hósdagur 11. juni 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020
SOSIALURIN 46
5
varpi Føroya og Kringvarpi Før
oya í 27 ár.
Zacharias var partur av
framleiðsluni av fleiri tónleika
útgávum, og sum fráleið fekk
hann eisini áhuga fyri sjón
varpsupptøkum.
Tá ið Sjónvarpsfelagið í
Havn byrjaði at senda sjónvarp
fyrra partin av 1980’unum, var
Zacharias uppi í, og samstundis,
sum Sjónvarpsfelagið slóðaði
fyri almenna Sjónvarpi Føroya
í 1984, gjørdist Zacharias eisini
beinanvegin partur av fram
leiðsluni í SvF.
– Í fyrsta umfari vóru vit
tríggir mans í føstum starvi.
Jógvan Asbjørn Skaale, Finnur
Lómstein og eg. Vit høvdu tørv
á hjálp frá øðrum fólkum, og frá
byrjan var Zacharias ein, sum eg
kundi heita á, sigur Ragnar C.
Joensen, sum tók sær av tøkni
liga partinum í SvF.
Zacharias Hammer hevði
gjørt barnatilfar fyri Sjón
varpsfelagið, og tað var eisini
hansara høvuðsuppgáva í SvF
fyrstu árini. Zacharias stóð fyri
undirhaldandi barnasendingum
við eitt nú Dólgunum og Gyðju
og Grana, og hesar sendingar
munnu øll tey, sum vóru børn
í 1980’unum minnast.
– Zacharias var sera arbeiðs
samur, og hann vildi hava tingini
gjørd. Hann riggaði sera væl til
fyrstu tíðina í SvF, tá ið alt var
nýtt, og tað ráddi um at fáa
framleitt okkurt, sum vit kundu
vísa føroyingum. Vit høvdu eitt
sera gott samstarv øll árini, sigur
Ragnar C. Joensen.
Íðin og kreativur
Ein av teimum, sum arbeiddi
saman við Zachariasi fyrstu
árini í Sjónvarpi Føroya, var
Hjørdis Johansen, sum gjørdi
barnasendingar saman við
Zachariasi. Hjørdis spældi
leiklutirnar sum Gyðja og Grani
– tvey toydjór, sum nógv føroysk
børn komu at kenna væl.
– Zacharias dugdi at spæla
sjónleik, og tað riggaði í grundini
sera væl, at hann tosaði við
dukkurnar, og so skuldi eg lofta
tí, sum hann segði. Tað var
ein stuttlig tíð, og samstarvið
okkara millum var sera gott,
sigur Hjørdis Johansen.
– Ofta ánaðu vit ikki, hvat vit
skuldu gera, men vit fóru bara í
gongd, og Zacharias hevði nógv
hugskot. Vit kundu til dømis
koyra ein túr, og sá Zacharias ein
sandbát, skuldu vit gera okkurt
burtur úr tí. Vit høvdu einki
handrit, men improviseraðu
nógv. Tað dámdi mær eisini væl,
og tí arbeiddu vit væl saman,
sigur hon.
Í nøkur ár í 1980’unum vóru
Dólgarnir nakað heilt serligt í
Sjónvarpinum. Dólgarnir gjørdu
um seg í kalendarasendingum
upp undir jól, og nógv var gjørt
burtur úr at framleiða sending
arnar. Zacharias Hammer var
primus motor í framleiðsluni.
– Eg kendi Zacharias frá
Eysturskúlanum, har hann
starvaðist sum lærari, og tað var
haðani okkara samband kom í
lag. Alt byrjaði við, at onkur hevði
vunnið ein walkman, og so vildi
Zacharias gera eina sjónvarps
sending burtur úr tí. Børnini
skuldu fanga nakrar smuglarar,
og so skuldu tey fáa walkman
sum finningarløn, sigur Hans
Jákup Hermansen, sum var ein
av Dólgunum. Saman við honum
vóru Egi Dam og Erling Eysturoy
í høvuðsleiklutunum.
Smuglararnir vórðu síðani
til Dólgarnar, sum undirhildu
børnum og vaksnum nøkur ár.
– Vit høvdu tað sera stuttligt
saman. Zacharias koyrdi full
drøn allatíðina, hann var krea
tivur og arbeiðssamur, og hann
spardi seg ongantíð. Hann hevði
nógv hugskot, og vit funnu uppá,
so hvørt sum vit tóku upp. Um
nakar skuldi hava fatur á einum
Zacharias Hammer og
Dólgarnir gera upptøkur
Zacharias var á mangan á flog við tyrluni