hósdagur 11. juni 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020
SOSIALURIN 46
4
EYÐUN KLAKSTEIN
L
íka síðani føroyingar
fingu sjónvarp, hevur
hann verið har. Rund
leitta og skeggjuta and
litið við eyðkendu røddin hevur
myndað so nógvar føroyskar
sjónvarpssendingar, at eingin
hevur tal á tí. Ein veruligur
miðladýrgripur liggur eftir
hann, og framvegis er okkurt
nýtt ávegis.
Men nú er Zacharias Hammer
ikki millum okkum longur. Týs
morgunin andaðist hann 68 ára
gamal. Seinnu árini hevur hann
havt onkrar heilsutrupulleikar,
og nú var tíðin úti.
– Zacharias var ótrúliga
ágrýtin og arbeiðssamur, og
hann legði nógv fyri at gera sjón
varpssendingar. Hann var ein av
teimum, sum ikki settist aftur,
men kundi fáa tað mesta í lag,
sigur Ragnar C. Joensen, sum
starvaðist saman við Zachariasi
øll árini í Sjónvarpi Føroya og
seinni Kringvarpinum.
Ivan Niclasen, stjóri í
Kringvarpi Føroya, heldur, at
Zacharias Hammer var ein av
undangongumonnunum at gera
føroyskt sjónvarp.
– Zacharias hevði sín egna
fólksliga stíl, og hann dugdi væl
at siga frá gerandislívinum hjá
vanliga føroyinginum. Hann
legði seg eftir at siga søgur úr
øllum Føroyum, eins og hann
gjørdi fleiri sjónvarpsrøðir við
ferðafrásagnum úr fjarskotn
um londum, skrivar kringvarps
stjórin í minningarorðum.
Byrjaði ungur
Zacharias Hammer hevði for
eldur úr hvør sínum enda av
landinum – pápin var úr Hvalba
og mamman úr Fugloy. Zacharias
hevði sum ungur maður stóran
áhuga fyri tøkni. Hann var
partur av umhvørvinum í sam
komuni Ebenezer í Havn, har
tey gjørdu nógv við at taka upp
tónleik og annað, og seinni fór
Evangeliska Røddin eisini at
geva tónleik út.
– Eg kendi Zacharias longu
sum smádrongur, og eg minnist,
at hann var sera virkin í Ebenezer,
har hann var ein av teimum, sum
virkaði fyri at fáa tøkni til vega.
Hann hevði ein týðandi leiklut í
tí umhvørvinum, sigur Ragnar C.
Joensen, sum starvaðist í Sjón
Hann er millum størstu og mest týðandi profilar í føroyskari
sjónvarpssøgu. Hann var ágrýtin og arbeiðssamur og framleiddi
sjónvarpssendingar úr bjørgum, av fjalli, av sjógvi og úr
fjarskotnum londum. Zacharias Hammer hevur verið við á
ferðini hjá føroyskum sjónvarpi frá byrjan og fram til í dag. Nú er
ferðin hjá honum endað. Týsdagin andaðist hann 68 ára gamal
ZACHARIAS
ZACHARIAS
VAR TANN
VAR TANN
FÓLKSLIGI
FÓLKSLIGI
SLÓÐARIN
SLÓÐARIN
Zacharias Hammer gjørdi barnasendingar í SvF