hósdagur 11. juni 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020
SOSIALURIN 46
6
handriti, so hevði verið neyðugt
at skanna høvdið hjá Zachariasi,
sigur hann.
–
Zacharias
var
bæði
frammanfyri og aftanfyri upp
tøkutólið, og tá ið vit høvdu tikið
eitt sindur upp, so varð klipt. Alt
arbeiði var gjørt mitt í rokanum.
Tað var ein góð tíð, sigur Hans
Jákup Hermansen.
Mentan og náttúra
Sum fráleið fór Zacharias
Hammer at gera siðsøguligar
og mentanarligar sendingar
– ofta úr føroysku náttúruni.
Hann var í bjørgunum og á
fjalli, hann ferðaðist á bygd og
í bygdaløgum, og hann var á
sjónum og burturi í heimi. Upp
tøkutólið var trúfastur fylgis
neyti, og ofta spurdust forvitnis
ligar sendingar burturúr.
– Zacharias vildi so gjarna
gera hesar sendingar, og hann
gjørdist alt djarvari við tíðini.
Hann fór bara í gongd, og onkun
tíð høvdu vit onnur trupult við
at fylgja við honum. Hann gjørdi
sendingarnar upp á sín máta,
sigur Ragnar C. Joensen.
Sendingarnar hjá Zachariasi
Hammer vóru eyðkendar –
fyrst og fremst tí Zacharias
bæði gjørdi upptøkur og tosaði
í sendingunum, og stundum sást
hann eisini á skíggjanum. Nógv
um føroyingum dámdi hetta
slagið av sendingum, hóast tær
ikki fylgdu rákinum við skjótari
klipping og størri ferð í upp
tøkunum.
Árni Gregersen hevði nógv
samstarv við Zacharias Hammer
í Sjónvarpinum longu frá 1984.
Umframt at gera sendingar av
ymsum slagi var Zacharias eisini
klárur at rykkja út sum upp
tøkumaður, tá ið innsløg skuldu
gerast til eitt nú Dag og Viku.
– Zacharias var ein sera góð
ur upptøkumaður, og hann lá
altíð framvið at fáa upptøkur
í kassan. Einaferð vóru eg og
Zacharias á veg norður til
Klaksvíkar við tyrluni at gera
eitt innslag. Jóngerð Purkhús,
sum var landsstýriskvinna, var
eisini við á ferðini. Zacharias
spurdi flogskipararnar, um
teir ikki kundu flúgva inn
eftir Gøtuvík, so hann kundi
fáa nakrar upptøkur. Teir so
gjørdu. Zacharias lat hurðina
á tyrluni upp, og lenaði seg inn
yvir Jóngerð Purkhús, sum sat
uttast við hurðina, og so filmaði
hann, meðan Jóngerð sat forfard
og stardi beint niður á víkina,
greiðir Árni Gregersen frá.
– Hann brendi fyri sjón
varpsarbeiði, og hann var altíð
í gongd við okkurt. Tað kundi
eisini koma fyri, at hann dupult
bókaði. Ein morgunin, eg kom
til arbeiðis í Sjónvarpinum,
stóð Ebenezerkórið í gongini.
Eg spurdi tey, hvørji ørindini
vóru, og tey søgdu, at tey
skuldu gera upptøku saman
við Zacharias. Eg mátti bara
svara teimum, at Zacharias var
farin til Suðuroyar kvøldið fyri
at gera upptøkur. Onkur annar
av sjónvarpsmonnunum gjørdi
upptøkurnar ístaðin, og tað bar
eisini til.
Í 2007 fór Zacharias Hammer
úr starvi í Kringvarpinum, men
eisini eftir tað vóru sendingar
hjá honum at síggja í KvF. Hann
helt fram við at gera upptøkur og
av og á at framleiða sendingar.
Hann gjørdi eisini sendingar til
onnur høvi – eitt nú vóru send
ingar vístar á Torradøgum í
Klaksvík.
Skúli og sendingar
Eftir at Zacharias Hammer
gavst í Kringvarpinum í 2007,
fór hann í starv í skúlanum á
Ziskatrøð í Klaksvík, har hann
saman við øðrum skuldi taka
sær av undirvísing í miðlum.
Zacharias búði seinnu árini í
Norðdepli.
– Tá ið bleiv stjóri á Ziskatrøð,
helt eg, at skúlin hevði brúk fyri
at gera meira við kreativar læru
greinar. Vit fóru eitt nú undir at
gera meira við miðlar, og nakað
eftir tað kom Zacharias Hammer
í starv. Hann skuldi saman við
øðrum byggja lærugreinina og
umhvørvið upp, og tað riggaði
væl, sigur Signar á Brúnni, sum
var skúlastjóri á Ziskatrøð árini
frá 2007 til 2012.
– Zacharias hevði royndir
við miðlaarbeiði, hann var
kreativur, og hann tordi at
leypa út í tað. Hann dugdi væl
við næmingunum og hevði nógv
at læra frá sær. Vit vóru góð við
Zacharias, og hann treivst væl í
skúlanum.
Signar á Brúnni hevur eisini
samstarvað við Zacharias eftir
tíðina sum skúlastjóri í Klaksvík.
Zacharias hjálpti Signari at gera
dokumentarfilm um Fuglafjørð.
– Vit høvdu gott samstarv
og kláraðu væl upp, og eg
var skakkur av at hoyra, at
Zacharias nú var farin, sigur
Signar á Brúnni.
Tað eru bert góðar tvær vikur
síðani, Zacharias Hammer skriv
aði á facebook, at hann hevði
keypt sær eitt nýtt Canon 70d
kamera. Hann hevði verið úti
og tikið myndir við ymiskum
linsum fyri at royna nýggja tol
ið, sum hann helt fór at verða
hent til smærri filmsupptøkur,
tí tólið var lættari enn tungu
videoupptakararnir.
Soleiðis var hann. Líkamikið
hvat annað gekk fyri seg í lívinum
og rundan um hann, hugsaði
hann altíð um filmsupptøkur
og næstu sending. Nú framleiðir
hann onga sending afturat.
Zacharias Hammer hevur sløkt
upptøkutólið fyri seinastu ferð.
F
rá 1984 og fram til 2007
var Zacharias Hammer
knýttur at Sjónvarpi
Føroya og seinni Kring
varpi Føroya.
– Zacharias hevði sín egna
fólksliga stíl, og hann dugdi væl
at siga frá gerandislívinum hjá
vanliga føroyinginum. Hann
legði seg eftir at siga søgur úr
øllum Føroyum, eins og hann
gjørdi fleiri sjónvarpsrøðir
við ferðafrásagnum úr fjar
skotnum londum, sigur Ivan
Niclasen í minningarorðum á
heimasíðuni hjá Kringvarpi
num.
– Zacharias var ein av
undangongumonnunum at
gera føroyskt sjónvarp. Tey
fyrstu árini gjørdi Zacharias
barnasendingar. Røðir, sum
tær um Gyðju og Grana og ikki
minst sendirøðin um Dólg
arnar, fingu bæði børn og
vaksin at sessast frammanfyri
sjónvarpinum. Seinni fór hann
at gera mentanarsendingar, og
tær gjørdust eisini sera vælum
tóktar.
– Zacharias var ein dugna
ligur fotografur, og tað kom
honum til góðar, tá hann
gjørdi dokumentarsendingar
frá lívinum umborð á føroysku
fiskiskipunum, og tá hann var
við fjallmonnunum til bjarga.
Hóast Zacharias Hammer
nú er farin, kunnu føroyingar
gleða seg at síggja nýggjar
sendingar frá honum seinni í
ár.
– Nú hann andaðist, hevði
hann júst – saman við fólki úr
Kringvarpinum – lagt seinastu
hond á tríggjar sendingar um
fiskiskap við línuskipum undir
Føroyum og á Flemish Cap.
Hesar sendingarnar verða
sendar í heyst, sigur Ivan Nicla
sen.
Zacharias hevði sín egna stíl
– Zacharias var ein av undangongumonnunum at gera føroyskt
sjónvarp, sigur Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya
Zacharias Hammer var ágrýtin og arbeiðssamur sjónvarpsmaður
Eisini eftir at hann gavst í Kringvarpinum í 2007 fekst Zacharias
Hammer við at gera upptøkur og sendingar