Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 12. JUNI 2020 Byrjið nú við tykkum sjálvum Jørgen Eystanstevnan verður sett í dag, fríggj­a­dag­ in, kl. 16.30 á litríka pallinum sunnan fyri býráðshúsið í Runavík. Setanin byrjar við at søldfirðingurin Hans Marius Ziska sjálvur annar kemur at syngja og spæla. Heiðurin at seta Eystanstevnuna eigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, sum fer at flyta fram røðu. – Trúfasta hornorkestur okkara, Nes Sókn­ar Musikkfelag, fer, sum so mangan áður, at seta sín háðtíðarliga dám á tiltakið, skrivar tey úr Runavíkarkommunu, sum stroymir tiltakið á runavik.fo Seta stevnuna í dag kl 16:30 EYSTANSTEVNAN Mamman var ein móðir Theresa Siðsøga síða 22-23 Símon Hansen til minnis Nøvn síða 21 Í blaðnum... Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Haldarar, sum ikki hava fingið Sosialin Um Sosialurin ikki er borin haldarum klokk­an 20 fríggjakvøld – sendið teldu­ post til klaga@sosialurin.fo – Gangið tit politikarar fyri eina­ ferð skyld sum fyrimyndir Vilja tit hava lønirnar niður ella vilja tit ikki geva fak­fel­ø­gum ta løn­ar­hækk­ing, sum tey hava upp­i­borið, tak­ið so fyrsta stigið við tykkara egnu lønum, so fólkið veit, at tit meina tað í álvara! Argumentatiónin hjá Jørgen Nicl­a­ sen í mál­i­num um ikki at góðkenna sátt­mál­an mill­um Komm­un­ala Ar­ beiðs­gev­a­r­a­fel­ag­ið og Starvsmanna­fel­ ag­ið heldur ikki. Hann hevur sjálvur gjørt sáttmála fyri tey, sum starvast hjá tí al­menna, og tað er bæði nátúrligt og ein skylda, at hini starvs­fólkini í fel­ag­ num, sum ar­beiða hjá kommununum, fáa sama sátt­mála. At búskaparstøðan í samfelagnum er broytt, og at fortreytirnar tí ikki eru tær somu, sum tá Jørgen Nicalsen í jan­ u­ar­mánaði skrivaði undir sáttmálan, tað er tó eisini ein veruleiki. Spurningurin er so bara, hvussu tað skal síggjast aftur í lønarsáttmálunum kom­andi tíðina. Vit kunnu spyrja, hví á­vís­ir bólkar skulu revsast harðari, enn aðr­ir bólkar. Vit hava longu sæð, at tey lægst løntu, tey tímaløntu, longu hava gold­ið prísin við søguliga lágari løn­ar­ hækk­ing í júst lidnu samráðingunum. Vit freist­ast at spyrja, hví arbeiðara­fel­ øg­ini hava latið sær hetta lyndað. Júst sáttmálin við arbeiðarara­fel­øg­ ini er sátt­málin, sum leggur støði fyri all­ar hin­ar nakrar og tredivu sátt­mál­ar­ nar, sum nú skal samráðast um. Tá landsstýrismaðurin vil hava fak­ fel­øg­ini at vísa hógv, so hevði tað givið stóra re­spekt, um hann og politikarar ann­ars fyri einaferð skyld vístu seg sum fyr­i­myndir. Tí landsstýrið og løg­ ting­ið hava møguleikan at vísa, at tey veru­liga halda, at tað ber til at vísa sam­fel­ags­sinni við at fáa ein minni bita av sam­fel­ags­køk­uni, enn ætlað var. Lækkið tykkara egnu lønir. Ella lækk­ið feitu pensjónina, sum løg­tings­ fólk fáa. Kom­ið so aftur og vísið fólkið, at tit vísa sam­felags­sinni. So vistu vit, at tit meintu tað í álvara. Tað svitast ikki, at truplast er upp­ gáv­an hjá teimum tímaløntu at stríaðst fyri sín­ari løn. Ólíka lættari er hjá pol­it­ ik­ar­um, sum uttan at blunka tvífaldaðu sína egnu løn á sinni og samtyktu sær feit­ar gullrandaðar pen­sjón­ir. Vit trúgva snøkt sagt ikki pol­it­ik­ar­ um, sum tosa um lønarafturhald, um teir ikki vísa tað í verki sjálvir! Nú skulu vit hava fleiri kvinnur í bygda- og býráðini í Føroyum! Tað sigur Demokratia í hesi áheitan: »Eitt fjølbroytt politiskt landsslag hevur avgerandi týdning fyri, hvørjar avgerðir verða tiknar, og hvussu tær verða tiknar. Eitt fjølbroytt politiskt landslag hevur eisini týdning fyri, hvørjar raðfestingar verða gjørdar í kommununi. Tíðin er farin frá at spyrja, um tað hevur týdning at fáa fleiri kvinnur inn í kommunurnar, til at siga: sjálvandi hevur tað týdning. Vit hava brúk fyri ymisleika til at taka skilagóðar og umboðandi avgerðir. Ímeðan koronu-farsóttin hevur herjað, hava vit sæð, at kvinnur hava staðið í fremstu røð við stórari ábyrgd. Nú er tíðin komin at lata ávirkan fylgja við ábyrgd. Tí samstundis sum hesi størv, sum vera lýst í átaki okkara í Demokratia, hava stóra ábyrgd, hava tey lítla ávirkan á avgerðir, sum verða tiknar. Okkum tørvar teirra royndir og royndirnar hjá einum fjølbroyttum hópi av føroyingum yvirhøvur. Tí siga vit heilt einfalt við allar kvinnur: STILLIÐ UPP til kommuvalið 2020 - tín kommuna hevur tørv á tær.« Vilja hava fleiri kvinnur til valdið