mikudagur 22. desember 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 24. desember 2004
7
Tollaksmessukvøld
verður eitt alment
jólahugnakvøld í
Kelduni í Skálabotni.
Tiltakið hevur fingið
heitið »Vit syngja
jólini inn«
Tollaksmessukvøld
kl
21.00 verður høvi hjá
øllum áhugaðum at leggja
sær
leiðina
framvið
Kelduni í Skálabotni, har
tey fara at syngja jólini inn.
Talan verður um eitt alment
jólahugnakvøld
við
felagssangi, lovsangi og
sangframførðslum.
Aftaná verður kaffi við
rís a'la mande at fáa.
Í Kelduni siga tey, at
tiltakið er ókeypis, men at
innsavnað
verður
fyri
missiónsarbeiðnum
hjá
Kelduni.
Øll eru hjartaliga væl-
komin.
– eys –
Tollaksmessukvøld
verður ein áhugaverd
konsert í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði.
Vinnarin av singer/-
songwriter kapping-
ini í ár, Rókur Jacob-
sen, vinnnarin frá í
fjør, Kristleif Zachari-
assen, og Knút H.
Eysturstein fara allir á
pall í Fuglafirði 23.
desember
Rókur Jacobsen, Kristleif
Zachariassen og Knút H.
Eysturstein fara allir at
framføra við hvør sínum
bólki Tollaksmessukvøld.
Rókur syngur og spælir
kassagittar. Hann fer mill-
um annað at framføra egin
løg, sum hann eisini fram-
førdi á singer/songwriters
kappingini. Á palli saman
við Róki verða kendir tón-
leikarar sum Rói Christian-
sen og Halgir Arge, sum
báðir hava spælt saman við
Róki í bólkinum Tangz.
Bæði Kristleif Zachari-
assen og Knút H. Eystur-
stein eru í løtuni fløguaktu-
ellir, og teirra framførslur
verða serliga merktar av
tónleiki
av
nýútkomnu
fløgunum.
Kristleif,
sum
vann
Singer/songwriter
kapp-
ingina í fjør, verður heldur
ikki einsamallur á pallin-
um. Sjálvur fer hann at
syngja og spæla guitar, og
afturat sær hevur hann
kendar menn sum Rógva á
Rógvu, Mikael Blak og
Heðin Ziska Davidsen.
Knút
H.
Eysturstein
syngur,
spælir
el-
og
kassagittar
umframt
Juno–ljómborð. Á pallin-
um við Knúti verða Uni
Árting, Niels Jákup í
Jógvanstovu, Bogi á Lakj-
uni og Halltóra Henriksen.
Fyrireikararnir halda, at
konsertin kanska serliga er
eitt gott høvi hjá útisetum
og øllum øðrum við at
uppliva tríggjar av okkara
frægu
singer/songwriter
tónleikarum á sama palli.
Konsertin
byrjar
kl
20.00. Atgongumerki á 100
kr. verða at fáa við dyrnar.
Møguleiki verður eisini
at ognað sær nýggju fløg-
urnar hjá Knúti og Krist-
leifi á konsertini.
– eys –
Rannvá Troest, sum
arbeiðir á kunningar-
stovuni í Runavík
sigur, at tiltøkini, ið
tey hava skipað fyri í
desember mánaði,
hava verið framúr væl
vitjað. Betur enn
nakrantíð áður
JÓLAHUGNI
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin.fo
Kunningarstovan í Runavík
hevur aldri upplivað so
stóra undirtøku við tiløkun-
um, sum tey hava skipað
fyri og selt billettir til í
desember mánaði, sum í ár.
Rannvá Troest, sum starv-
ast á Kunningarstovuni í
Runavík sigur, at hon metir,
at tað er komin trendur í at
hugna sær.
– Vit merkja týðuliga at
fólk fara út at hugna sær, í
staðin fyri at stressa, sum
tey kanska hava gjørt
undanfarin
ár,
sigur
Rannvá.
Gott samstarv
Eina góða orsøk til tað
heldur hon vera, at øll
tiltøkini hava verið sera væl
fyrireikað í ár.
– Tað hevur verið eitt sera
gott
samstarv
ímillum
kommununa, Handilsmið-
depilin,
handlarnar
og
Kunningarstovuna,
bæði
hvat viðvíkur vinnuligum
tiltøkum, men eisin við-
víkjandi mentanarligum til-
tøkum. Vit hava samstarva
fyrr, men tað vísir seg, at
tað tekur fleiri ár at byggja
eitt tílíkt tiltak upp, soleiðis
at fólk tíma at koma, greið-
ir Rannvá fra, at staðfestir,
at tað liggur eitt stórt ar-
beiði í hugnaliga desember
mánaðinum.
– Tá vit høvdu langan
leygardag vóru sera nógv
fólk. Tá komu eisini jóla-
menninir koyrandi á brand-
bilunum, og bara her í
Runavík savnaðu teir 1000
fólk. Eg veit eisini, at teir
vóru sera væl móttiknir alla
staðni runt um í Eystur-
oynni, greiðir Rannvá frá.
Konsertir
Rannvá sigur, at tað, sum
kanska
yvirraskaði
tey
mest, var sera væleydnaða
tiltakið,
sum
Symfoniorkestrið skipaði
fyri.
– Vit vóru eitt sindur
skeptisk, tí tað skuldi vera
inni í eini høll. Men tá av-
tornaði seldu vit 300 at-
gongumerki í forsølu, og
inni í høllini vóru tilsamans
450 fólk, sigur Rannvá.
Hon sigur, at ljóðgóðsk-
an var sera góð, og at Sym-
foniorkestrið lingu hevur
umbiðið
høllina
aftur
komandi ár, til eitt líknandi
jólatiltak.
Eisini hava ymiskar aðrar
konsertir verið runt um í
Eysturoynni, millum annað
var ein í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði, við Atlantic
Songbirds, ið varð útseld.
Veðrið ávirkar
Eitt, sum tó kanska ikki
hevur verið heilt eftir vild
hendan desember mánaðin,
er veðrið. Og tað hevur
eisini havt sína ávirkan.
Ætlanin var, at jólaskipið
skuldi leggja at týsdagin,
men tá var ikki hugsingur
um at leggja nakað skip fyri
veður. So tað mátti útsetast
til mikudagin í staðin. Men
slíkar seinkingar má man
bara smyrja seg við, tá man
býr
í
Føroyum,
sigur
Rannvá at enda flennandi.
Trendy at hugna sær um jólini
Allastaðni, har teir steðgaðu, savnaðu jólamenninir, sum koyrdu runt í Eysturoynni við
brandbilum, nógv fólk. Men Runavík mundi eiga metið. Har vóru heili 1000 fólk samankomin,
fyri at hitta jólamenninar.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tað gekk ikki long
tíð, frá at Kunning-
arstovan í Havn
byrjaði at selja
atgongumerki, og
til alt var útselt. Tí
var avgjørt at hava
nakrar eykasýn-
ingar, men tær eru
eisini so væl og
virðiliga útseldar
SJÓNLEIKUR
eydna@sosialurin.fo
Tað var kanska nakað
órættvíst, at atgongu-
merkini til vælumtókta
sjónleikin um Fólk og
Dólgar einans vórðu seld
í Havn. Tey vóru nevni-
liga útseld eftir stuttari
tíð, og tað gav ikki bygd-
arfólki nakran møguleika
at keypa atgongumerki.
Tá avgjørt varð, at hava
nakrar eyka sýningar var
tí eisini avgjørt, at at-
gongumerkini
skuldu
býtast út til Kunningar-
stovurnar kring landið at
selja.
Á Kunningarstovni í
Runavík siga tey, at at-
gongumerkini, tey fingu,
vórðu útseld eftir lítlari
løtu.
– Tá vit komu til ar-
beiðis tann morgunin,
var long bíðirøð framm-
anfyri Kunningarstovuni.
Tað stóðu sera nógv fólk
og bíðaðu, til vit lótu
upp. Men vit høvdu bert
fingið 100 atgongumerki
at selja, og tað var skjótt
at tey vóru uppi. So tað
vóru ikki eingang øll,
sum stóðu í bíðirøð allan
morgunin, sum fingu
atgongumerki, siga tey
úr Runavík.
Tey siga, at um so
verður, at eyka-eyka sýn-
ingar fara at verða sýnd-
ar, so vóna tey, at fáa
nøkur fleiri atgongu-
merki inn til Runavíkar
at selja.
Vit sleppa so í øllum
førum av við tey, siga tey
flennandi.
Tað eydnaðist tó ikki
Sosialinum
at
fáa
uppspurt, um eyka eyka
sýningar fara at verða
sýndar í komandi ári.
Fólk og Dólgar
aftur útselt
Singer/songwriter í Fuglafirði
Jólahugnakvøld í Kelduni