Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 245 - 22. desember 2004 9 - Stríð er ein náttúr- ligur partur í einum og hvørjum politisk- um spæli, men før- oysku flokkarnir hava ov lítla disciplin. Samstundis eiga fjølmiðlarnir ikki at gloyma etisku ábyrgdina í valds- spælinum, sigur stjórnmálafrøðing- urin Bogi Eliasen. Hann metir, at núver- andi stríð í Tjóð- veldisflokkinum hev- ur fingið ov stórt uppmerksemi POLITIKKUR Heini í Skorini Heini_skorini@yahoo.com Persónsstríð, hvassur orðadráttur, skuldsetingar og afturvísingar. Men mest av øllum gitingar. Seinastu tíðina hevur føroyskur politikkur verið eyðkendur av kreppum í heilum flokkum og opnum stríði millum einstaklingar. Tað er eftirhondini stutt millum politisku bumbur- nar, sum fjølmiðlarnir and- bráir kunnu gera sær dælt av. Fyri stuttum kom Sam- bandsflokkurin fyri aðru ferð í ár í brennidepilin, og við núverandi persónsstríði í Tjóðveldisflokkinum er undirhaldið nátt hæddini. Mált í undirhaldsvirði kundi føroyskur politikkur í 2004 fingið fimm av fimm hattum. Men sigur umstrídda gongdin nakað um før- oyskan politikk í síni heild? Eiga hesir tendensir at læra okkum nakað? Og skulu stóru ósemjurnar góðtakast sum óumgangiligar og náttúrligar, ella eiga vit at fyribyrgja og broyta okkara politisku mentan? Etiska ábyrgdin Bogi Eliasen, stjórnmála- frøðingur, vísir á, at í einum og hvørjum politiskum spæli er stríð ein náttúrligur partur. Politikkur snýr seg um vald, og vilt tú vinna vald, mást tú stríðast fyri tí. Tað er ikki bert í Føroyum, at ósemjur gerast til opin stríð í politiska lívinum, men á ein ella annan saknar føroyski stjórnmálafrøð- ingurin disciplin og eftir- lýsir meiri skil í føroyskum politikki. - Føroyskir politikarar eru skjótir at fara til fjøl- miðlarnar og duga ov illa at loysa trupulleikarnar inn- anhýsis samanborið við onnur lond. Tað eigur at skula meiri til, áðrenn stríðsmálini gerast so opin, sum tey seinastu tíðina hava gjørt, metir Bogi Elia- sen. Hann sigur, at stríðið millum Torbjørn Jacobsen og leiðsluna í Tjóðveldis- flokkinum er eitt gott dømi um, at eitt mál gerst størri og álvarsamari enn neyð- ugt, men samstundis heldur stjórnmálafrøðingurin, at trupulleikarnir, sum áhald- andi hava myndað føroysk- an politikk seinastu tíðina, eisini eru avleiðingar av teimum fortreytum, vit før- oyingar liva undir. - Føroyar eru eitt lítið samfelag, og tað er tí sera lætt at sleppa framat í fjøl- miðlunum. Hetta gevur bæði politikarum og fjøl- miðlum eina ovurstóra ábyrgd. Samstundis sum fría atgongdin til fjøl- miðlarnar og almenna kjak- ið er ein fólkaræðislig dygd, hava vit í ov stóran mun havt lyndi til at mis- nýta hesa dygd og gloymt ábyrgdina, sigur Bogi Eliasen. Spurdur, hvør ítøkiliga ábyrgdin er, og á hvønn hátt ábyrgdin ikki er røktað, sigur Bogi soleiðis: - Fjølmiðlarnir skulu fyrst og fremst selja, og tí eru teir noyddir at gagnnýta tað avmarkaða tilfar, teir hava at arbeiða við. Men samstundis eiga teir at røkja ábyrgdina og ikki blása mál upp uttan orsøk. Samstundis eiga politikarar heldur ikki at gagnnýta fjølmiðlarnar til júst hetta, sigur Bogi. Við øðrum orðum tykist talan vera um eina etiska ábyrgd, sum møguliga í ov stóran mun verður svikin av báðum pørtum, og tískil gerast ósemjurnar ov domi- nerandi. Nærleikin í og støddin á føroyska samfelagnum er sostatt ein orsøk til, at opin- leikin fer yvir í ódisciplin, og at ósemjurnar seta ov skjótt, ov lætt og í ov stóran mun politisku dagsskránna í almenna kjakinum. Tað tykist vera eitt hárfínt mark millum nærdemokrati ella opinleika og síðani polit- iska ódisciplin og klandur. - Við øðrum orðum er politiskt stríð og klandur náttúrligt, men samstundis ov sjónligt í Føroyum í løt- uni, sigur Bogi. Eitt savnað valdømi Stóri spurningurin er so, hvat kann gerast fyri at avmarkaða politiska stríðs- mentalitetin í Føroyum, sum hevur við sær, at sjálv- ur politikkurin hvørvur í persónsprofilering og ein- staklingafokus. Lítla og opna samfelagið er ikki ein haldgóð undanførsla at rættvísgera tann sjónleik, sum hevur verið gerandis- kostur seinastu tíðina, men spurningurin er, hvussu føroyingar kunnu umganga at detta í áðurnevndu grøv, sum er ein støðugur vandi í einum so lítlum samfelagi. Sum stjórnmálafrøðing- urin fyrr hevur víst á, metir Bogi Eliasen, at eitt savnað valdømi hevði ment polit- iska støðið í Føroyum. Sambært honum skapa ymsu valdømini fragmen- tering og ósamanhang, og tá lokalpolitikkur gerst so týdningarmikil í føroysku skipanini, gerst landspoli- tikkurin og floksbygnaður- in samstundis veikari. - Sum eg áður havi víst á, kundi sundurskiljingin í fleiri valdømi verið ein orsøk til, at yvirornaða floksapparatið gerst ov veikt, og hetta er møguliga ein av orsøkunum til, at politisku konfliktirnar ger- ast so sjónligar, sigur stjórnmálafrøðingurin. Við øðrum orðum ger skipanin tað ov neyðugt hjá lokal- politikarum at røkja lokal- fólksins áhugamál, og tá gerast innanhýsis ósemjur- nar fleiri og størri. Hóast føroyska skipanin ikki nýtist at vera orsøk til núverandi stríð í Tjóð- veldisflokkinum, metir Bogi Eliasen, at virkandi skipan hevur nakrar inn- bygdar trupulleikar, sum kunnu ávirka politiska arbeiðslagi og fostra eina politiska mentan, sum ikki er mennandi. Markið Áðurnevnda mark millum ósakligt klandur og frítt, alment orðaskifti er sam- bært Boga Eliasen torført at áseta, tí markið flytir seg frá tíð til aðra, samstundis sum markið ikki er eins í ymsu flokkunum. Uttan at geva nøkrum ávísum skuld- ina fyri rokið í Tjóð- veldisflokkinum kann Bogi Eliasen Í øllum rokinum staðfesta, at gongdin er farin út um mark, og at allir aktørar eiga at taka við læru av teimum trupulleikum, sum hava dominerað før- oyska politiska leikpallin. Føroyskum politikarum tørvar disciplin Í kjalarvørrinum av persónsstríðnum í Tjóðveldisflokkinum metir stjórnmálafrøðingurin Bogi Eliasen, at bæði fjølmiðlar og politikarar eiga at endurskoða framferðarháttin og ikki gloyma etisku ábyrgdina í politiska valdsspælinum