Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. juni 2020 · Nr. 45 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Við Djúpumýrar, Klaksvík Sigur tú KÍ, so sigur tú eisini Jóannes Bjartalíð. Hann er stóra stjørnan á KÍ-liðnum og bleiv eisini valdur til ársins spælara í føroyskum fótbólti til Fótbóltsgalla 2019. Í hinum endanum hevur stjørnuskotið hjá NSÍ, petur Knudsen, longu skorað. Saman við Adriani Justinussen í HB eru teir út­ nevndir til teir mest spennadi spælar­arnar í føroyskum fót­bólti í ár. Í Klaksvík vita tey hvat tey fáa, tá Jóannes Bjartalíð svingar vinstra beini og leggur innfyri. Við Djúpu­ mýrar leita tey eftir komandi stjørniskotinum, sum skal fylgja fótasporðunum hjá Jóan­nesi Bjartalíð, Jákupi B. Andreasen og Jóannes K. Daniel­sen. Eitt gott boð er 18 ára gamli Jonn Johannesen, sum kom inn tá mest stóð á, og var tað ikki fyri ein stórspælandi Tórð Thomsen í málinum hjá NSÍ, so skoraði hann tvey mál. Ein sjónlig broyting Tað er lagt upp til ein spenn­ andi taktiskan dyst, tá KÍ tekur móti NSÍ. Gestirnir úr Runavík eru einasta liðið, sum spælir við trimum í miðverjuni, eins og landsliðið hevur gjørt nakrar ferðir. Hetta er ein spælskipan, sum KÍ og Mikkjal K. Thomas­ sen hava brúk fyrr. Tí var eitt sindru av spenningin, um antin KÍ ella NSÍ fóru at umskipa liðið til dystum um hvør skal fylgja HB í oddinum. Svarið var hvørgan. Heima­ liðið heldur fast í síni 4-4-2 spæl­skipan, har bakkarnir fara fram og miðvallarnir fara breitt og biðja um bóltin. Svenski venjarin hjá NSÍ, Glenn Ståhl, heldur eisini fast í síni 3-5-2 spælskipan, har tað mesta av framrættaða spæl­ inum eru innlegg ella skjót­álop, har Petur Knudsen og Klæ­mint A. Olsen skulu skapa vanda­ støður­nar. NSÍ hevur tó gjørt ein broyt­ ing til dystin. Ungi Aron Knud­ sen, sum bleiv útvístur í 1-0 ósigrinum fyri Víkingi í Sarpu­ gerði, verður avloystur av Búa Egilssyni, ið er meiri krops­ sterkur og stinnur í tvídystum. KÍ omaná – Tórður bjargar NSÍ Tað er heimaliðið, sum er oman­á frá byrjan. Tað verður sagt, at tú kanst avlesa støðuna hjá einum liðið, ið spælir 3-5-2, um teir eru tríggir ella fimm í verjuni. Vongbakkarnir, Bárður J. Han­sen og Jann Benjaminsen eru nakað kroystir og enda í verju støðu saman við Jákupi Jakob­sen, Odduri Højgaard og Rógva E. Nielsen. Fleiri ferðir hevur KÍ inn­legg, men serliga Tórður Thom­sen er stinnur í málinum. Tá mest stendur á, so er Oddur Høj­gaard honum ein góð hjálp. Tað gongur illa hjá NSÍ at koma í álopsstøðu, sum einki veru­ligt álop hevur fyrr enn fimm minuttir fyri hálv­leik, tá Búi Egilsson stút­ar fram­við Krist­ iani Joen­sen í máli­num hjá KÍ, men Od­mar Færø rudd­ar vekk. Bestu royndina hev­ ur Jóannes Bjartalíð, tá hann send­ir fríspark upp í mál­horn­ið, men aftur er Tórður Thomsen i vegin. NSÍ tekur av Í seinna hálvleiki er gongdin tann saman. KÍ leggur trýst á, men nú er NSÍ meiri nær­ gang­andi í mótálopunum. Tá 73. minuttir eru spældir sendir Jann Benjaminsen bóltin inn­ fyri, har Petur Knudsen fyrstur á. -Vit venja hatta nógv, so onkuuntíð má tað rigga. Tølini siga, at vit hava nógv innlegg og fleiri vit hava, størri er møgu­leikin at okkurt fer í málið. Í nýggja leiklutinum, sum eg havi í ár, so havi eg vant nógv at koma í fremra økið, har bóltin helst kemur, tá Jann leggur inn­fyri, sigur Petur Knudsen. Løtu seinni fær miðverjin á miðvøllinum hjá KÍ, Deni Pavlo­vic, sítt seinna gula kort og verður útvístur. NSÍ stílar nú móti sigrinum, tí steðgar ein 18 ára gamal klaksvíkingur. Jonn inn at bjarga KÍ velur at senda Jonn Johanne­sen á vøllin. Hann nær vit at javna tríggjar minuttir fyri tíð, men Tórður Thomsen stór­ bjarg­ar. Tveir minuttir inni í yvirtíðini fær hann tó bara hondina á, tá Jonn Johannesen stútar eitt framúr innlegg frá Jóannes Bjartalíð í málið. -Eg má bara rósa Tórði fyri bjargingina, men seinnu ferð­ ina fái eg eitt perfekt innlegg frá Jóannesi Bjartalíð, sum eg bara skal seta pannina á. Tað er deiligt at fáa eitt stig móti endanum, men samstundis keðiligt at vit ikki vinna hendan dystin, sigur ungi klaks­vík­ingurin, sum hevur spælt bæði á vonginum og í álopi­num. -Eg spæli har, sum Mikkjal setir meg at spæla, og royni at gera mítt besta. So fáa vit at síggja hvussu langt tað røkk­ur. Eg eri altíð klárur og tað eru allir spælararnir hjá KÍ. Tað er ikki nemt at fáa kjans á hesum góða liðnum, tí sjálvt um tú skorar, so kanst tú sita á bonki­ num til næsta dyst, sigur Jonn Johannesen. KÍ hevur munin í spæli og mál­møgu­leikum, men NSÍ er nærri sigrinum. -Nú má tað koma, at NSÍ eisini klárar at spæla upp við tey stóru og vinna. Í dag eru vit á odda til yvirtíðina og tí følist sum eitt tap, men eitt stig í Klaks­vík er eisini gott, sigur Petur Knudsen Tað endar við, at KÍ og NSÍ spen­na bein fyri hvørjum øðrum í FM-stríðnum. trondur@sosialurin.fo KÍ var omaná á norðoyarstevnudystin móti NSÍ, men tað vóru gestirnir, ið vóru nærri sigrinum. Bjargingin var eitt framúr innlegg frá Jóannesi Bjartalíð, sum innskiftið Jonn Johannesen stútaði í málið. – Tað er ikki nemt at fáa kjans á hesum góða liðnum, tí sjálvt um tú skorar, so kanst tú sita á bonkinum til næsta dyst, sigur Jonn Johannesen Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... VIT GITA: HEINI TIL KÍ Nógv bendir á, at Heini Vatnsdal verður at síggja í KÍ hetta kappingarárið. Hann flytur heim við familjuni og hevur boðað frá, at hann ætlar at spæla fótbólt. Hann skal tó fáa viðurskiftini við Fremad Amager í lag, har hann hevur sáttmála fram til summar 2021. KÍ-NSÍ 1-1: SPENTU BEIN SPENTU BEIN FYRI FYRI HVØRJUM ØÐRUM HVØRJUM ØÐRUM