Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HUGNALØTA Lagt til rættis og myndir: Jan Müller Týskvøldið varð minnilig løta í hølunum hjá Trygg- ingarfelagnum Føroyar á Kongabrúnni. Eingin minni enn mæti listamaðurin Ing- álvur av Reyni vitjaði hetta kvøldið. Hann var boðin til lítla hátíðarløtu í sambandi við, at Tryggingarfelagið hevði keypt málningin "Gjøgnum tíð og rúmdir", sum Ingálvur málaði í 2002. Hesin risi av einum málningi hongur nú á vegg- inum í tryggingarhølunum við síðuna av "lítla beiggja", sum fyritøkan keypti frá sama Ingálvi í 1947. Hesa sera hátíðarligu løtuna, har eisini familjan hjá Ingálvi varð hjástødd umframt starvsfólk í Tryggingini, sang og setti Dupultkvartettin í Ebenez- er sín serstaka dám á. Stjór- in í Tryggingarfelagnum, Gunnar í Liða takkaði listarmanninum fyri at hava tikið av tilboðnum at vera við til hugnaløtuna. Hann segði m.a. - Góði Ingálvur. Tað er mær ein stór gleði, at tú vildi vísa okkum tann heið- ur, at koma oman á Trygg- ingina í dag. Stytsti dagur er í dag. Myrkt og illfýsið úti, men eg vóni at hetta verður ein fløvandi løta. Sum listarmann eru tað nógv ið duga betur at lýsa títt lívsverk enn eg, men pápi tín Jens av Reyni var fyrsti stjóri her í felagnum - hann var stjóri frá 1940 til 1948 - so vit føla, at tú hevur eitt serligt tilknýti til Tryggingina, og tí eri eg sera fegin um, at Trygg- ingin herfyri ognaði sær myndina sum tú málaði í 2002 og gav heitið "Gjøg- num tíð og rúmdir." Herfyri gjørdist mær greitt, at vit her á stovnin- um eisini eiga ein lítlan málning sum tú málaði í 1947, og sum hevur eitt heilt serligt tilknýti til okkara felag. Eg eri glaður um, at tú gavst tær tíð til at greiða okkum frá hesari søguni, og eisini at tú við tínum egnum orðum skriv- aði um bakgrundina fyri tí nýggja málninginum. Títt lívsverk hevur var- andi virði, og vil vera ein støðug eggjan til okkum sum hava tann framíhjárætt at kunna arbeiða í einum umhvørvi har fleiri av tín- um málningum hanga. Síðani las hann upp tað, sum Ingálvur við egnum orðum skrivaði um nýggja málningin sum hann sum sagt gav heitið "Gjøgnum tíð og rúmdir." Og eftir tað lat hann yrkingina "Gjøg- num tíð og rúmdir", sum hann samtíðis helt vera eina fantastiska yrking. Og Gunnar í Liða helt fram: – Við síðuna av nýggja málninginum hava vit hongt ein lítlan málning, sum tú sum sagt málaði í 1947, og sum hevur eitt serligt tilknýti til Trygging- ina. Eg fari at lata teg við egnum orðum, sum tú greiddi okkum frá á sera hugnaligari løtu heima hjá tær og Elsu herfyri. Ímyndið tykkum at vit sita og fáa ein kaffimunn í stovuni hjá Elsu og Ingálvi meðan prátað verður. Tit hoyra klirr av kaffikoppum, so umstøðurnar vóru heim- ligar. Eftir tað var bandupp- tøkan avspæld fyri teimum umleið 100 fólkunum, sum vóru hjástødd. At enda takkaði stjóprin Ingálvi fyri alt tað sum hann hevur givið okkum øllum, ynskti honum hjartaliga tillukku við 84 ára føðingardegnum ið var leygardagin og ynskti hon- um og hansara eini gleðilig jól. 18 Nr. 247 - 24. desember 2004 – Takk fyri íblástur - ígjøgnum sangin og listina. Men ikki minst: takk fyri tykkara fyridømi á tí kanska mest grund- leggjandi økinum av øllum … sum menn- iskja, sum medmenn- iskja segði Alexander Samuelsen, tá Dupultkvartettin í Ebenezer heilsaði Elsu og Ingálvi í bygninginum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar á Konga- brúnni týskvøldið SAMKOMA Tá Tryggingarfelagið Før- oyar skipaði fyri hugnaløtu fyri Ingálvi av Reyni í høl- unum á Kongabrúnni týs- kvøldið sang Dupultkvar- tettin í Ebenezer fyri Ing- álvi. Alexander Samuelsen stjórnaði og greiddi frá millum sangirnar. Hann segði m.a. - Tá vit vórðu spurdir, um vit kundu syngja nakrar sangir í sambandi við jólaløtuna her - og vit eisini fingu at vita, at Ingálvur av Reyni fór at vera hjástaddur - helt onkur fyri: ’Kunnu vit siga nei, tá tað ræður um Ingálv?’ Tað er okkum ein fragd at syngja her í kvøld. Sangirnir, sum vit hava vælt, knýta seg á ein ella annan hátt til Ingálv. Um- framt málningalistina, hev- ur Ingálvur ríkað okkum við sangrødd síni. Sangir sum ’Gangi eg um heiðar fjøll og dalar’, ’Vaknaður vársins songur’, ’Er Jesus nær’ - fyri at nevna nakrar - munnu flestu okkara kenna! Yndisligir sálmar og sangir! Miðskeiðis í áttati- árunum sang Ingálvur nakrar sangir saman við okkum í Dupultkvarettini, og ein teirra var hesin: ‘Við krossin tín, á Jesus’ Í áttatiárunum var Zacha- rias Hammer - sum hann eisini er í dag - undan- gongumaður í sambandi við sjónvarpssendingar. Og hesi árini vóru fleiri ferðir boð eftir Dupultkvartettini. Eitt árið vórðu jólaupp- tøkur gjørdar í hellinum omanfyri brand-støðina við Oyggjarvegin, og eitt árið ’Frammi við Gjónna’. Og bæði árini var Ingálvur við. Eg minnist, hvussu Ing- álvur fylti hellið, tá hann sang solo í hesum sang- inum: ‘Tú lítli staður Betlehem’ Ingálvur dugir so nógv annað enn at mála og at syngja. Hann dugir eisini at skriva og at týða. Í ’Song- bók Guds Fólks’ er ein - eftir mínum tykki - frálík týðing hjá Ingálvi, har hann í einum versi sigur: Drottur ævinleikans mikil, hann, ið skapti himnafør, einsamur á fold hann gekk, so fremmandur á egnu jørð. Saknur, sorg og pína nívdu hjarta hans, og heimsins neyð bar hann, og á krossi bøtti vára synd við skemdardeyð. Tað er hugaligt at kenna listarligu gávurnar hjá Elsu og Ingálvi aftur í børnun- um. Øll duga tey at syngja og mála, og hjá fleiri liggur ræði fyri - bæði at skriva, yrkja og týða. Jólaaftan í fjør týddi Árni, hendan sangin úr íslendskum: ’Náttin var so føgur ein’ Vit fara at enda nú, men áðrenn ynskja vit í ’Dupult- kvartettini í Ebenezer’ øllum eini góð og gleðilig jól og signað komandi ár. Vit takka eisini fyri høvi at syngja her. Vit fara at takka tær, Ingálvi, fyri sanginar, tú sang saman við okkum. Persónliga loyvi eg mær eisini at takka tær og Elsu fyri ógloymandi løtur í heimi tykkara ígjøgnum árini. Takk fyri íblástur - ígjøgnum sangin og listina. Men ikki minst: takk fyri tykkara fyridømi á tí kanska mest grund-leggj- andi økinum av øllum … sum menniskja, sum med- menniskja! Ein av sangunum, sum vit í gjøgnum árini hava sungið ferð eftir ferð, og sum hvørja ferð minnir okkum á, tá Ingálvur sang hann saman við okkum, er hesin: ’Nu andar suðrið’ Hugnaløta fyri mæta listar- manninum Ingálvi av Reyni Dupultkvartettin í Ebenezer sang fyri Ingálvi Dupultkvartettin í Ebenezer sett sín serstaka dám á hugnaløtuna. Ein fegin Ingálvur fekk blómur á hugnaløtuni í Tryggingini