Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 245 - 22. desember 2004 USA og stjórn tess eru kommin upp í rasshaft av krígnum í Irak. Fyri hvønn dag, ið gongur, økist harðskapurin og irakar í túsundatali eru deyðir ella løstaðir av yvirgangi, harðskapi og krígsatgerðum. Heldur ikki USA er sloppið snikkaleyst – meira enn túsund hermenn eru falnir, síðan hertøkan av Irak byrjaði. Irak er við at gerast ein stórur sorgarleikur og útlitini fyri einum bata í støðuni eru smá. Ein kanning hjá sjónvarpinum ABC News og blaðnum Washington Post vísir, at 57 prosent av amerikanarunum eru misnøgd við, hvussu George W. Bush, forseti, hevur handfarið krígg- ið í Irak. Kanningin vísir eisini, at amerik-an- ararnir halda lítið um ætlanina at hava val í Irak í næsta mánað. 58 prosent siga, at tað er ov tíðliga, og 54 prosent siga, at valið verður hvørki frítt ella rættvíst. Kortini halda 60 pros- ent, at valið eigur at verða hildið sum ætlað. Yvirhøvur eru amerikanararnir ikki nøgdir við Bush, forseta, sjálvt um hann varð afturvaldur fyri hálvum øðrum mánað síðani. Bara 48 prosent siga seg vera nøgd við avrik forsetans. Kríggið er sostatt við at gerast ein politiskur kleppur fyri forsetan. Nú sigur ein stórur meiri- luti av fólkinum eisini, at verjumálaráðharrin, ein av heykunum í Bushsjórinini, eigur at fara frá í stundini fyri sína handfaring av krígnum. Valið, sum stendur fyri framman, skal gera enda á tí undantakstøðu, sum ræður og burturúr valinum skal koma eitt vesturlendskt fólkaræði. Øll vóna sjálvsagt, at henda verkætlan skal eydnast. Men tíverri bendir alt á, at soleiðis verður tað ikki. Her eru alt ov nógvir sterkir hernaðarligir og hálvhernaðarligir bólkar, sum hava mestsum frítt spæl. Valið og demokratiser- ingstilgongdin hava ikki røtur í fólkinum, og politikkararnir, sum skulu mynda nýggja fólka- ræðið, verða illtonktir fyri at ganga ørindi fyri USA. Sostatt eru útlitini ikki tey bestu og spurningurin, sum alt fleiri í vesturheiminum seta sær, er um USA yvirhøvur er rætti aktørur- in at skipa fyri demokratiskeringstilgongdini. Spurningurin er, um ikki ST nú átti at komið inn og tikið yvir. Fortreytin fyri slíkari loysn er. at øll stórveldini taka undir við henni og stuðla henni av fullum og við neyðturviligari hermegi. Tað átti at verðið bíðað við valinum til møgu- leikarnir fyri slíkari loysn vóru kannaðir og royndir. DAGSINS MEINING Sosialurin Ein sorgarleikur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Nevndin í Føroya-MC Kári P. Højgaard hevur fyri kortum lagt eitt uppskot fyri tingið um at lækka skrásetingargjaldið á nýggjum motorsúkklum. Hetta kunnu vit sum motor- súkklufelag ikki annað enn fegnast um – serliga tá ið hugsað verður um, at motorsúkklurnar eru nógv tryggari, jú nýggjari tær eru. Nú uppskotið kom fram, hevur leiðarin fyri Ráðnum fyri Ferðslutrygd verið í fjølmiðlunum við ymiskum pástandum um motorsúkkl- ur og motorsúkklukoyring. Eftir okkara tykki er henda skrivingin merkt av for- dómum og ræðumyndum. Nevnt verður m.a. at »motorsúkklur eru millum vandamestu akfør«. Nú er tað einaferð soleið- is, at ongi akfør eru vanda- leys, heldur ikki motor- súkklur. Í hesum sambandi kann tó vísast á, at í flestu lond- um uttan um okkum hevur gongdin tey seinastu nógvu árini verið tann, at talið av mc-óhappum hevur verið skjótt lækkandi í mun til talið á motorsúkklum. M.a. kann nevnast, at Transport- økonomisk Institut í Noregi kunngjørdi í vár eina frá- greiðing ið vísti, at talið av álvarsligum mc-vanlukkum var fallið við 80% síðan 1985. Talið fyri álvarsligar skaðar var í 2001 fallið til 0,9 persónar pr. millión persónkilometrar. Til sam- anberingar kann nevnast, at talið fyri traðkisúkklur var 1,2! Spurningurin er so um RFF eisini kundi hugsað sær at bannað traðkisúkkl- um. Eisini kann nevnast, at í Danmark hevur vøksturin av motorsúkklum í 90’unum verið 63%, so- leiðis at tað í dag eru knappar 70.000 motor- súkklur, har tað í 1989 vóru knappar 42.000. Samstun- dis eru óhappini minkaði, soleiðis at tað í 1997 vóru 631 persónsskaðar ímóti 690 í 1987. Her í Føroyum kunnu vit tíbetur siga, at vit ikki hava havt nógv álvarslig ferðslu- óhapp við motorsúkklum, og tískil eigur trupulleikin ikki at verða gjørdur størri enn hann er. Fleiri motorsúkklur? Sum skilst heldur leiðarin fyri RFF, at um motor- súkklur gerast bíligari sum heild, so kunnu vit verða bangin fyri at fleiri motor- súkklur koma at koyra á vegunum. Tað sum leiðarin kanska ikki veit er, at uppskotið hjá Kára P. Højgaard ikki ger motorsúkklur bíligari sum heild, men bert at tær nýggju motorsúkklurnar verða bíligari. Hetta merk- ir, at prísmunurin millum eina nýggja og eina brúkta motorsúkklu gerst minni, soleiðis at tað fer at loysa seg betri at keypa nýtt og harvið tryggari enn gamalt. Í meðal eru seinastu árini innfluttar umleið 100 motorsúkklur árliga, og at lógaruppskotið fer at eggja nógv fleiri fólkum til at keypa motorsúkklur er ringt at ímynda sær, tí tær vera framhaldandi kostnað- armiklar. Um tú vil hava eina motorsúkklu, keypir tú ta súkkluna, sum tú hevur ráð til, og við verandi skipan verður tað fyri flestu fólk ein motorsúkkla, ið er meira enn 5 ára gomul. Tó er tað sannlíkt, at um avgjaldið verður lækkað, fer miðalaldurin á motor- súkklunum at lækka mun- andi, og hetta meta vit bert kann vera positivt, tí koyri- eginleikarnir á teimum nýggju motorsúkklunum eru so nógv betri, eitt nú eru bremsurnar, avfjarðing og stellið betri. At fleiri motorsúkklur fara at koyra á vegunum, nýtist heldur ikki at vera negativt, tí »OnlineMagasi- net« í Noregi skrivar, at júst vøksturin av motorsúkklum hevur gjørt bilførararnar meira tilvitandi um henda ferðslubólk. Hetta í sær sjálvum hevur stóra ávirkan á ta stóru minkingina av motorsúkkluóhappum, so í veruleikanum skuldi tað bert økt um trygdina hjá teimum, sum koyra á tveimum hjólum. Hvat er tað, ið RFF vil? Eftir øllum at døma vil Ráðið fyri Ferðslutrygd motorsúkklunum til lívs, uttan at koma við undir- bygdum grundgevingum fyri hví. Ræðumyndin, ið leiðarin fyri RFF málar av motorsúkklukoyring í Før- oyum, finnst heilt einfalt ikki, og tí vildu vit sum motorsúkklufelag ynskt, at RFF ikki brúkti orku uppá at venda blinda eyga til veruleikan: motorsúkklurn- ar eru her, og verða bara fleiri og fleiri. Spurningur- in er bara, hvussu kunnu vit skapa karmarnar fyri, at súkklurnar og koyringin verður so trygg sum gjør- ligt? Um RFF veruliga vil bøta um trygdina hjá teim- um tveyhjólaðu, so kundi tað verið hóskandi at brúkt orku uppá at menna ein positivan hugburð hjá teim- um ungu mótvegis trygdar- útgerð til prutl og motor- súkklu, og koyringa av hes- um akførum. Vit vita at RFF hevur gjørt eitt ávíst arbeiði hesum viðvíkjandi, og vóna tí at hetta arbeiðið heldur áfram – kanska í enn størri mun. Eisini kunnu vit leggja avtrat, at vit fegnast um, at RFF mælir til, at venjing- arbreyt/hálkubreyt verður gjørd, tí hetta meta vit av- gjørt er ein sera týðandi partur av at fáa okkara veg- ir tryggari, og tað vilja vit jú øll. At enda kann nevnast, at á TV Danmark tann 19-12- 04 kl. 01.50 bleiv nevnt, at »statistiskt set kommer flere til skade på hest end på MC.« Vert at hugsa um!? Viðmerking til RFF um motorsúkkluavgjaldið