Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2020síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 10. JUNI 2020 · NR. 45 Sosialurin 9 Ferðast Nes kommuna bjóðar øllum vælkomnum at vitja bygdirnar NES, TOFTIR og SALTNES www.nes.fo Tú ferðast í tíð. Heilt av aldargamla Tinghellu, har víkingar hittust, til landsins størsta og tryggasta náttúruhavn, síðan til smáu og friðsælu bygdaperlurnar í Eysturoynni, har tíðin nærum stendur í stað. Elduvík, Funningur og Æðuvík teljast avgjørt millum hesar perlur. Ein annar heimur verður latin upp við friðsælari náttúru, hugtakandi útsýni, serligum dámi, heimablíðni, bygdamentan og gomlum býlingum. Eysturoyggin er ein mótsetningur, øll sum hon er. Frá mjáða og milda landslagnum við Toftavatn til tindrandi fjøll og berg norðanfyri. Kom avstað! Ferðist í egnum landi, antin við familjuni, vinfólki ella í einsemi at njóta fuglalátur og jarman frá seyðinum í kvirruni, meðan gingið verður fót fyri fót inn í djúpa dalin. Serstaki friðurin kemur á teg beinanvegin og tíðin stendur í stað. Kunningarstovan í Runavík savnar allar upplivingar og tilboð á visitrunavik.fo Eitt hanagleiv frá tí stóra til tað smáa Meira kunning á www.visitrunavik.fo