onnur
hava rætt bara ikki formað-
ur floksins, hvør hann so er.
Hvør hevur valt
Høgna Hoydal til
formann
Finnur
tikist
at
hava
gloymt, hvør hevur valt
Høgna Hoydal til formann
floksins. Finnur er væl
greiður um, at av teimum
48, sum hava valt Høgna
Hoydal til formann, eru
bara 8 tingmenn. Hini 40,
sum hava valt Høgna til
formann, eru álitisfólk í
flokkinum kring landið.
Sum ein av hesum fari eg
ikki í framtíðini tigandi at
góðtaka tíni persónligu
álop á formann okkara.
Bygnaður floksins er í fleiri
liðum. Møguleiki er tí at
loysa ósemjur í flokkinum,
um vilji er til tess. Men
bygnaður floksins er ikki
avgerandi fyri, um ósemjur
vera loystar ella ikki. Bygn-
aðurin er amboðið. Um
demokratiskar avgerðir í
teimum
ymisku
liðum
floksins ikki vera virdar
Svar til Finn Helmsdal