mikudagur 22. desember 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 • mikudagur • 22. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Royndirnar hesi
seinastu fimtan árini
at steðga veiðuni eftir
laksi á opnum havi
hava givið úrslit.
Stovnurin er við at
koma fyri seg aftur,
og er 2004 tað besta
fyri frítíðarfiskarar í
londunum við
Atlantshav í 25 ár.
–Hetta kunnu vit m.a.
takka føroyingum
fyri sigur Orri Vig-
fússon, sum er
undangongumaður í
hesi einastandandi og
slóðbrótandi verk-
ætlan, sum allur
heimurin kann læra
av
STOVNSRØKT
Jan Müller
Tað eru júst fimtan ár síð-
ani, at íslendski vinnulívs-
maðurin Orri Vigfússon
kom til Føroya og inniliga
heitti á føroyingar um at
gevast við at veiða laks á
opnum havi, tí stovnurin
varð við at verða niður-
fiskaður. Í dag kann ein
errin Orri og harvið eisini
øll tey, sum vara av laksin-
um í Norðuratlantshavi
fegnast um, at royndirnar at
bjarga
laksastovinunum
hava eydnast. Nú eru nevni-
liga greið tekin um, at
stovnurin er við at koma
seg og hetta m.a. tí, at før-
oyingar og aðrar tjóðir
lurtaðu eftir Orra Vigfús-
syni og góvust við veiðuni.
Í hesum sambandi hevur
Orri Vigfússon júst verið á
vitjan í Føroyum fyri at
takka fyri stuðulin, sum
føroyingar hava víst í hes-
um stóra og álvarsliga máli.
- Eg fari gjøgnum Vinnu-
síðurnar í Sosialinum, sum
eisini tók hetta málið upp,
tá eg var her fyri fimtan
árum síðani, at takka øllum
føroyingum, sum hava gjørt
sítt til, at laksurin nú aftur
er við at koma fyri seg.
Orri Vigfússon kom til
Føroya í oktober í 1989 og
helt ein óformellan fund
við felagið Laksaskip, har
hann heitti á felagið um at
gevast við laksaveiðuni, tí
stovnurin var hóttur. Felag-
ið skuldi so fáa eina ávísa
upphædd at lata fiskimonn-
um fyri mistu veiðuna.
Laksaskip gekk við til at
samráðast um málið og
eftir samráðingar í umleið
hálvtannað ár, tvs. í apríl
1991 varð ein avtala gjørd
millum
Laksaskip
og
grunnin, sum Orri hevði
sett á stovn, um steðga
veiðuni við tí endamáli at
menna
stovnin
aftur.
Grunnurin hevði til enda-
mál at útvega pengar frá
fólkum og stovnum og
myndugleikum, sum mettu
tað vera altumráðandi at
steðga vaksandi laksaveið-
uni fyri síðani at geva hesar
pengar út aftur til fiski-
menn, sum játtaðu at gevast
við veiðuni. Hetta skuldi
vísa seg at vera ein genial
skipan, sum kom at venda
eini niðurgongd í laksa-
stovninum til ein vøkstur
ístaðin.
Vil steðga garnaveiði
Eftir at hava lagt botn í Før-
oyum og her fingið eitt góð
úrslit at brúka yvirfyri
øðrum eisini varð avtala
gjørd við fiskimenn í
Labrador, New Foundlandi,
Grønlandi, Íslandi, Wales,
Norðurírlandi, við Norð-
sjógvin og í Biskayavíkini.
– Øll hesi londini og økini
hava hildið síni lyfti, og
eingin hevur veitt laks í 15
ár. Nú er so eftir at fáa
fiskimenn í Írlandi, onkun-
staðni í Skotlandi og í
Noregi at gevast við síni
rekagarnaveiðu eftir laksi.
Annars er tað bara Írland,
sum ikki hevur játtað at
vera við í royndunum at
steðga laksaveiðuni á opn-
um havi. Eg royni nú at
sannføra írar um, at garna-
veiðan fer sera illa við
laksinum, soleiðis at hann
ikki verður líkinda matvøra
Íslendski verðinsmaðurin Orri Vigfússon takkar føroyingum:
Tit vóru við til at
bjarga laksinum
Kortið vísir, hvar laksurin
ferðast og økini, har
fiskiveiðan er steðgað og
eisini øki, sum enn eru eftir
at fáa í "foldina" tvs. har
Orri og hansara fólk arbeiða
við at fáa fiskimenn at gevast
við eitt nú garnaveiðu eftir
laksi.