Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Yrkingin hjá Janusi Djurhuus "Gjøgnum tíð og rúmdir" gav íblástur til málningin hjá Ingálvi av Reyni við sama heiti. Her greiðir Ingálvur sjálvur frá: Djúpt í mínum huga, har alfjarar øldir húsast, djúpt í mínum huga, har fornfedra fjøldir durva, drálar ein sangur. „Soleiðis byrjar skaldið J.H.O. Djurhuus stórbaru yrking sína „Gjøgnum tíð og rúmdir". Hendan yrking kom í heilum fram fyri meg, tá eg málaði hendan málning, og tí gav eg honum hetta heiti. Skaldið sær fyri sær bæði summarið við einum fleyri og lýggjum loti og veturin við øgiligum brimi og skakandi stormum. Hann hoyrir fuglar láta fagurliga, men eisini hoyrir hann allan mannagrát, nøtran og neyð mansins. Í songinum skiftir lív og deyð. Yrkingin gav mær íblástur og eggjan, meðan eg málaði, men ikki royndi eg nakrantíð at endurgeva hana beinleiðis" Ingávlur av Reyni, 25.10.04 Nr. 247 - 24. desember 2004 19 Gjøgnum tíð og rúmdir Djúpt í mínum huga, har alfjarar øldir húsast, djúpt í mínum huga, har fornfedra fjøldir durva, drálar ein sangur. Í honum hoyrist látur frá leskandi keldum, í honum hómast fornskógalondini trølsku, har ljónið ýlir, og tigarin grenjar - av svongd og trá. Í honum andar fleyrið hitt lina og lotið hitt lýggja, í honum dunar øðiligt brim og skakandi stormar. Í honum ljóða fossandi áir úr høgum fjøllum, í honum síggjast víðar fløtur, har dísar dansa og blómur anga. Í honum hoyrast fuglar láta - - so fagurliga. - Í honum er allur mannagrátur, í honum nøtrar øll mansins neyð, í honum skiftir lív við deyð’. --- Djúpt í mínum huga býrt tú. --- Sangurin hesin ert tú. - --- Hann ljóðar øld undan øld, ætt undan ætt, - oh høga dís, - tú sum hómast í stjørnuglógvan, tá ið norðlýsi blaktrar. --- Tú, sum vart, ert og verður - - óbroytt hin sama - gjøgnum øll súsandi ár. J. H. O. Djurhuus Yrkt í Havn 24/1 1944 "Eg var og vitjaði pápa, sum var fyrsti stjóri á Tryggingini. Hann sat á kontórinum í Rosenborg. Eg hevði onkrar bekymr- ingar. Tá ið eg so líti út gjøgnum vindeygað, helt eg, at her var so ónatúrliga vakurt, at hetta kundi eg gott tonkt mær at mála. Pápi bað meg fara inn í kontórið, ið var beint við, og fekk eg lørift, málara- kassa og alt oman. Málað varð um kvøldið, og tað vóru eini 3-4 kvøld, har veðrið var perfekt - akkurát sum tað var tað fyrsta kvøldið. Tá ið so málning- urin varð liðugur segði pápi, at Tryggingin vildi keypa málningin. Og væl var eisini rindað í mun til, hvat eg tá fekk fyri bíløtini. Tí tá fekk man einki fyri bíløt. Bílætið var eitt lítið sindur hægri, tá eg hevði málað tað, men eg kutaði av tí skjótt, av tí at eg sá tað ikki var balanca. Tað var ov nógvur sjógvur. Tí so skuldi tað verið hús eisini, men eg vildi heldur, at tað skuldi vera soleiðis. Ja, har er eingin bátur ella nakað, og tað kann undra meg nakað. Men tað vóru eingir bátar í Havn tá afturímóti nú. Yvirhøvur ikki. Tað lógu nakrir langt inni á Kongabrúnni, nógv longri inni. Og har eru næstan eingi vindeygu í, tit síggja húsið hjá Karl á Kák uttast til høgru. Har eru eingi vindeygu í, og heldur ikki í tí næsta, men í Tinganes havi eg sett eini tvey, sum tað passaði. Tá vóru húsini grálig, og tey eru har blivin violett. Tað er tí, at eg málaði soleiðis tá, við sterkum litum. Jú, hon er nokk so fitt, tað er hon. Myndin er frá 1947, várið einaferð. Tað var ein stórur kavi í ´47. Hann lá í vikuvís, í mánaðarvís, og hann fór við sólini so við og við. Tað hevur verið í mai mánaði, og eg rokni við, at hetta hevur verið beint aftaná. Myndin hevur verið ogn hjá Tryggingini líka síðani mai, juni í ´47, og eg havi lænt hana í hvussu so er tvær ferðir. Um pápi ikki hevði verið stjóri her, so hevði eg aldri málað hasa myndina. So hevði eg ikki komið uppá har, tí har hevði eg einki at gera. Hetta er so ein av teimum myndum, ið mær dámar nokk so væl enn. Tað eru nógvar, sum ikki eru góðar. Og eg minnist hana akkurát soleiðis. Hon hevur hildið sær gott." Tá skaldskapur og málningalist renna saman: Janus gav Ingálvi íblástur Ingálvur av Reyni sigur frá um málning frá 1947 Her - í hølunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar - hanga teir lið um lið, lítli málningurin, sum Ingálvur málaði í 1947 og tann stóri, sum hann málaði í 2002 Risastóri málningurin hjá Ingálvi av Reyni, sum Tryggingarfelagið Føroyar keypti herfyri Børnini eru góð við Ingálv og Elsu