hósdagur 11. juni 2020síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020
SOSIALURIN 46
3
Vit leita eftir forstjóra at stjórna okkara vælriknu fyritøku og sum
hevur hegni og visjónir at fl yta felagið enn longri fram á leið.
Við atliti at heilsu, trygd, umhvørvi og góðsku hevur forstjórin evstu
ábyrgdina av dagliga rakstrinum hjá felagnum.
Vit vænta, at tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni og viðkomandi
leiðsluroyndir. Tú skalt hava kunnleika til føroyskt vinnulív, gott
skil fyri rakstri og duga væl at samskifta, bæði á føroyskum,
norðurlendskum og enskum máli.
Eisini skalt tú hava fl air fyri tænastu og góðum sambandi við bæði
kundar, veitarar, myndugleikar og starvsfólk.
Løn eftir avtalu.
Nærri upplýsingar um starvið fáast hjá Jens Meinhard Rasmussen,
nevndarformanni í Magn, tlf 794910.
Umsóknarfreistin er hósdagin 25. juni 2020. Umsókn skal sendast
við teldubrævi til Jens Meinhard Rasmussen á jmr@skansi.fo.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú standa á odda fyri at tryggja føroyingum
orku? Hevur tú leiðsluroyndir og eitt greitt
fokus á trygd og kundatænastu? So ert tú kanska
nýggi forstjórin hjá Magn.
Umleið 155 fólk starvast hjá Magn svarandi til 91 ársverk. Felagið rekur tilsamans 11 Magn-støðir kring
landið. Høvuðsskrivstovan er á Viðarnesi í Havn, og deildarskrivstovur eru í Klaksvík og á Tvøroyri.
Felagið hevur ein fl ota av tangabilum, sum hvønn dag veita olju til skip, virkir og húsarhald um allar
Føroyar. Magn hevur hitatænastu, smyrjioljuveitingar og aðrar tænastur um alt landið. Magn fer saman
við LÍV-samtakinum at byggja og reka eina vindmyllulund við seks vindmyllum í Flatnahaga.
FORSTJÓRI
TIL MAGN