Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 245 - 22. desember 2004 19 og prísurin verður hareftir. Tí er eingin orsøk til at halda lív í hesi veiðu. Orri Vigfússon hevur í løtuni samráðingar við fiskimenn í Tróndheim- fjørðinum í Noregi fyri at fáa teir at gevast við at veiða laks við gørnum. Meira enn helvtin av teim- um hava játtað at gevast, so tað sær lovandi út. Eftir er so eisini at tosa við fiski- menn á Kola hálvoynni í Ruslandi og indianar í St. Lawrence flógvanum í Kanada. – Ætlan mín er at koma heilt á mál við hesum innan trý ár sigur Orri, sum eisini vónar, at hetta tiltak- ið, sum vísir seg at vera so væleydnað, kann brúkast sum fyrimynd í øðrum pørtum av heiminum, har fiskastovnar eru hóttir. Talan er sum sagt um norðuratlantiska laksa- stovnin. Laksurin verður settur út í tilsamans 2300 áum í øllum londunum við Norðuratlantshavið og nær- hendis, haðani laksurin síð- ani finnur sær leiðina til ríku beitiøkini við Grøn- land, Føroyar og Ísland, har hann etur seg stóran og eftir tað finnur sær leiðina aftur til áirnar, har hann varð sleptur út. Besta laksaár í 25 ár Orri Vigfússon fegnast um úrslitið av arbeiðinum. Hann hevur alla orsøk til at vera ein stoltur maður. 2004 hevur nevniliga verið besta árið í 20 til 25 ár hjá frítíðarfiskarum í hesum økinum, haðani nógvur laksur er settur út tvs. í Íslandi, Skotlandi og Kana- da. Kortini ásannar hann, at stovnurin enn er ov veikur til at farast kann undir veiðu á opnum havi. Her er nevniliga talan um eina longri prosses, og tað er spurningur at geva tol. Og tí er neyðugt ikki at taka uppaftur fiskiskapin enn. Orri Vigfússon leggur dent á , at fyri mong fólk úti á landinum í Íslandi, hevur laksurin alt at siga. Umleið 75% av inntøkuni hjá mongum av íbúgvunum við firðirnar og áirnar inni í landinum stava frá laksin- um. Talan er tí eisini um at bjarga tilverugrundarlag- num hjá mongum fólkum bæði í Íslandi og í øðrum londum, har laksurin verð- ur sleptur út. Vit megnaðu tað saman - Vit megnaðu tað. Vit megnaðu tað saman, Ís- land, Grønland og Føroyar, leggur Orri Vigfússon aftr- at, nú hann er komin aftur til Føroya fyri at siga tøkk. Hann ásannar, at saman- hald gevur styrki og tað er nettupp hetta samanhald og trúgvin uppá framtíðina, sum hevur verið kjarnin í øllum hesum. Men at tað so hevur borið til at fáa til vega pening at gjalda fiski- monnum fyri at gevast við veiðuni, hevur so eisini verið katalysatorurin í hes- um málinum. Orri ásannar, at tað kann vera torført at koma á mál bara við góðum orðum og ynskjum. Í hes- um førinum hevur tað so eydnast at bjarga einum fiskastovni á ein heldur óvanligan hátt. Men tað er ikki komið av sær sjálvum. Tað hevur kravt sín mann og nógva orku. Og hesa orku og ótroytt- andi treiskleika hevur íslendingurin Orri átt og eigur framvegis, nú tað seinasta takið skal takast fyri at steðga eitt nú garna- veiðu eftir laksi. Bush og Baker hjálptu Orri stovnaði NASF, sum stendur fyri North Atlantic Salmon Fund, í 1989, sama árið sum hann vendi sær til føroyingar fyri at fáa eina hjálpandi hond í hesi royndini at bjarga laksa- stovninum í Norðuratlants- havi. Síðani hevur hann arbeitt miðvíst við ætlanini og hevur vent sær til ríkfólk ymsa staðni í heiminum fyri at fáa tey at seta pengar í grunn, sum so skuldi gjalda fiskimonnum í m.a. Føroyum fyri at gevast við veiðuni í eitt longri tíðar- skeið. Fyri harvið at fáa stovnin at koma fyri seg aftur. Hann fekk sera stór- an stuðul úr USA í byrj- anini frá eitt nú ríkari oljufamilju í Texas og eisini hava fyrrverandi forsetin George Bush, eldri og James Baker, fyrrv. uttanríkisráðharri stuðlað verkætlanini. Baker syrgdi fyri, at ólóglig laksaveiða í altjóða sjógvi varð steðgað. Teir skaffaðu eisini pening til at fíggja veiðusteðgin í eitt nú Grønlandi. Orri Vigfússon sigur, at afturfyri at føroyingar hava stuðlað hansara arbeiði og eru givnir við at veiða laks gera hann og hansara lobbybólkur alt tað tey kunnu fyri at stuðla Føroy- um. Verkætlanir eru settar í gongd í londunum, sum hava gingið við til at gevast við laksaveiðuni, eitt nú við krabba og kalva. Roynt verður eisini at sannføra aðrar tjóðir í Norðuratlants- havi um at lata føroyingum kvotur. Orri Vigfússon sig- ur, at íslendingar fara seint at gloyma føroyingum, at teir gingu við til at gevast við laksaveiðuni. Hetta hevur so nógv at siga fyri mong fólk í Íslandi, sum m.a. liva av laksinum. –Tit føroyingar skulu vita, at tit verða ikki mettir sum út- lendingar í Íslandi. Og vón- andi kann eisini vísa seg í verki. Verðinsmaðurin Orri Vigfússon her á skrivstovuni hjá blaðstjóranum á Sosialinum júst 15 ár eftir at sami Orri vitjaði í Føroyum fyri at fáa føroyskar fiskimenn og myndugleikar at síggja tað skilagóða í at gevast við laksaveiðuni. Orri Vigfússon arbeiðir annars á nógvum mótum. Hann hevur verið stjóri í Íslandsbankanum í fleiri ár. Hann framleiðir eisini vodka, sum verður selt eitt nú til Ruslands Mynd Álvur Haraldsen Orri Vigfússon hevur fingið fleiri umhvørvisprísir ymsa staðni í heiminum fyri sítt slóðbrótandi arbeiði fyri at verja og menna laksastovnin í Norðuratlantshavi. Herfyri varð hann umrøddu í stóra amerikanska tíðarritinum, Time undir teiginum "European Heroes".