mikudagur 22. desember 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 245 - 22. desember 2004
- Mín trupulleiki
hevur kanska verið, at
eg havi lurtað ov
nógv eftir teimum
meira tyranisku
elementunum í ting-
bólkinum. Vit hava
eitt heilt floksting og
ein stóran meiriluta í
flokkinum, sum tekur
frástøðu frá atburði
teirra, og tí kann eg
spyrja, hvør tað er,
sum ikki lurtar, sigur
Høgni Hoydal, sum í
dag viðmerkir álopini
frá Finni Helmsdal og
Tórbirni Jacobsen
TJÓÐVELDISSTRÍÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
"Vit hava sanniliga ein
snildan formann, sum altíð
sleppur sær undan at verða
viðgjørdur. Høgni Hoydal
er einfalt ikki til diskus-
sión(...) váðar ein av kritik-
arunum sær so mikið sum
at opna gákin, ja, so skal alt
floksapparatið aktiverast.
So skal viðkomandi leiðast
til dóms og tað, sum kanska
verri er".
Í einum hvassorðaðum
lesarabrævi í Sosialinum í
gjár gav tingmaður Tjóð-
veldisfloksins,
Finnur
Helmsdal, ilt av sær. Hann
fýltist á leiklutin og ar-
beiðslagið hjá formanni
Tjóðveldisfloksins, Høgna
Hoydal, og við Útvarp Før-
oya mánakvøldið segði
Finnur Helmsdal, at floks-
formaðurin ikki í nóg stór-
an mun lurtar eftir hinum
tingmonnunum.
Eysturoyartingmaðurin
hjá Tjóðveldisflokkinum,
Tórbjørn Jacobsen, hevur
áður alment givið til kenn-
ar, at formaður Tjóðveldis-
floksins ikki lurtar nóg væl
eftir tingmonnum floksins.
Við Sosialin 7. oktober
segði Tórbjørn Jacobsen, at
Høgni Hoydal í ov stóran
mun koyrir í sjálvdrátti og
letur verða við at ráðføra
seg við hini tingfólkini í
politiskum málum.
Høgni Hoydal svarar nú
atfinningunum aftur.
Ov seinur
Lurtar Høgni Hoydal ov
illa eftir sínum tingfólkum?
- Tað mugu onnur meta
um. Mín trupulleiki í
flokkinum hevur kanska
verið, at eg havi lurtað ov
nógv eftir teimum meira
tyrannisku elementunum í
tingbólkinum. Á teimum
arbeiðsplássum og áhuga-
feløgum, eg havi verið,
havi eg ongantíð upplivað
tann
arbeiðshátt,
hesir
menninir nýta. Tað hava
verið stríðsmál og dagligir
trupulleikar bara við at
samskifta siðiliga við hesar
menn. Eg haldi sjálvur, at
eg havi verið ov seinur at
gjørt nakað við henda
trupulleika, tí eftir mínum
tykki hava tey, sum rópa
harðast, fingið ov stórt í
mun til tey, sum ikki rópa
so hart.
Hvussu vilt tú lýsa teg
sjálvan sum formann?
- Eg eri tann typan, sum
royni at tosa meg til rættis
og fokuseri uppá tey polit-
isku málini. Eg eri ikki tann
typan, sum smekki nevan í
borðið og biði fólk skikka
sær pent.
Skuldi tú gjørt tað?
- Uttan iva. Men vit eru
nú einaferð so ymisk. Tað
harmiliga í hesum máli er,
at bæði Finnur og Tórbjørn
ikki nevna, hvat tað er, teir
tosa um. Hvør er tað, sum
ikki lurtar? Vit hava eitt
heilt floksting og ein stóran
meiriluta í flokkinum, sum
tekur frástøðu frá atburði
teirra, og tí kann eg av
røttum spyrja, hvør tað er,
sum ikki lurtar?
Hava tit umrøtt í ting-
bólkinum tín leiðsluhátt í
Tjóðveldisflokkinum?
- Ja, avgjørt. Eftir valið
gjørdu vit av at skipa okk-
um við framsøgufólki í
ymsu málunum, og hóast
tað hava verið trupulleikar,
so haldi eg, at tað er ein góð
skipan. Hetta varð gjørt við
teirri grundgeving, at tað
ikki altíð skal vera for-
maðurin í flokkinum, sum
úttalar seg.
Ætlar tú at taka atfinn-
ingarnar um tín leiðsluhátt
til eftirtektar?
- Eg havi lurtað nógv eft-
ir bæði Tórbirni Jacobsen
og Finni Helmsdal, men eg
finni meg ikki í, at menn
fara beinleiðis út at seta
kílar í flokkin, tí teir vilja
beinleiðis skapa split í
flokkin og seta sín egna
persón í fokus.
Leygardagin skrivaðu tit
undir eina útihýsingar-
reglu. Hvør verður avleið-
ingin fyri Finn Helmsdal,
eftir at hann í gjár legði
eftir tær?
- Tað veit eg ikki. Lat
okkum tosast innanhýsis
fyrst. Eg havi sagt tað fyrr,
at eg tími ikki út í fjølmiðl-
arnar at viðgera málið, og
tað haldi eg fast við. Tað er
kortini givið, at flokkurin
kann ikki framhaldandi liva
við hesum buldrinum í
fjølmiðlunum.
Nær verður loksins friður
í Tjóðveldisflokkinum?
Um nakar hevur eini góð
ráð, hvussu tú skapar frið í
einum flokki, tá menn fara
út á slíkan hátt, so eru tey
kærkomin. Nei, skemt til
síðis. Tað er ringt at siga, tí
vilja leiðandi persónar í
flokkinum hava balladu, ja,
so fáa teir balladu. Stríðið
er ein funnin fressur hjá
okkara politisku mótstøðu-
fólkum og fjølmiðlunum, tí
tey fáa ein frían pall at leika
á. Tað einasta, sum loysir
slíkar trupulleikar, er um
fólk kenna ábyrgd fyri
flokkinum, fyri sær sjálv-
um og sýna virðing fyri
øðrum. Hetta meti eg
manglar í ólukku mát í løt-
uni, endar Høgni Hoydal.
Árliga nýggjárs-
konsertin verður í
Ítróttarhøllini á
Hálsi hóskvøldið
30. desember. Á
skránni verða Krist-
leif Zachariasen,
GO GO Blues, Týr,
Páll Finnur Páll og
Terji Rasmussen
Band
Tað verður ein blanding
av ymsum tónleikastílum
á skránni, tá ið Kyndil
hevur sína árligu nýggj-
árskonsert í næstu viku.
Singer/songwriter, popp-
ur, rockur og blues fer at
ljóma, tá ið tey fimm
nøvnini fara at framføra.
Umframt hetta fer eisini
DJ Pætur at undirhalda
millum bólkarnar.
Kristleif Zachariasen
leggur fyri við sínum
nýútgivnu sangum, og í
hølunum á honum koma
GoGo Blues, sum er
mannað við Una Debes,
Arnold Ludvig og Rógva
á Rógvu.
Týr kenna øll. Eisini
her heima í Føroyum.
Tað er ikki bert í fjarskot-
num londum at teir eru
kendir, men so sanniliga
eisini her heima, og teir
fara at spæla sín eyð-
kenda kvæðarock.
Páll Finnur Páll er
eisini á veg við eini
nýggjari fløgu, og tað
verða væntandi sangir av
hesari útgávu, sum verða
at hoyra, men munnu teir
ikki fara at tríva í stóra
hittið hjá sær, Forelsk-
aður Sjónleikari.
Seinastur á pallin verð-
ur Terji Rasmussen, sum
hevur góðar tónleikarar
afturat sær, og hann fer at
spæla nakað av tí rúgvis-
mikla tilfarið, hann hevur
latið til føroyskan tónleik
á útgávum sum Moirae
og Føstufressum.
Atgongumerki kunnu
keypast í forsølu.
Fimm nøvn á
Nýggjárskonsert
Týr
Terji Rasmussen
Troyttur av tyrannisku
tingmonnum
- Eg eri tann typan, sum royni at tosa meg til rættis og fokuseri uppá tey politisku málini. Eg eri
ikki tann typan, sum smekki nevan í borðið og biði fólk skikka sær pent