Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 24. desember 2004 9 – Eg eri føddur optim- istur og havi sanniliga havt tørv á bjart- skygni. Eg havi mist annað beinið, sjónin er farin, og sukursjúka hevur gjørt um seg, men eg havi eg verið glaður og takksamur fyri mítt lív, sigur 71 ára gamli Kári Peter- sen. Í seinastu viku debuteraði hann sum rithøvundur við skaldsøguni "Der græder så mangen", og Sosialurin hevur hitt nýklakta rithøvundan SAMRØÐA Heini í Skorini Heini_skorini@yahoo.com Mikudagin 15. desember kom ein nýggj føroysk skaldsøga á bókahillarnar við heitinum "Der græder så mangen". 71 ára gamli havnarmaðurin Kári Peter- sen hevur roynt seg sum rit- høvund á fyrsta sinni, og Sosialurin gjørdi av at hitta nýklakta rithøvundan, sum er eitt spildurnýtt navn í føroyska bókmentaheimin- um. Vit funnu 71 ára gamla mannin á eini sjúkrasong á G4 á Landssjúkrahúsinum í Havn, har hann saman við øðrum sjúklingum seinastu vikurnar hevur ligið avskor- in frá allari jólaeufori. Inni á einum kamari ligg- ur Kári, og hóast hann ikki sær út av nógvum á sjúkra- songini, tykist einki bila sinninum og lívsapetittin- um gomlu býarmyndini. Skemtingarsamur og við kraftigari rødd fer Kári Petersen undir at greiða frá. – "Der græder så mang- en" er ein kærleikssøga við klassiskum evnum um svik, óndskap, longsul, lukku og gleði. Søgan byrjaði í mín- um hugaheimi, tá eg í 1993 misti annað beinið. Við mín- um hugflogi undirhelt eg meg sjálvan, og til seinast hevði eg eisini hugsað meg fram til ein enda. Eg gjørdi av at festa mína søgu niður á blað, og so byrjaði eg at skriva. Síðani hevur øll skrivingin ligið still í fleiri ár, inntil eg fyri stuttum avgjørdi at fullføra verkið og geva bókina út, sigur Kári Petersen, meðan hann flennir og í øðrumhvørjum setningi viðmerkir, hvat eg skal skriva og ikki. Bjartskygdur Hóast 71 ár á baki er hetta fyrsta søgan hjá Kára Peter- sen. Og hann hevur livað eitt virkið lív og roynt ymsar lívspallir. Hann er gamal sjónleikari og tónleikari, hann hevur stóran part av sínum lívi arbeitt sum myndamaður, hann hevur verið skemtari burturav, og so hevur hann eisini luttikið í politikki. Nýklakti rithøvundurin greiðir frá, at hann er fødd- ur í 1933 í Havn, og burtur sæð frá einum stuttum skifti í Danmark í níti- árunum hevur Kári altíð búð í Havn. Seinnu árini hevur hann hann tó verið í mótvindi. Fyri 11 árum síðani misti hann annað beinið, hann hevur sukursjúku, hann sær eftirhondini næstan einki, og nú er hann innlagdur orsakað av trupulleikum í hinum beininum. Men bókin er als ikki eyðmerkt av stúran og líð- ing, og eg finni skjótt útav, at nýklakti rithøvundurin als ikki hevur hug at práta um sjúku og sorg. Kári Pet- ersen sigur seg vera víð- gongdan optimist, hann er lívsglaður, og við øllum hansara likamligu avmark- ingum sigur hann seg hava eina rúgvu av lívsorku eftir, sum nýggja útgávan eisini ber boð um. – Eg havi altíð havt eitt lætt sinnalag og dámt væl at skemta. Optimisma og humor hava verið tvey av hentastu amboðum mínum ígjøgnum mítt lív, eisini tá tilveran hevur verið nívandi og trupulleikar hava verið at dragast við, sigur Kári og leggur afturat, at hann bert megnar at vera í ringum hýri hægst fimm minuttir í senn. – Eg plagi at siga, at alt kundi verið verri, enn tað er. Tá eg havi mist annað beinið, havi eg verið glaður fyri, at eg havi havt hitt eftir. Tá eg havi drigist við og framvegis dragist við aðrar sjúkur, eri eg takk- samur fyri, at eg havi fólk kring meg, at eg fái neyð- ugu viðgerðina og rætta heiluvágin. Hitt kann eg ikki nýta til nakað sum helst, og sum heild loysir eitt smíl teir flestu trupul- leikarnar, sigur Kári flenn- andi men avgjørdur. Verkamannafylkingin Umframt áðurnevnda virk- semi gjørdist Kári eisini politisk virkin í nítiárunum, tá føroyskir sosialistar mót- mæltu og tóku seg saman í umstríddu Verkamanna- fylkingina, sum skuldi varðveita gomlu, sosialist- isku virðini, tá Javnaðar- flokkurin eftir teirra tykki ikki var nóg víðgongdur. Hóast hann ikki kom á ting, var Kári partur av Verka- mannafylkingini frá 1994- 1998 saman við Ingeborg Vinther, Óla Jacobsen, Kristian Magnussen og kompaní. Sambært honum var tað stuttligt, inntil ósemjur oyðiløgdu fylking- ina. Í dag stendur hann ikki á nøkrum talarastóli og agiterar fyri einum reyðum ríki, men Kári leypir næst- an úr sjúkrasongini, tá eg spyrji, um hann framvegis hevur somu politisku sann- føring. – Eg eri framvegis full- veldissosialistur! Eg harm- ist um gongdina og ta sann- roynd, at Javnaðarflokkurin situr í eini skeivari sam- gongu, og at føroyingar ikki duga at semjast um tjóð- skaparligu framtíðina, sigur Kári, meðan hann fýrir av nakrar minni tespiligar eiðir. – Tað eru tvær tjóðar- sjúkur í Føroyum: havi- sjúka og øvundsjúka. Hesar báðar sjúkur eru tíverri alt ov sjónligar í føroyskum politikki, og klandur og ósemjur fylla alt ov nógv, ikki minst í hesum døgum, og á mangan hátt líkjast vit siviliseraðum arabarum, sum kríggjast og klandrast í staðin fyri at føra politikk og koma til semjur, rópar harmælti maðurin á sjúkra- songini. Bjargaður barndómur Kári Petersen havur alt sítt lív búð í Havn undantikið trý ár, frá 1936-1939, tá hann saman við foreldrun- um Olaf og Jenny búði í Danmark. – Pápi dugdi at síggja, at kríggj fór at bresta á, og tí fluttu vit til Føroya. Altso, sjálvandi dugdi hann ikki at spáa, at danir fóru at verða hersettir, men hann óttaðist gongdina á europeiska meginlandinum. Tí fluttu vit til Føroya. Í Føroyum fóru foreldur míni frá hvørjum øðrum, og pápi flutti niður aftur. Tá stóð á gomlum nøglum, men mamma keypti eina frisør- salong, og henda salongin var materiella bjarging okkara, sigur Kári Petersen afturlítandi. Familjan Á lívsins kvøldi ásannar Kári, at hann hevur havt eitt gott lív, og tað mest virðis- mikla fyri hann hevur verið familjan. Konan Jenny og døtrarnar Jenny og Eyð hava sambært Kára havt størstan týdning fyri hann, og eftir 71 ár angrar hann einki. – Eg havi gjørt nógv mis- tøk, eins og flest øll hava, men hvat nyttar at liggja her og angra? Nei tú, eg havi tað gott og havi havt tað gott, og vit eiga at læra okkum at hugsa ljósari og positivari, sigur nýklakti rithøvundurin Kári Peter- sen at enda, sum júst hevur givið út skaldsøguna "Der græder så mangen". Ná, prátið gjørdist drúgv- ari og øðrvísi enn væntað var frammanundan, og eftir gongini á G4 beri eg eyga við øll hesi menniskju, sum smílandi og læandi spyrja meg og myndamann, um vit hava vitjað Kára. Hansara lívsfilosofi smittar eftir øllum at døma. Bjartskygni vinnur á øllum – Eg eri framvegis fullveldis- sosialistur! Eg harmist um gongdina og ta sannroynd, at Javnaðarflokkurin situr í eini skeivari samgongu, og at føroyingar ikki duga at semj- ast um tjóðskaparligu fram- tíðina, sigur Kári, meðan hann fýrir av nakrar minni tespiligar eiðir Mynd: Jens Kristian Vang