týsdagur 9. juni 2020síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49
Mikudagur 10. juni 2020 · Nr. 45
sleppur eingin nakrastaðni.
Vilja vit hava eina burðar
dygga ferðavinnu, mugu vit eis
ini vera til reiðar at seta í verk
avmarkingar, ikki bara fyri út
lendsk ferðafólk, men eisini
okkum sjálv. Gongdin ígjøgnum
Lamba er ikki burðardygg, og
vit eru noydd at hugsa um aðrar
mátar at reka ferðavinnu í Myki
nesi í framtíðini, ið ikki eru til so
stóran ampa fyri lendi og fugl.
Og tað ber væl til.
Tilmælið um náttúruvernd,
fuglavernd og ferðavinnu í Myk
inesi er ein roynd at vísa, at tað
væl ber til at verja náttúruna og
hava ferðavinnu um somu leið.
Tað er eisini aðaltátturin í menn
ingarætlanini hjá VFI, ið ber heit
ið “at menna og varðveita um
somu leið”. Uppgávan hjá menn
ingardeildini er at virka fyri eini
burðardyggari ferðavinnu, og tað
er støðið undir tilmælunum.
Hví eru jarðareigarar
ikki við í tilmælinum?
Tá ið vit frættu, at jarðareigarar
ætlaðu at fara undir at gera eina
grúsgøtu og trappur gjøgnum
Lamba, var tað fyri mong eitt
síðsta tekin um, at gyltu ætlan
irnar um at seta í verk avmark
ingar og verndarátøk ikki vóru
reellar. Slík ætlan segði okkum
so mikið, at jarðareigararnir ikki
høvdu í hyggju at fylgja tilmæl
unum frá Ramsar-bólkinum um
at avmarka gongdina gjøgnum
lundalandið mest møguligt. Ein
grúsgøta og trappur ígjøgnum
størsta lundaland Føroya eggjar
til, at uppaftur fleiri ferðafólk
skulu hava møguleikan at ganga
túrin.
Øll eru, sum nevnt, samd um,
at støðan heldur ikki, og at tað er
betri fyri bæði lendið og trygdina
hjá teimum vitjandi at hava eina
gøtu og trappur gjøgnum bratta
lendið, um fortreytin er, at fólk
framvegis skulu hava somu
óavmarkaðu atgongd gjøgnum
hetta økið.
Trupulleikin er bara, at hetta
er heilt skeiv fortreyt at virka
eftir. Týdningarmesta fortreyt
in, eisini fyri eina framtíðar
ferðavinnu, er, at vit eru før
fyri at verja og umsita okkara
tilfeingi
og
geva
komandi
ættarliðum eins góðar møguleik
ar at uppliva náttúrugivið ríki
dømi, sum vit hava havt, t.e. ein
burðardygg loysn. Tað ger eitt so
grovt inntriv í lendið og búøkið
hjá lundanum ikki.
Vit hildu tí, at ráðiligast var
at gera eitt fakligt tilmæli um,
hvussu ein burðardyggari ferða
vinna í Mykinesi kann verða
skipað uttan at gera ætlaða
inntrivið í Lamba. Vónin var, at
hetta kundi vera eitt konstruk
tivt útspæl við øðrum møgu
leikum og varligari inntrivum,
ið jarðareigarar síðani kundu
umrøða og vónandi taka undir
við, ið hvussu er partvíst, heldur
enn at halda fast í ætlanini um at
gera gøtuna.
Eftir at tilmælini vóru løgd
fram, var heitt á partarnar at
viðgera
ymisku
uppskotini
frá bólkinum, og at vit síðani
kundu hittast aftur at umrøða
vegin fram. Av tí at brúgvin út í
Hólm skuldi umvælast í ár og at
ferðsla tí ikki kundi ganga gjøgn
um Lamba í summar, hildu vit
at hetta var eitt frálíkt høvi at
finna fram til eina góða og væl
umhugsaða loysn.
Gøtan
So kom Korona og vendi alt
á høvdið, og fokus hjá øllum í
ferðavinnuni flutti av góðari
grund til onnur átrokandi tiltøk,
sum vóru neyðug at seta í verk.
Tá ið Korona-tiltøkini vóru
í hæddini, frættu vit, at jarðar
eigarar í Mykinesi eisini høvdu
verið upptiknir í Korona-tíðini,
nevniliga við at gera grúsgøtu og
trappur gjøgnum Lamba.
Tað haldi eg veruliga ikki,
at nakar hevði væntað. At
líkasælan
og
virðingin
fyri
fakligum tilmælum og myndug
leikum er lítil, tað hava vit sæð
fyrr, men máti skal vera við.
Uppaftur syrgiligari er at
síggja, at tað kundi verið hand
farið so nógv betur. Skal gøta
partú verða gjørd gjøgnum eitt
so viðbrekið og týdningarmikið
øki í Føroyum, kann tað um ikki
annað verða gjørt eftir ráðum
frá serkunnugum fólki, sum
duga at leggja gøtur, landslags
arkitektum og øðrum.
Ofta verður sagt, at mynd
ugleikar og ferðavinnan skal
spyrja seg fyri og tryggja góðan
dialog við partarnar fyri at koma
fram á røttu loysnirnar. Tað
haldi eg veruliga, vit hava gjørt
í Mykinesi. Tað eru nógv fólk, ið
hava brúkt sera nógva tíð til at
finna loysnir á hesum øki. Men
dialogur gongur jú báðar vegir,
og vit hava saknað, at jarðar
eigarar eisini nýta høvi at um
røða ætlað tiltøk, áðrenn tey
verða sett í verk. Ella í minsta
lagi fylgja lógini og biðja um
loyvi frá friðingarnevndini, áðr
enn farið verður til verka.
Gøtan í Mykinesi loysir ikki
avbjóðingarnar við ferðavinnuni
í Mykinesi. Gøtan ger tað trygg
ari at ganga ígjøgnum Lamba
og ger ivaleyst, at flestu ferða
fólkini ganga á eini gøtu held
ur enn at slíta lendið, men tað
kann ikki bera í bøtuflaka fyri,
at hundraðtals lundaholur eru
lagdar undir grús, og tað loysir
ikki trupulleikan við áhaldandi
órógv frá fólki, tvørturímóti.
Næsta stig
Søgan úr Mykinesi lýsir sera væl,
hvør støðan er við ferðavinnuni
í Føroyum. Vit hava í roynd og
veru eingi amboð, tá ið tað veldst
um gongd í haga, náttúruvernd,
fuglavernd og burðardygd. Alt
vísir seg at bera til, og tað er upp
til meiri ella minni tilvildarlig
fólk at gera av, hvussu okkara
náttúra verður umsitin, meðan
myndugleikar og fakfólk sita á
síðulinjuni og fylgja við. Og úrs
litið er har eftir. Tað vísir seg ofta,
at fólk heldur velja at smekka til
og gera bara okkurt heldur enn
at gera tað rætta.
Mykines-dømið vísir, so tað
skríggjar til himmals, hvussu
stóran tørv vit hava á at fáa lóg
gávu á hesum økinum. Fáa vit
ikki lóggávuna, fara vit at síggja
fleiri dømi av sama slag, og tað
verður ikki møguligt at skipa
eina burðardygga ferðavinnu
í Føroyum, ið tryggjar, at nátt
úrutilfeingið og harvið grund
arlagið undir øllum vinnuligum
virksemi verður varðveitt.
Mest átrokandi fyri ferða
vinnuna er at fáa nýggjar og
greiðari reglur fyri gongd í haga,
men tað er eins týdningarmikið,
at vit fáa nýggja náttúruvernd
arlóggávu og lendislóggávu, ið
gevur okkum betri amboð at
verja náttúru og djóralív, og sum
ásetir, hvat virksemi og hvat
byggjarí er loyvt í náttúruni.
Vit halda framvegis, at tilmæl
ini eru eins viðkomandi, og vit
ætla framhaldandi m.a. at virka
fyri, at nýggjar farleiðir verða
merktar, at skúlin í Mykinesi
kundi fingið nýtt lív sum “visitor-
centre”, har ferðafólk kunnu
leita sær kunning um fugl, veið
umentan, keypa minnislutir og
ein túr við ferðaleiðara o.a.
Vit halda eisini, at tað fram
vegis er átrokandi at skipa
Lamba sum serligt verndarøki
sambært løgtingslóg um nátt
úrufriðing. Tað málið er farið í
gongd og verður í næstum við
gjørt í yvirfriðingarnevndini.
Jóhan Pauli Helgason
Jóan Pauli Helgason
Menningarleiðari hjá Visit Faroe Islands
Týdningarmesta fortreytin
er, at vit eru før fyri at verja
og umsita okkara tilfeingi og
geva komandi ættarliðum eins
góðar møguleikar at uppliva
náttúrugivið ríkidømi, sum vit
hava havt