Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-09, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2020síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 10. JUNI 2020 · NR. 45 Sosialurin 10 Ferðast Visit Sandoy Skopunarvegur 1 - 240 Skopun Tlf. 222078 - Info@visitsandoy.fo UPPLATINGARTÍÐIR: Mánadag til fríggjadag 08.30 – 12.30 GISTINGARMØGULEIKAR: Einki gistingarhús er í løtuni í Sandoynni. Men aðrir gistingarmøguleikar eru tó. Eitt nú eru fleiri frítíðarhús, sum kunnu leigast um Visit Sandoy, og so eru eisini ymisk felagshús, ið verða leigað út. Møguleiki er eisini fyri at bíleggja sær Bed & Breakfast umvegis Visit Sandoy. MATARSTØÐ: Cafein á Mølini Harumframt eru fleiri veitarar av Heimablídní oynni. Visit Sandoy upplýsir nærri um hesi. KAMPINGPLÁSS: Trý kampingpláss eru í Sandoynni. Tey eru ávikavíst í Skálavík, Dali og á Sandi. Vitjunarverd støð: Sandoyggin hevur eina sera vøkru náttúrur, og nógv vøkur útsýnisstøð eru kring oynna. Bygd­ir­ nar í oynni eru í sjálvum sær eisini rættiliga vakr­ ar, og koyrir tú eitt nú ein biltúr til Dals ella til Skarvanesar, so er náttúran stórbær á leiðini. Í Skúgvi, sum hoyrir inn undir Visit Sandoy, er náttúr­an eisini stórsligin, og har eru fleiri støð, har útsýnið er framúr. Søltuvík er eisini stað, sum er avgjørt eina vitjan verd. Søgulig støð: Á Sandi er nógv áhuga­ vert at hoyra um, eitt nú um fornfrøðina á Sandi, kirkjuna, Kálv Lítla og so fram­vegis. Visit Sandoy bjóðar eisini túrar Niðri á Hamri, har greitt verður frá lendingini og frá fyrstu handlunum, ið komu aftaná Kongaliga Handil­ in. Eisini kann man hoyra um Gálgan og Runta, ið varð seinasti maður, ið var hongdur har. Tað ber sjálvandi eisni til at vitja bygda­ savn­ið  Norðara Koyta á Sandi  ella  Listasavnið á Sandi  í samband við bygda­túrin. Gongutúrar: Tað eru nógvir vakrir túr­ar at ganga í Sandoyar Sýslu. Ikki minst eftir bygdag­øtunum. Visit Sand­oy hjálpir fegin við at útvega ferðaleiðara, men ætlar man sær túr uttan ferðaleiðara, so skal man altíð minnast til at spyrja um loyvi at fara í hagan hjá tí, sum eigur jørðina. Nakrir av væl umtóktu túr­unum í Sandoynni eru eitt nú túrurin av Sandi til Søltu­víkar, ella túrarnir eftir bygdagøtuni millum ávikavíst Húsavík og Skála­vík, og millum Skarva­nes og Dal. Í Skúvoynni eru eisini góðir túrar, og eitt nú er ein túrurin niðan á Eggjar ógvuliga væl dámdur. Skipaðar útferðir: Umframt teir túrar sum fólk hvør sær kunnu gera, skipar Visit Sandoy sam­ an við lokalum veitarum eisini fyri ymiskum túr­ um við ferðaleiðara. Mill­ um annað er sera væl um­tókt at fara bátatúrar kring oynna. Føroyingar kunnu eins væl og útlendingar gera sær dælt av hesum møgu­ leika, og um man hevur ynski um at gera ein túr sjálvur við ferðaleiðara, so er hetta eisini ein møgu­leiki, sum Visit Sand­oy kann hjálpa við. Visit Sandoy Upplivingar