týsdagur 9. juni 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. juni 2020 · Nr. 45
10
Sosialurin
i
l
– Mest átrokandi
fyri ferðavinnuna
er at fáa nýggjar
og greiðari reglur
fyri gongd í haga,
men tað er eins
týdningarmikið,
at vit fáa nýggja
náttúruvernd
arlóggávu og
lendislóggávu, ið
gevur okkum betri
amboð at verja
náttúru og djóralív,
og sum ásetir,
hvat virksemi og
hvat byggjarí er
loyvt í náttúr
uni, sigur Jóan
Pauli Helgason í
tíðargreini í dag
Mykines er ein av okkara náttúr
uperlum. Tá ið fólk koma til Før
oyar, stendur Mykines oftast ov
ast á listanum yvir støð, sum tey
bara mugu vitja. Og tað er ikki av
ongum. Serliga er tað ríka fugla
lívið í oynni, ið hevur givið vest
astu oyggj okkara hesa serstøðu.
Og tað er eisini hetta, sum hevur
gjørt, at Mykines er útnevnd
sum Ramsar-øki. Tað, at vit sum
land hava tikið undir við Rams
ar-sáttmálanum og útnevnt trý
Ramsar øki, merkir í stuttum,
at vit hava bundið okkum til at
verja hetta økið og at seta í verk
tiltøk, ið kunnu tryggja, at økini
verða umsitin á burðardyggan
hátt.
At altsamt fleiri ferðafólk
fara til Mykinesar er vorðin ein
avbjóðing, serliga fyri gongdina
ígjøgnum lundalandið. Hvørt
ár ganga túsundtals ferðafólk
meiri ella minni óskipað gjøgn
um Lamba, størsta lundalandið
í Føroyum, í bútíðini hjá lund
anum. Øllum er greitt, at hetta
er til bága fyri fugl og lendi, ið
týðiliga eru ávirkað av nógvu
gongdini. Kanningar hjá fugla
frøðingum vísa m.a., at tað eru
færri lundaholur við pisum, tess
nærri tú ert gøtuni, og at tað ser
liga er sildberin, grundarlagið
undir sjálvum lundastovninum,
ið verður illa órógvaður.
Tilgongdin higartil
Í nógv ár hevur tað verið skilligt,
at neyðugt er at seta tiltøk í verk,
ið skipa ferðavinnuna í Mykinesi
betur. Tá ið menningardeildin á
Visit Faroe Islands fór til verka
fyri tveimum árum síðan, lá
Mykines tí frammarlaga í huga.
Menningardeildin hevur verið
á nógvum Ramsar fundum og
havt tætt samskifti við náttúr
umyndugleikar,
jarðareigarar,
kommunu, fuglafrøðingar og
ferðavinnuna um, hvussu tað
kann gerast. Harumframt hava
vit gjørt skelti o.a., sum eggja til
rættan atburð og vísa á gongu
leiðir í Mykinesi. Saman við
kommununi hava vit eisini stað
ið fyri arbeiðinum at gera nýtt
útsýnisstað í Mykinesi.
Menningardeildin hevur tó
ongar formligar heimildir at
gera av, hvussu viðurskiftini
skulu skipast. Tað eru jarðareig
arar, ið gera av, hvussu gongdin
uttan fyri bøgarðarnar verður
løgd til rættis, tað er SSL og priv
atir veitarar, ið gera av, hvørjar
treytir skulu vera fyri siglingina
til Mykinesar, og tað er komm
unan, ið ger av, hvørjar íløgur
verða gjørdar í undirstøðukerv
ið innan fyri kommunumark.
Menningardeildin hevur átikið
sær arbeiðið at samskipa og gera
tilmæli til tiltøk, ið kunnu skipa
ferðavinnuna betur, at eggja
pørtunum at gera tað rætta og at
stuðla úrvaldum átøkum fíggjar
liga. Og tað hava vit gjørt.
Tá ið jarðareigar í 2017 tóku
stig til grannastevnu við tí enda
máli at skipa ferðsluna uttan fyri
bøgarðarnar betur bæði fyri at
verja náttúru og fugl, men eisini
fyri at fáa inntøkur frá vaksandi
ferðavinnu til viðlíkahald o.a.,
hildu vit øll, at hetta var eitt stig
á rættari leið, sum sjálvsagt mátti
sleppa at standa sína roynd.
Vit hava nú fjórða summarið,
eftir at grannastevnusamtykt
in í Mykinesi varð sett í gildi,
og kunnu staðfesta, at einastu
ásetingarnar í samtyktini, sum
eigararnir hava fylgt, er kravið
um gjald. Ásetingarnar í sam
tyktini um avmarkingar, ferða
leiðara o.a. eru ongantíð settar í
verk.
Tað góða í samskiftinum við
partarnar, ið hava verið umboð
aðir í Ramsar-høpi, t.e. jarðar
eigarar, kommuna, umhvørvis
myndugleikar og fuglafrøðingar,
hevur verið, at mestsum allir
partar hóast alt hava verið
samdir um, at neyðugt er at seta
í verk avmarkandi tiltøk, ið gera,
at farið verður væl um lendið
og sum verja lundan betur. Eg
haldi eisini, at greiða fatanin á
Ramsar-fundunum hevur verið,
at partarnir hava verið samdir
um, at ikki var ráðiligt at halda
fram við arbeiðinum at gera
trappur í Lamba, eftir at nøkur
trin vóru gjørd í 2016.
Tilmæli um náttúruvernd,
fuglavernd og ferðavinnu
Á sumri 2019 bjóðaði menning
ardeildin amerikanskum ser
frøðingi í burðardyggari lendis
umsiting til Føroya serliga fyri
at kanna umstøðurnar í Myk
inesi og heilt uttanveltað at
meta um, hvat ið eigur at vera
gjørt. Við støði í hesum meting
um, savnaðu vit viðkomandi
serkunnleika
og
avvarðandi
myndugleikar við tí endamáli
at gera eitt felags fakligt tilmæli
um, hvørji tiltøk kunnu verða
sett í verk, sum hava náttúru
vernd, djóravernd og ferðavinnu
fyri eyga. Hesi tilmæli vóru fyrst
viðgjørd á fundi í Mykinesi og
síðani løgd fram á almennum
fundi í Sørvági 7. februar í ár.
Eitt av høvuðstilmælunum
frá bólkinum, ið fevnir um Hav
stovuna, Tjóðsavnið, Umhvørv
isstovuna, Sørvágs Kommunu,
Visit Vágar og Visit Faroe Islands,
er, at verandi leið gjøgnum
búøkið hjá lundanum eigur at
vera stongd fyri allari vanligari
gongd í bútíðini. Mælt verð
ur til, at Lamba verður skipað
sum serligt verndarøki sam
bært lóg um náttúrufriðing, og
at kanningar verða settar í verk,
sum kunnu staðfesta neyvari,
hvussu gongdin í hesum við
brekna øki kann verða skipað,
og hvussu ein gøta oman ímóti
brúnni til Hólman kann verða
gjørd, so hon ikki órógvar lund
an.
Í tilmælinum eru eisini fleiri
uppskot, ið vísa á, hvussu ferða
vinnan kann verða betur skipað,
hvørjar aðrar gonguleiðir eru
betri at nýta, hvussu kunningin
kann betrast og í heila tikið,
hvussu ein burðardyggari ferða
vinna í Mykinesi kundi sæð út.
Vit halda ikki, at ferðavinnu
møguleikarnir í Mykinesi versna
við at avmarka ella steðga
gongdini gjøgnum lundalandið.
Tvørturímóti høvdu verndar
tiltøk víst í verki, at ferðafólkini
nú vitja eitt stað, har virðingin
fyri fuglalívinum og øðrum nátt
úrugivnum ríkidømi er í hásæti,
og har hetta ríkidømið verður
umsitið burðardygt. Og tað ber
væl til framhaldandi at taka
gjald fyri at vitja slíkt stað. Tað
er í veruleikanum óhoyrt fyri
eitt modernað samfelag, at tað
ber til hjá ferðafólki at ganga
mitt ígjøgnum fuglalond, tá tað
er greitt, at hetta hevur stórar av
leiðingar fyri trivnaðin hjá fugl
inum.
Ferðafólk
fara
framvegis
at vilja sleppa til Mykinesar,
tí sannleikin er tann, at tey
allarflestu ferðafólkini longu
eru hugfangað, tá ið tey eftir ein
sera vakran siglitúr stíga á land
og verða heilsað vælkomin av
øllum ritunum við bryggjuna í
Mykinesi. Tá tey so eisini kunnu
ganga túrin fram við eggini
út á Rógvuna, beint fram við
ótalligum lundum og við góðum
útsýni til súluna á Hólmanum, so
hava øll fingið tað, tey eru komin
eftir. Ongin væntar at fáa loyvi
at kunna ganga beint ígjøgnum
meginbúøkið hjá lundanum, tað
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Ferðavinnan í Mykinesi
Tað vísir
seg ofta, at
fólk heldur
velja at
smekka til
og gera bara
okkurt heldur
enn at gera
tað rætta
Tað er í
veruleikanum
óhoyrt fyri
eitt modernað
samfelag, at
tað ber til hjá
ferðafólki at
ganga mitt
ígjøgnum
fuglalond