Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 247 - 24. desember 2004 Tey næstu fýra ella fimm árini fer pensjónin at hækka munandi og tað verður ein sera stórur bati hjá pensjónist- um, heldur Hans Pauli Strøm SKATTALÆTTI OG PENSJÓN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tey næstu árini fer fara tey eldru at fáa munandi meiri í pensjón enn tey fáa nú. Tað er úrslitið av pen- sjónsavtaluni hjá sitandi samgongu. Tá ið samgongan varð skipað, samdust hon um at lækka skattin og at hækka pensónina og hesi bæði málini hoyra óloysliga sam- an, sigur løgmaður. Úrslitið av skattalættan- um hava vit hourt nógv um seinastu tíðina. Men úrslitið av pensjóns- avtaluni er, at um eini fýra ella fimm ár, fer ein stakur pensjónistur at fáa ímillum 9.000 og 10.000 krónur í pensjón um mánaðin og eini hjún fara at fáa góðar 16.000 krónur í pensjón. Her er talan um pensjón- istar, sum fáa fulla pensjón og fulla viðbót. Og hjá øll- um vanligum pensjónistum er pensjónin at kalla skatta- frí. Hans Pauli Strøm, lands- stýrismaður í almanna- og heilsumálum, sigur, at eftir pensjónsavtaluni hjá sam- gonguni, skal útgjaldið úr Samhaldsfasta Eftirlønar- grunninum hækka munandi tey næstu fýra fimm árini. Í løtuni betala løntakarar 0,5% av lønini í sam- haldsfasta eftirlønargrunn- in og arbeiðsgevarar betala 0,5% í grunnnin av øllum útgoldnum lønum. Men nú skal gjaldið hækka so líðandi so at tað um trý ár er komið upp í 1,5% frá hvørjum parti, ella 3% tilsamans og sostatt verður inngjaldið trýfaldað. - Í løtuni er gjaldið úr samhaldsfasta góðar 700 krónur um mánaðin. Men økta inngjaldið førir við sær, at longu um fimm ár, er gjaldið úr grunninum komið komið upp á einar 2.000 krónur um mánaðin til hvønn pensjónist. Hann sigur, at saman við eini dagførdari fólkapen- sjón fer hetta at geva einum støkum pensjónisti við full- ari viðbót, ímillum 9.000 og 10.000 krónur í eftirløn um mánaðin og einum hjúnum góðar 16.000 krón- ur, sigur landsstýris-mað- urin - Við at leggja stóran dent á Samhaldsfasta Eftir- lønargrunnin, ber til at fáa eina skipan, sum rættiliga skjótt kann veita eina munandi hægri eftirløn enn fólk fáa í dag. - Skuldi talan haraftur- ímóti bara verið um eina eftirlønarskipan, har hvør einstakur skuldi spara upp til sína egnu eftirløn, hevði tað tikið eini 30-40 ár, áðrenn nakar hevði fingið eina munagóða eftirløn, sigur Hans Pauli Strøm. Byggir á tríggjar súlur Hann sigur, at framtíðar eftirlønin skal byggja á tríggjar súlur, tvær almenn- ar og eina privata. Tær báðar almennu súl- urnar eru fólkaspensjónin og Samhaldsfasti Eftirløn- argrunnurin. Hesar báðar súlurnar skulu vera grundarlagið undir eftirlønini. Privata súlan undir eftir- lønarskipanini, eru tær avtalur, sum hvørt einstakt fakfelag sær ger eftir hvat tað heldur vera rætt og hon verður so løgd afturat teim- um almennu súlunum. Men av tí at tær almennu súlurnar geva so mikið nógv, fer tað at gera kravið um at spara til sína egnu pensjón, minni. – Høvdu vit ikki havt tær almennu, samhaldsføstu pensjónirnar, hevði kravið um sjálvuppsparing til pensjón, verðið so stórt, at fólk við vanligum inntøk- um høvdu ikki klárað tað. Tí leggja vit sera stóran dent á Samhaldsfasta, sigur landsstýrismaðurin. Hann leggur afturat, at samstundis situr ein nevnd og greinar út, hvussu ein semja kann finnast ímillum partarnar á arbeiðsmarkn- aðinum um eina privata eftirløn. - Talan verður um eitt minstakrav til, hvussu stór- an part av lønini, arbeiðs- gevarar og løntakarar skulu betala inn í eina privata eftirlønarskipan. Men halda tey tað vera rætt, kunnu tey sjálvsagt betala meiri. Sí eisini greinina "Skattalættin var prísurin fyri eina munandi hækking í pensjónunum" aðrastaðni í blaðnum. Tað harmar løgmann, at fakfeløg bara hugsa um, hvussu lítið tey fáa burtur úr skatta- lættanum. Tey áttu eisini at hugsa um, at um trý ár er pensjón- in hækkað upp í 10.000 krónur um mánaðin SKATTLÆTTI OG EFTIRLØN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Trøðini veksa ikki inn í himmalin og hetta var prís- urin. Jóannes Eidesgaard, løg- maður og formaður í javn- aðarflokkinum, viðgongur, at skattalættin, sum júst er samtyktur, smakkar ikki væl. Men hann heldur kortini, at atfinningarnar ímóti honum eru alt ov einoygd- ar. Tí afturfyri skattalættan, fáa bæði verkafólk og øll onnur, stórar ábøtur í pen- sjónunum. – Og tað harmar meg, at Arbeiðarafeløgini bara síggja, hvussu lítið teirra li i fá b t ú k tt lættanum. Tey áttu eisini at sæð, hvussu nógv verka- fólk nú fer at fáa afturat í eftirlønum, heldur løgmað- ur. Tí er hann ikki heilt samdur við arbeiðarafe- løgunum, tá ið tey høgga eftir javnaðarflokkinum fyri at hava góðtikið ein skattalætta, sum bara lívgar tey vælbjargaðu ímeðan verkafólkið at kalla onki fær burturur. Í Sosialinum mikudagin funnust bæði formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag og forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag harðliga at skattaættanum og at javn- aðarflokkinum og hvørgin teirra skilti, hvussu javn- aðarflokkurin kundi ganga við til ein so órættvísan skattalætta. Havnar Ar- beiðsmannafelag metti eis- ini, at skattalættin var ómetaliga óheppin fyri frið- in á arbeiðsmarknaðinum, tá ið hugsað verður um, at lønarsamráðingar skulu vera í vár. Jóannes Eidesgaard minnir á, at javnaðarflokk- urin er í samstarvi við tveir borgarligar flokkar og tí er førdi politikkurin ein neyð- semja ímillum teir tríggjar flokkarnar. S l iði liti k veruleikin og tað noyðast vit at rætta okkum eftir. Annars veit løgmaður ikki um hesin skattalættin ó ð í i ð i skattalættar, sum eru lætnir. – Men eg skal viðganga, at ráddi javnaðarflokkurin einsamallur fyri, hvussu skattalættin skuldi vera hevði hann sæð øðrvísi út. Annars heldur Jóannes Eidesgaard, at skattlættin er ikki so heilt burturvið, sum hann verður gjørdur til. – Hann tekur hámarks- skattin á miðalinntøkunum burtur og tað er í hesum lønarbólki, at nógv størsta fjøldin av fólki er. Men tá ið vit hava eina progressiva skattaskipan, raka skattalættin altíð upp- eftir, tí verða mørk flutt í neðra, verða tey eisini flutt longri uppi. – Bara at hugsa um lønar- bólkin uppá 170.000 krón- ur um árið og tey, sum for- vinna 500.000 krónur um árið er eitt ómetaliga langt lop. Har ímillum eru nógvir lønarbólkar, sum fáa heilt fitt burturúr skattalættan- um. Annars heldur løgmaður, at umframt at lækka skatt- in, soleiðis sum hann nú er lækkaður, hevur samgong- an eisini avtalað at hækka eftirlønirnar munandi. Og hann heldur, at arbeiðara- feløgini átti eisini at hugsa um tað, tí tað er eitt risa f b t í t i ið kift um, tí hetta er nakað, tey hava sóknast eftir í nógv ár. – Men tað er kanska okk- ara egna mistak, tí vit hava kanska ikki dugað so væl at upplýst um, at tey komandi árini fara eftirlønirnar at hækka munandi tað skal gerast við at hækka útgjald- ið úr samhaldsfasta og við at hækka pensjónirnar. – Tað er onki yvir at dylja at júst hesi viðurskifti eru hjartamál hjá javnaðar- flokkinum, sum vit altso hava avtalað at lyfta upp á eitt heilt annað støðið í hes- um valskeiðnum. – Tá ið fleiri flokkar skulu samstarva, mugu neyðloysinr til. Og í hesum føri er støðan tann, at varð skattalækkingin ikki framd, fingu vit heldur ikki hækka pensjónirnar. Og fekst ikki ein avtala í amgonguni um at hækka pensjónirnar, hevði heldur ongin skatta- lætti verið, so einføld er støðan í veruleikanum, sigur løgmaður. Og hann dylir heldur ikki fyri, at hóast javnaðarflokk- urin onki hevur ímóti skattalætta sum so, heldur hann at vinningurin hjá javnaðarflokkinum í hesum føri liggur í, at tað eydnast at lyfta pensjónirnar upp. O h j it fti samhaldsfasta, eigur hann ikki so nógvar vinir í poli- tikki, tí hann er bara eina- ferð áður hækkaður og tað var eisini við javnaðar- flokkinum í samgongu fyri einum 10-11 árum síðani. – Men forkvinnan í Før- oya Arbeiðarafelag hevur sjálv sitið á tingi, so hon veit, at politisk telving skal til fyri at fáa alt at ganga upp og afturfyri at fáa pensjónirnar upp, mátti vit ganga hinum flokkunum á møti við at lækka skattin, soleiðis sum tað nú er gjørt. tey bæði viurskiftini hanga óloysiliga saman hjá okk- um, sigur løgmaður. Annars vónar hann ikki, at skattalættin fer at føra til órógva á arbeiðsmarknað- inum, soleiðis sum formað- urin í Havnar Arbeiðs- mannafelag stúrir fyri. – Tað vóni eg sanniliga ikki, tí okkara royndir av ófriði á arbeiðsmarknað- inum er tær, at har eru bara taparar. Sí eisini greinina "Pen- sjónin hækkar upp í næstan 10.000 krónur" aðrastaðni í blaðnum. Pensjónin hækkar upp í næstan 10.000 krónur Skattalættin var prísurin fyri eina munandi hækking í pensjónunum Við at styrkja samhaldsfasta eftirlønargrunnin, kunnu vit hækka pensjónina munandi uppá heilt fá ár. Annars tekur tað eini 30-40 ár at byggja upp eina líkinda pensjón, sigur Hans Pauli Strøm Varð ongin skattalætti, varð heldur ongin hækking í pensjónini. og varð ongin hækking í pensjónini, varð heldur ongin skattalætti. So einfalt setir løgmaður støðuna upp ogh ann heldur at tað er skeivt, bara at finnast at skattalættanum uttan eisini at fegnast um, at pensjónirnar hækka munandi